Stórur partur av náttarravnunum kring landið fáa ivaleyst luft undir veingirnar á miðnátt leygarkvøld. Náttarravnasendingin er í luftini og við hvøssum penni verður punktum sett á miðnátt.
Ravnar í øllum aldri sessast kring lurtitólið, pussa fjaðrarnar. Eingin situr og kúrir - høvd undir vong. Her skal lurtast, ikki gorrast. Hvørt orð skal fáast við.
Og so byrjar lagið hjá Martini Joensen. Kræklingar leika "Svarti ravnur" og so kemur hann. Viðmerkjarin. Við eyðkendum stíli. Heldur blíðmæltur og spakligur, men orðini er hvøss og beinrakin. Eisini ósøgdu orðini hanga eftir í ravnareiðrinum og skulu síðani sodna.
Gunnar Hoydal nevndi í øðrum sambandi herfyri munin millum mannin og verki. Hann nevndi Ingálv av Reyni, henda milda og spakliga mann, sum í listini er so djarvur og gongur undan.
Sama kann sigast um viðmerkjaran í Sortudíki. Henda milda og spakliga rødd, sum við fyndarorðum setir ljós á alt, ið vit øll hugsaðu í vikuni, sum fór. Ella tað, sum vit gloymdu at minnast til, ella kanska als ikki fingu við. Viðmerkjarin høggur okkum eina mynd, har vit greitt síggja mistøkini og lýtini í gerandisdegnum.
Við rámandi orðum vísir hann á, at tey, ið dagliga flúgva hægst, eru í vanda fyri at koma sólini ov nær. Eisini stoltastu fuglar kunnu hava skert flog.
Her skal verða ósagt, um viðmerkingin rínur við tey, ið áttu at tikið sær nær. Kanska er tað sum at sletta vatn á gás. Taka vit politikararnar, so eru teir áður sammettir við rovfuglarnar. Teir yvirliva, hóast jagstran. Stovnurin tynnist ikki. Almennu stovnarnir tykjast hava tað gott í hesum fullveldisdøgum, hóast jagstranina og gorrið um sparing. Og traðkar onkur við síðuna av, so er altíð pláss á onkrari aðrari rók.
Men mildi og blíðmælti viðmerkjarin fylgir við og ger sítt. Og rætt er tað, ein skjýtur ikki spurv við kanón!
Einki er ov lítið og einki ov stórt til viðmerkjaran. Heldur ikki smæðist hann við at koma við einum beinraknum priki millum tíðindastubbarnar klokkan 12:20 ella klokkan 18:30. Tað keðiliga skal burtur, hann er viðkomandi, hann er har, ikki bara røddin, ið flytir tíðindini frá papírinum til mikrofonina og til okkara í stovunum kring landið. Hann er við og altíð við eini viðmerking. Ella næstan altíð í hvussu er.
Høgni Djurhuus tekur okkum undir sítt veingjabreiðið hvørja viku, men lítillátni viðmerkjarin vil ongan háva gera burturúr sær sjálvum. Ongan fjøður í hattin, hóast uppiborið.
Vil ein hava prát við hann um mergjaðu og væl umtóktu viðmerkingina, so hevur viðmerkjarin onga viðmerking. Uttan kanska, at so góð er hon heldur ikki...
Skal ein hava viðmerking, so er at lurta eftir ÚF á miðnátt leygarkvøld.