Vána avkast hjá Drátti

Flogbóltur, kvinnur: Fyrr í ár sá út til at Dráttur skuldi verða liðið, sum skuldi hótta Mjølnir, men tað kom av sonnum stígur í ta ætlanina um vikuskiftið

Kvinnuliðið hjá Drátti tók eitt ordans tørn júst farna vikuskiftið. Tær høvdu tríggjar dystir á skránni og ikki nóg mikið við tí. Teir lógu í hvør sínum enda av landinum. Leygardagin vóru tær í Klaksvík og leiktu móti Mjølnir og haðani fóru tær beina leið til Tvøroyrar, har tær skuldu spæla ikki minni enn tveir.

Úrslitið av dystinum móti Mjølni var soltið og tað er ikki óhugsandi, at tað hevur verið við tungum sinni, at vágakvinnur fóru undir langa túrin til Suðuroyar.

Fyrsti dysturin á Tvøroyri var móti a-liðnum. A-liðið tapti fyri kortum móti Fleyr a á heimavølli, og tí høvdu tær nakað at prógva bæði fyri sær sjálvum og fyri áskoðarunum. Og ikki kann sigast annað enn at tað eydnaðist.

Leikararnir á Tvøroyri eru ungir og sera evnaríkir og hava vunnið nógvar kappingar í yngri deildunum. Men munurin millum yngri deildirnar og vaksnamannadeildirnar er stórur og tí kann ein lítil broyting gera stóran mun.

Dysturin millum a-liðið og Drátt var bæði javnur og spennandi. Við hvørt var annað liðið frammanfyri, men so fór hitt liðið framum.

Einu løtuna í fyrsta setti var Dráttur rættuliga fitt frammanfyri, men tær kláraðu ikki at halda tørn og tí fór TBa framum og vann setti 15-11.

Í øðrum setti megnaðu vágakvinnur at halda nøsina frammanfyri TB. Tær fingu góða byrjan og vóru einu løtuna á odda 13-5. Men, sum so ofta er, so fóru tær at taka sær av løttum og tað gav tvørágentum møguleikan. TB nærkaðist nógv, og tað var um reppið at tær tóku Drátt á bóli. Men so fótaði Dráttur sær og fekk togað tey seinastu bæði stigini heim til ein 15-11 sigur í øðrum setti.

TB hevði nú »fingið luftina aftur« og tær vístu í teimum báðum seinastu settunum, at tær ikki eru at spæla við. Triðja sett vunnu tær 15-10, meðan tær í fjórða setti góvu Drátti ein ordans avsmurning. Seinasta settið vunnu tær ikki minni enn 15-2.

Enn eitt tap til Drátt, sum nú hevði ein dyst eftir á »Føroya-túrinum« ? tann móti TBb.

Og her vísti Dráttur, at hóast ein hevur tapt tveir dystir á rað, so er ikki øll vón burtur.

Tær gjørdu rættuliga skjótt av móti næstbestaliðnum á Tvøroyri og vunnu dystin 3-0. Settúrslitini gjørdust 5-15, 10-15 og 5-15.

Samanumtikið má sigast, at talan var um eitt soltið vikuskiftið hjá Drátti. Liðið misti í mun til hini oddaliðini og eisini í mun til TBa, sum liggur beint í hølunum á teimum á stigatalvuni. Harafturat hevur TBa spælt ein dyst færri enn Dráttur og tað merkir í stuttum, at vinna tær tann dystin, so fara tær framum Drátt og yvirtaka teirra triðjapláss. Um tað so er nóg mikið til eisini at hótta Fleyr a á øðrum plássi fer tíðin at vísa.