Fult sjálvstýri tá vit halda tað vera rætt

Umframt ríkisborgararættin skjýtur Javnaðarflokkurin upp, at defineraður verður ein heimarættur. Heimarætt fáa teir ríkisborgarar, sum búgva í landinum, meðan serlig skipan verður fyri eitt nú fólk í lestrarørindum uttanlands

Eirikur Lindenskov


? Munurin millum okkara uppskot og uppskotið hjá samgonguni er tað, at samgongan hevur sett sær sum mál at fáa fullveldi ávísan dag. Tað ætla vit ikki. Vit halda tað vera umráðandi, at tað greitt verður sagt, at tað stendur okkum í boðið at taka fult sjálvstýrið - tá vit halda tað vera rætt, sigur Jóannes Eidesgaard.

Javnaðarflokkurin vil, at føroyingar skulu hava ríkisborgararætt í ríkinum, men harumfram skjýtur flokkurin upp, at defineraður verður ein heimarættur.

? Her halda vit, at bústaðarkriteriið skal vera avgerandi. Býrt tú í Føroyum og ert ríkisborgari, so hevur tú heimarætt, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann leggur kortini afturat, at fólk, sum eitt nú fara til Danmarkar at lesa, skulu varðveita heimarættin á sama hátt, sum tey sleppa at velja til løgtingið meðan tey eru burtur í lestrarørindum. Men ein føroyingur, sum flytir til Danmarkar at búgva og virka, hann missir heimarættin meðan hann er burtur.

Jóannes Eidesgaard leggur dent á, at Javnaðarflokkurin við uppskotinum um samveldissáttmálan ikki læsur seg fastan í ríkisfelagsskapinum.

? Ein samveldissáttmáli kann sigast upp, sigur hann, og vísir á, at politikkurin hjá Javnaðarflokkinum ikki longur bara »røkkur at loysingini«.

? Nú vil flokkurin greitt definera, hvussu vit skulu loysa - nær og um fólkið ynskir tað.

Um samveldissáttmálan sigur Jóannes Eidesgaard, at hetta er nakað sum man politiskt kann samráða seg til, hóast jurain kanska sigur nakað annað.