Eldraárið og vit

1999 er altjóða eldraár. Hetta merkir, at øll heimsins lond og fólk eiga serstakliga at geva teimum eldru gætur í hesum ári. Tað kann ljóða eitt sindur løgið, at tú bert eitt ár skal vísa einum ávísum bólki ella stætt av samfelagsborgarum ans. Tí tað er rætt og náttúrligt at vísa øllum samfelagsstættum og borgarum ans alla tíðina - hvørt ár.

MEN ST hevur so valt at brúka árini til nettup at geva einum bólki, stætti el. serstakligan ans. Hetta er bæði rætt og skilagott, men baksíðan við hesum er so tann, at vit - tá árið er farið - hava lyndi til at gloyma. Endamálið við at gera eitt ávíst ár til árið hjá einum ávísum samfelagsbólki er nettup at seta nakað í gongd, sum skal vara í mong mong ár aftaná. Tvs. at hetta eldraárið bert er katalysatorurin til at geva hesum borgarunum størri ans langt inn í næstu øld. Ein kann siga, at í 99 verða lunnar lagdir og kósin stungin út í kortið. Og tað er so sanniliga neyðugt eisini. Tí eitt eru tey aktuellu - akuttu - viðurskiftini - ella trupulleikarnir - hjá eldrabólkinum, sum vit skulu umrøða, taka støðu til og vera saman um at loysa. Nakað annað og kanska nógv meira álvarsligt eru framtíðar viðurskiftini hjá hesi samfelagsstætt. Jú fleiri gerast eldri og eldri tess størri krøv setir tað til alt samfelagið.


SJÓNVARPIÐ setti fokus á eldraárið í áhugaverdari Krosskastsending mikukvøldið - við einum góðum og væluppløgdum verti, sum ikki einaferð. Her kom nógv fram á borðið, sum aðrir fjølmiðlar og ikki minst politikarar eiga at geva gætur og fylgja upp.


TAÐ er líkasum, at eldraættarliðið ongan góðan eigur í samfelagnum. Tey, sum enn ikki eru komin upp í henda bólkin, hava lyndi til at skúgva hann frá sær. Og tey, sum eru komin í eldrabólkin, verða ikki tikin nóg nógv fyri fult. Tey hava so eisini tann vansa og veikleika, at tey eru ikki umboðað á tingi ella har týðandi avgerðir verða tiknar. Tað er líkasum við børnunum, sum ongi talsfólk hava at tala sína søk.Tey eru ov smá og hini ov gomul. Tó eru børnini og tey ungu betur fyri, tí tey hava foreldrini. Tey gomlu hava næstan bara seg sjálvi, og tað røkkur ikki til.


TÁ vit so fara at skifta orð um tey eldru, so er eisini ein vandi fyri, at tað verður bert til orð og aftur orð. Hóast tey mongu góðu fólk, sum dagliga arbeiða við og fyri teimum eldru á heimum, í heimahjálp osfr., gera vart við seg, so tosa hesi oftani fyri deyvum oyrum. Tað eru fáir politikarar, sum halda tað vera áhugavert og týdningarmikið at tosa um tey eldru. Tá er meira spennandi at tosa um tunlar, skip, alibrúk, fullveldi osfr. Krosskast loysti upp fyri nógvum, eitt nú tørvinum á serlækna í eldrasjúkum. Latið okkum fylgja Krosskasti upp og vísa teimum gomlu, teimum, sum løgdu lunnar undir okkara egnu tilveru, virðing og ans.