Tunlar - LVF og SEV

TAÐ eru helst tey, sum halda, at nú er seinasta orðið sagt um ?balladuna? rundan um landsverkfrøðingsstovnin, vinnumálastýrið og landsstýrismannin Finnboga Arge. Tað er tað kortini ikki í okkara verð. Her eru framvegis nógvir leysir endar. Ein teirra er, hvat í veruleikanum hendi í málinum um undirsjóvartunnilin um Vestmannasund og ikki minst hví hetta hendi!

SKRÚVA vit tíðina nakað aftur, so minnast mong av okkum, at landsstýrismaðurin FA valdi eina nevnd at arbeiða við undirsjónvartunlinum nakað um somu tíð, sum LVF-gølan fór av bakkastokki. Umleið um somu tíð sum landsverkfrøðingurin varð tveittur út á gøtuna sum óbrúkiligir (samb. VMS og FA) kunngjørdi sami FA í fjølmiðlunum, at hann hevði valt eina nevnd at arbeiða við undirsjóvartunlinum. Í grundgevingini fyri m.a. at velja stjóran í SEV til formann í nevndini segði landsstýrismaðurin m.a., at hesin hevði tikist við at gera tunlar og hevði gjørt eitt sera gott arbeiði.


TAÐ, sum undraði okkum tá og ger tað framvegis, er, hví landsverkfrøðingurin, sum hevur arbeitt við tunnilsgerð í eitt mannaminni og sum nettup eisini hevur arbeitt við undirsjóvartunnilsprojektinum um Vestmannasund fekk durafjórðingin í hesum fyri hann og hansara stovn so viðkomandi máli. Hví slapp hesin stovnurin og fólkið ikki at arbeiða víðari við málinum, hví skuldi tann ekspertisan, sum her varð bygt upp, ikki nýtast í hesum projektinum? Hvat hevði verið meira náttúrligt enn, at landsverkfrøðingurin stóð á odda fyri nettup tunnilsgerðini um Vestmannasund og var avgerðin at taka hesa uppgávuna frá honum og stovinum nettup ein roynd hjá landsstýrismanninum at fáa umrøddu niður við nakkanum!


EIN kann bara ímynda sær, hvat fólkini á LVF hava hugsað, tá FA so flott avreiddi hetta stóra og avbjóðandi arbeiði til nøkur heilt onnur fólk. Tá hugsað verður um, hvussu kostnaðarmiklar nettup tunnilsgerðir oa. arbeiði hjá SEV hevur verið, tí teir hava bundið seg til at lata donskum felag arbeiði uppá rokning, tá gevur hetta okkum ikki júst orsøk til at halda, at málið um undirsjóvartunnilin er endaður í teimum bestu hondunum.


SPURNINGURIN, ið stendur opin og enn ósvaraður, er hesin: hví tók FA tunnilsprojektið frá LVF og var hetta neyðugt? Og hvør gjørdist avleiðingin av hesum?