Tú kundi ikki ynskt tær betri veður, umstøðurnar í Syðrugøtu eru perfektar, tá til ber at gera ein stóran part av einum býlingi til festival, úthús, hjallar, prentsmiðju - allir bygningar tiknir í brúk og sandurin, sum ikki kann vera vakrari.
Saknaði kanska tað var eitt høvuðsnavn ella høvuðsnøvn. Undrar eitt sindur, at G! tekur íslendskan grandprixsangar, Daði Freyr, sum absolutt ikki kláraði at fáa fjøldina við, sum heldur fór at syngja fótbóltssangir, meðan hann spældi.
Hitt høvuðsnavnið var José Gonzalez - sum Uni Leitisstein Hansen, ummælari, skrivar:
»Ein maður, ein gittari, og ein sandur av sólhitaðum føroyingum José Gonzalez er ein einastandandi tónlistamaður, ið hevur skrivað fantastiskar sangir. Men tað var tungt hjá honum á Sandinum á G! fríggjakvøldið. Fekk bara fjøldina við, ta ið hann sang eitt kopilag.«
Kongarnir á spæliplássinum vóru avgjørt Joe and the Shitboys, sum fingu spæliplássið at ganga amokk.
##med2##
Í ár hava tey gjørt enn meira burtur úr Grundini, og har vóru fleiri góðar konsertir, millum annað bólkurin Kóvboykeks, við Heiðriki á Heygum. Festligir og dugdu væl at fáa fjøldina við. Samanumtikið ein G! dagur, sum fer at sita leingi í minninum, har vit ikki fara at tosa um tann góða tónleikin men um góða veðrið.
##med3##
##med4##
##med5##