eru farin hvør til sítt seinastu árini. Í minum hugaheimi merkir tað, at vit fáa ein árgang av børnum og ungum, ið hava ein annan tørv og møguliga skulu stuðlast og hjálpast. Um tað verður betur ella verri [...] annarleiðis. Vit vita at rúsevni er ein vaksandi trupulleiki millum ung, her eigur kommunan at ganga á odda við fyribyrging. Havi hugsa, at náttarravnarnir møguliga kundu verið ein partur av hesi fyribyrging, [...] teimum familjum ið koma í hesa ólukkuligu støðu. Hetta er ikki fyri at mála ein vissan á veggin, men tað stendur sólarklárt, at ein broyting er á veg. Vónandi fer tað at ganga tann rætta vegin skjótt aftur
sponsorar til kvinnufótbóltin ? enn eitt tekin um, at ein menning hevur verið og er á hesum økinum. Avbjóðingin er nú at koma við einum uppskoti um, hvussu ein Europa Cup-kapping fyri kvinnur kann skipast fíggjarliga [...] Ein Europa Cup-kapping fyri feløg í kvinnufótbólti? Tað var eitt av heitastu evnunum á ráðstevnuni í London í seinasta mánaði. Aðalskrivarin hjá UEFA, Gerhard Aigner, var á hesum økinum varin, tá hann [...] gera eina slíka kapping, og legði afturat, at hóast UEFA avgjørt ikki var ímóti hugskotinum, so skal ein tílík kapping hvíla í sær sjálvum fíggjarliga og ikki vera tengd av »gávum« frá UEFA. Tikið varð væl
mær at fingið svar uppá hesar spurningar. Hevði tað verið ein loysn (tekniskt) at sett ein sendara upp á Mykineshólmi, ein á tildømis Mýlingi og ein á Ennibergi? Hvussu stóran týdning hevur styrki sendarans [...] sendarans fyri at fáa sum frægast burturúr í hesum førum. Hvussu nógv kostar ein skilagóð loysn á hesum trupulleika, hvaðani skulu pengarnir útvegast? Av verandi játtan ella við eini eykajáttan? Sum kunnugt [...] útvarp. Hóast trongar peningaligar umstøður haldi eg at leiðsla og starvsfólk sjónvarpsins hevur gjørt ein góðan innsats, haldi endiliga fram við at dríva á. Útvarp Føroya hevur eftir mínum tykki eina breiða
Heðin Mortensen, sum ein av stigtakarunum til Tórsvøll, hevur givið út ein nýggjan ítróttarsang, sum skal føra nýggja landsvøllin í Havn fram á ein annan hátt. ? Hesin sangurin er ein liður í einum størri [...] hevur hann gjørt í sínum oyrafallandi stíli. ? Eg fakk uppgávuna í november, og sjálvt um hetta er ein umbiðin sangur, so havi eg hjartað við, tí eg haldi tað er rætt, at høvuðsstaðurin hevur eitt landsstadion [...] Samuelsen og Ronnie Nielsen at syngja saman. ? Eg veit væl, at Tórsvøllur er eitt eymt evni, men at ein nýggjur grasvøllur kemur í Havn, hevði komið øllum føroyingum væl við.Og eg vóni at hesin sangurin
Gonzalez - sum Uni Leitisstein Hansen, ummælari, skrivar: »Ein maður, ein gittari, og ein sandur av sólhitaðum føroyingum José Gonzalez er ein einastandandi tónlistamaður, ið hevur skrivað fantastiskar [...] Tú kundi ikki ynskt tær betri veður, umstøðurnar í Syðrugøtu eru perfektar, tá til ber at gera ein stóran part av einum býlingi til festival, úthús, hjallar, prentsmiðju - allir bygningar tiknir í brúk [...] bólkurin Kóvboykeks, við Heiðriki á Heygum. Festligir og dugdu væl at fáa fjøldina við. Samanumtikið ein G! dagur, sum fer at sita leingi í minninum, har vit ikki fara at tosa um tann góða tónleikin men um
samfelag við 48.000 íbúgvum skal hava ein alternativan flogvøll við øllum ið hartil hoyrir, eins og eina milliarda íløgu, ja tað má sigast at vera langt úti. Tá ein so hugsar um samferðslunetið, sum ikki [...] Frank Davidsen Orðaskifti um ein alternativan flogvøll sum hevur tikið seg upp seinastu tíðina hevur lítið við veruleikan at gera, tá tað snýr seg um at niðurgera verandi flogvøll. Sum vit øll eru greið [...] Føroyar eitt oyggjaland við firðum og sundum og við høgum fjøllum, sum ger at óansæð hvar tú leggur ein annan flogvøll, so slepst ikki undan meira og minni ógvusligum turbulensi alla staðni. Taka vit tildømis
fult út, eins og Andrew spældi ein sera góðan dyst. Uttan at taka nakað frá Súna, Jón Róa og restini av hópinum, so vóru Rógvi og Mikkjal eftir míni meting teir, ið serliga skaraðu framúr, og ein kann [...] kann undrast á, at ein leikari sum Mikkjal ikki hevur verið fastur maður á landsliðnum. Krútsterkur ivð fínum teknikki og dugir væl at teima, tá ið hann taklar, so er hann kanska besti defensivi [...] hava havt á landsliðnum. At Rógvi fekk níggju út av tíggju bóltum í luftini móti heimsmeistarunum, eins og hann bardist fyri hvønn bólt og harafturat hevur máltev og fekk eitt mál í heimsklassa, sigur
Peturum á rað. Og tað var ein deilig byrjan. Petur Háberg er navnið á bólkinum, og hann er eisini høvuðsmaður á ein hátt, tí tað eru hansara sangir, og hann syngur teir. Men teir eru ein bólkur, har sum allir [...] allir sleppa at seta sítt merki á. Ikki minst gittarleikarin, sum stillar ein vegg upp í fleiri av sangunum, har sum hinir eins og lena tónleikin upp ímóti. Hetta er harður rokkur, men eisini penur poppur [...] og tað ger Petur. Bassur og trummur skulu koyra væl og leggja fastan botn. Og keyboardspælarin, er ein við, og tað var tað í bólkinum hjá Peturi Háberg, skal gera áhugaverd ting. Tað var hetta, sum gjørdi
Í tíðindaskrivi verður sagt, at Seat Leon er ein designperla, sum sameinir sportligar koyrieginleikar við ein rúmligan familjubil, samstundis sum bilurin uppfyllir hægstu krøv til trygd. Heiðurin er samstundis [...] 102 hk, og 2,0 litur FSI við 150 hk og ein FSI við 185 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,9 litur TDI við 105 hk, og 2,0 litur við 140 hk. Leon hevur ESP sum standard eins og differentialesperru og bremsuassistent [...] VW-konsernina fyri nøkrum árum síðan. Í mun til forgangaran er nýggi Leon væl størri og rúmligari. Eins og á t.d. Alfa Romeo 156 sita hurðahandtakini til bakhurðarnar fjald í aftastu síðurútunum. Fimm motorar
flutu í gøtunum. Eina aðrastaðni høvdu tjóvar tikið ein vøruvogn, sum var á veg til eitt ellisheim við mati. Tá ellisheimið bað løgregluna senda ein annan bil við mati, jagstraðu tjóvarnir eisini tann [...] at tað fer at taka fleiri ár at byggja býin uppaftur. -New Orleans verður ein spøkilsisbýur teir næstu mánaðarnar, segði ein talsmaður fyri myndugleikarnar. [...] borgarstjórin í New Orleans, Ray Nagin, við AP. Einastaðni í miðbýnum høvdu nakrir tjóvar fingið sær ein truck, sum teir brúktu til at bróta glasdyrnar á einum apoteki við. Tá teir komu útaftur, høvdu teir