Fríggjadagurin, annar dagurin á G!, byrjaði við Peturi Háberg, sum var tann fyrsti av trimum Peturum á rað. Og tað var ein deilig byrjan.
Petur Háberg er navnið á bólkinum, og hann er eisini høvuðsmaður á ein hátt, tí tað eru hansara sangir, og hann syngur teir. Men teir eru ein bólkur, har sum allir sleppa at seta sítt merki á.
Ikki minst gittarleikarin, sum stillar ein vegg upp í fleiri av sangunum, har sum hinir eins og lena tónleikin upp ímóti.
Hetta er harður rokkur, men eisini penur poppur, sum ikki verður góður, fyrr enn tingini eru upp á pláss. Og tá eru fýra ting, sum skulu við: sangarin má syngja væl, og tað ger Petur. Bassur og trummur skulu koyra væl og leggja fastan botn. Og keyboardspælarin, er ein við, og tað var tað í bólkinum hjá Peturi Háberg, skal gera áhugaverd ting.
Tað var hetta, sum gjørdi konsertina góða og spennandi at lurta eftir. Sólin skein aftur í dag beint inn á pallin. Har var heilt fitt av fólki, og lagið var gott.
Vit bóðu um eykalag, og tað fingu við. Eitt gott rokklag afturat, og tá var bara eftir at skunda sær oman á sand at lurta eftir Peturi øðrum.
Meinhard Jensen