Hvør stýrir Útvarpi Føroya?

   

Ætli fyrst at rósa tykkum fyri framhaldssøguna, sum byrjaði mánakvøldið 18. jan. kl. 20.30. Endiliga eitt konufólk, sum lesur ? og so evnið: bæði søguligt og um kvinnur. Frálík!

So eg gleddi meg at hoyra 2. part í gjárkvøldið kl. 20.30 (sambært útvarpsskrá í bløðunum), men gakk! Klokkan 20.30 var útvarpið mitt í einum hondbóltsdysti (millum tvey manslið, sjálvsagt!) Har kom eingin framhaldssøga, tí hon varð send fyrr um kvøldið. Havi tíverri ongan kjans at hoyra endursendingar, so?

Hoyr nú her: ein framhaldssøga er sum ein keta við fleiri liðum. Hvørt liðið leiðir til næsta lið ? og gleppur ímillum, so er brotið av, tað slitnar.

Skulu tit endiliga flyta sendingar, so flytið stakar sendingar, t.d. tónleik ella eitthvørt avsluttað evni, ikki framhaldssøgur.

Og sigið mær (tað er hetta, sum argar mest) vistu tit ikki av hasum dystinum, ? ella kundi hondbóltssambandið ikki leggja dystin til rættis eftir tykkara skrá?

Hava tit kunngjørt útvarpsskránna, so haldið hana!


A. Bjartalíð