Svínoyggin eitt alternativ

Frank Davidsen

Orðaskifti um ein alternativan flogvøll sum hevur tikið seg upp seinastu tíðina hevur lítið við veruleikan at gera, tá tað snýr seg um at niðurgera verandi flogvøll.
Sum vit øll eru greið yvir, so eru Føroyar eitt oyggjaland við firðum og sundum og við høgum fjøllum, sum ger at óansæð hvar tú leggur ein annan flogvøll, so slepst ikki undan meira og minni ógvusligum turbulensi alla staðni.
Taka vit tildømis Skorðhæddina og Glyvursnes undir einum so slepst ikki undan ógvusligum turbulensi, tí við innflúgving skal flúgvast rúma tíð yvir fjøll og firðir við turbulensi, ið er líka ringur ella verri enn Mykinesfjørður. At tað so í fullum álvara verður tosað um, at eitt samfelag við 48.000 íbúgvum skal hava ein alternativan flogvøll við øllum ið hartil hoyrir, eins og eina milliarda íløgu, ja tað má sigast at vera langt úti.
Tá ein so hugsar um samferðslunetið, sum ikki hevur sín líka í heiminum hvat kostnaði viðvíkir og vit harafturat kunna ferðast úr einum enda í annan, har 85% av fólkinum býr, ja ta er eingin ivi um at Føroyar koma í Guinness metbókina, sum tað landið ið byggir flogvallir alt eftir hvussu vindurin blæsir, og tá haldi eg, at Svínoyggin er nógv tað besta alternativið til ein framtíðar flogvøll.