Dasnka sjóverjan hevur haft nógv at gera í føroyskum sjóøki tann seinasta mánaðin. Millum annað hevur hon hildið eyga við fremmandum fiskiførum í føroyskum sjógvi, og hava hesi verið millum 15 og 35 um dagin. Í fyrradagin vóru 10 norsk, 1 franskt, 6 ensk og 18 russisk skip innanfyri føroyska fiskimarkið.
Bjargingar
Eisini hevur danska sjóverjan fram nakrar bjargingar í føroyska sjóøkinum síðan 1. januar. Tann fyrsta av hesum bjargingunum var tann 7. januar, tá ein av manningini umborð á russiska trolaranum Murman-2 hevði skorið seg illa í fingurin. Tá sendi sjóverjan læknan á verjuskipinum Vædderen umborð at seyma fingurin aftur. Læknin varð settur umborð av tyrlu, og tá hann var liðugur við fingurin hjá russiska sjómanninum, kom gummibátur frá verjuskipinum Vædderen eftir honum aftur.
12. januar varð læknin umborð á Vædderen aftur sendur umborð á eitt fiskiskip í føroyskum sjóøki. Hesuferð var talan um norska línuskipið Lyngholm. Ein av manningini umborð á hesum norska línuskipinum bløddi illani frá endatarminum, og tá læknin frá Vædderen ikki fekk staðfest, hvat var galið, varð maðurin fluttur við LYNX tyrluni á Landsjúkrahúsið.
15. januar fingu tey á Færøernes Kommando boð frá skotsku bjargingarmiðstøðini MRCC Clyde um, at miðstøðin hevði móttikið neyðarkall frá einum skipið, ið var statt 350 fjóringar í ein útsynning úr Føroyum. Tá sjóverjan kom á staðið, varð uppdagað, at talan var um ein bjargingarflaka, ið eitt spanskt skip nærhendis hevði mist.
Stovnar á vitjan
Møguleiki er hjá ymsikum stovnum at vitja umborð á donsku sjóverjuskipunum, tá tey liggja við bryggju her í Føroyum. Treytin er bert tann, at avtala skal vera gjørd frammanundan.
9. januar, tá danska sjóverjuskipið Vædderen lá við bryggju á Sundi, nýtti Frítíðarklubbin, ið hoyrir undir Almannastovuni hendan møguleikan. Hesin stovnur vitjaði saman við 20 menningartarnaðum umborð á skipinum. Hesir gestir vórðu vístir runt á skipinum av tveimum føroyingum, ið sigla við. Eftir, at gestirnir høvdu sæð alt skipið, beyð sjóverjan teimum til bollar og kakao í kaffistovuni umborð. Her fingu tey vitjandi eisini høvi at royna ymsar búnar og ymisk samskiftistól hjá sjóverjuni.
Vædderen røkir í løtuni tænastuna kring Føroyar, og ovasti umborð er Bjørn Zittan, kommandørkapteynur.