Heðin Mortensen, sum ein av stigtakarunum til Tórsvøll, hevur givið út ein nýggjan ítróttarsang, sum skal føra nýggja landsvøllin í Havn fram á ein annan hátt.
? Hesin sangurin er ein liður í einum størri samanhangi, og hann skal promovera landsliðið og Tórsvøll, sigur Heðin Mortensen.
Heri Nolsøe fekk uppgávuna at gera sangin til Tórsvøll, og tað hevur hann gjørt í sínum oyrafallandi stíli.
? Eg fakk uppgávuna í november, og sjálvt um hetta er ein umbiðin sangur, so havi eg hjartað við, tí eg haldi tað er rætt, at høvuðsstaðurin hevur eitt landsstadion, soleiðis er tað alla aðrastaðni, sigur hann.
? Eftir at sangurin var gjørdur fekk eg Finnur Hansen at leggja tónleikin til rættis, og tá vit skuldu taka sangin upp, fingu vit fyri fyrstu ferð Karl Martin Samuelsen og Ronnie Nielsen at syngja saman.
? Eg veit væl, at Tórsvøllur er eitt eymt evni, men at ein nýggjur grasvøllur kemur í Havn, hevði komið øllum føroyingum væl við.Og eg vóni at hesin sangurin kann stuðla undir ætlaninini, sigur Heri Nolsøe.
Sangurin er upp tikin Jak Zac Studio í Havn, og fæst ikki til keyps enn. Bert fá eintøk eru gjørd av fløguni, sum ivaleyst verður at hoyra í Útvarpinum komandi tíðina.










