Eirikur Lindenskov
? Eg eri fegin um, at Javnaðarflokkurin nú kemur við einum útspæli um sjálvstýrispolitikkin, og eg síggi als ikki útspælið hjá Javnaðarflokkinum sum eina eyka polarisering.
Hetta sigur Høgni Hoydal, sum er landsstýrismaður í sjálvstýrismálum.
? Taka vit orðini á fyrstu síðu í faldaranum hjá Javnaðarflokkinum um, at »Javnaðarflokkurin ásannar, at eingin er betur førur fyri at avgera, hvat er gott fyri føroyingar, enn føroyingar sjálvir« fyri fult, so er ringt at síggja mun á teirri leið, sum Javnaðarflokkurin hevur stungið út í kortið, og leiðini, sum samgongan hevur stungið út í koyrtið, heldur Høgni Hoydal.
Hann vísir á, at um føroyingar skulu avgera alt, sum fer fram í landinum, so er neyðugt at fáa altjóða suverenitet, sum fullveldi merkir.
? Tá er eisini neyðugt at fáa eina føroyska grundlóg. Taka vit hasi tingini burtur úr, so síggi eg bara tað, at Javnaðarflokkurin sjálvandi kann taka undir við teirri leiðini, sum samgongan hevur.
? Sært tú ongan møguleiki fyri, at samgongan og Javnaðarflokkurin kunnu ganga saman?
? Jú, men taka vit bara tey málini, at Javnaðarflokkurin vil hava sjálvstøðugan uttanríkispolitikk ella um vit skulu kunna yvirtaka øll málsøki sjálvi, so vil tað innibera suverenitet av onkrum slag. Javnaðarflokkurin tosar eisini um eina fólkaatkvøðu nú, so her er so lítil munur at - um vit taka teir upp á orðið - so eg skilji í heila tikið ikki, at her er nakar munur.
? Men tekur teir ikki upp á orðið?
? Eg síggi bara framvegis tað, at teir taka nøkur mál upp, men eg síggi bara tað, at teir taka ikki avleiðingarnar av teimum, og siga, at fyri at fáa tað, sum vit ynskja, so noyðast vit eisini at fáa suverenitet í Føroyum - so einfalt er tað, sigur Høgni Hoydal, sum leggur afturat, at man mann ikki sleppa undan tí spurninginum.
? Eg síggi soleiðis upp á tað, at Javnaðarflokkurin vil hava alt tað sama sum tú bara kanst fáa við suvereniteti. Men teir siga framvegis tað, at so langt vilja teir ikki fara.
Høgni Hoydal sigur, at um hann skal framhevja tað positiva í faldaranum hjá Javnaðarflokkinum, so er tað fyrst og fremst tað, sum stendur á fyrstu síðu, har Javnaðarflokkurin ásannar, at eingin er betur førur fyri at avgera, hvat er gott fyri føroyingar, enn føroyingar sjálvir.
? Og tað er júst tað, sum tað nú so »mystifiseraða« orðið »fullveldi« merkir. Tað merkir, at tað er føroyska fólki sum hevur fullan avgerðarrætt fyri sítt egna land og avger, hvat er best landið og hvussu vit skulu samstarva við onnur.. Hetta merkir eisini, at tann grundleggjandi lógin í Føroyum skal hava sín uppruna í føroyska fólkinum og ikki í danska fólkinum.
? Sært tú hetta sum eitt mótspæl til tykkum, ella heldur tú, at tit saman við Javnaðanflokkinum kunnu fáa okkurt gott burturúr?
? Eg haldi, at tað er fínt, at Javnaðarflokkurin spælir út við hesum, tó eri eg bara eitt sindur harmur um, at teir ikki eru farnir eitt sindur longur at viðgera tann spurningin, sum eftir mínum tykki er altavgerandi - okkara ríkisrættarligu støðu. Og so harmar tað meg eitt sindur, at teir á baksíðuni á faldaranum leggja avstand til samgonguna, tí sum sagt, so meti eg, at um vit taka endamálið upp á orðið, so er tað ikki so stór ósemja um suverenitetin heldur.
Høgni Hoydal sigur víðari, at meira ítøkjuligt kemur á borðið, so er tað ikki so ringt at taka støðu, hvat eitt reint løgfrøðisligt hugtak sum »fullveldi« merkir.At enda sigur Høgni Hoydal, at øll upplýsing, bæði um málið sjálvt og um, hvat flokkarnir vilja, er til tað góða.
Við síðsta útspælinum hjá Javnaðarflokkinum saknar hann bara at fáa at vita, hvør munur er á uppskotið Javnaðarfloksins og uppskotinum hjá samgonguni, tí heldur ikki her verða teir spurningar svaraðir, sum eisini verða setttir fram mótvegis fullveldisuppskotinum.