Gjáramorgunin noyddist løgregluleiðslan í Luisiana at senda umleið 1.500 løgreglumenn inn í miðbýin í New Orleans, tí tjóvar høvdu brotið inn í fleiri handlar, har teir tóku tað, sum framvegis hevði nakað virði.
-Tjóvarnir eru ikki bara í miðbýnum. Teir eru farnir at nærkast íbúðarøkjunum, hotellunum og sjúkrahúsunum, og vit mugu steðga teimum, áðrenn teir koma hagar, segði borgarstjórin í New Orleans, Ray Nagin, við AP.
Einastaðni í miðbýnum høvdu nakrir tjóvar fingið sær ein truck, sum teir brúktu til at bróta glasdyrnar á einum apoteki við. Tá teir komu útaftur, høvdu teir meiri, enn teir kundu bera, so ymsar apoteksvørur lógu og flutu í gøtunum.
Eina aðrastaðni høvdu tjóvar tikið ein vøruvogn, sum var á veg til eitt ellisheim við mati. Tá ellisheimið bað løgregluna senda ein annan bil við mati, jagstraðu tjóvarnir eisini tann bilin, sjálvt um løgreglan fylgdi honum.
Myndugleikarnir í Louisiana søgdu í gjár, at tað fer at taka minst ein mánað at fáa alt vatnið úr New Orleans, og at tað fara at ganga minst fýra mánaðir, áðrenn fólk kunnu venda heimaftur. Eisini er greitt, at tað fer at taka fleiri ár at byggja býin uppaftur.
-New Orleans verður ein spøkilsisbýur teir næstu mánaðarnar, segði ein talsmaður fyri myndugleikarnar.