Umframt eina bygd í norðoyggjum, er norðhavið ikki nóg væl dekkað. Vestanfyri og eystanfyri sæst sjónvarpið brúkiliga væl, men kemur man norðurímóti og norðurum Mykines, so fer at knípa, onkrastaðni sæst illa og aðrastaðni sæst als ikki. Tí kundi eg hugsa mær at fingið svar uppá hesar spurningar.
Hevði tað verið ein loysn (tekniskt) at sett ein sendara upp á Mykineshólmi, ein á tildømis Mýlingi og ein á Ennibergi?
Hvussu stóran týdning hevur styrki sendarans fyri at fáa sum frægast burturúr í hesum førum.
Hvussu nógv kostar ein skilagóð loysn á hesum trupulleika, hvaðani skulu pengarnir útvegast? Av verandi játtan ella við eini eykajáttan? Sum kunnugt hoyrist útvarpið ikki nóg væl í partum av hesum øki.
Er tað møguligt at samskipa eina útbygging av hesum báðum sendinetum, og harvið gera tað eitt sindur bíligari.
Árið er 1988, og meti eg tað er rættur sjómansins, ið er skerdur fyri øðrum miðlum, at síggja sjónvarp og hoyra útvarp.
Hóast trongar peningaligar umstøður haldi eg at leiðsla og starvsfólk sjónvarpsins hevur gjørt ein góðan innsats, haldi endiliga fram við at dríva á.
Útvarp Føroya hevur eftir mínum tykki eina breiða og góða sendiskrá. Tað er tí spell at tað ikki altíð hoyrist so væl.
Vinarligast
Heðin Jørgensen