Europa Cup fyri kvinnur

Fótbóltur: UEFA vil ikki hava fíggjarligu ábyrgdina av eini europeiskari kapping fyri kvinnulið

Ein Europa Cup-kapping fyri feløg í kvinnufótbólti? Tað var eitt av heitastu evnunum á ráðstevnuni í London í seinasta mánaði. Aðalskrivarin hjá UEFA, Gerhard Aigner, var á hesum økinum varin, tá hann sum tann fyrsti á ráðstevnuni hevði orðið. Hann setti spurningin, um tíðin var tann rætta at gera eina slíka kapping, og legði afturat, at hóast UEFA avgjørt ikki var ímóti hugskotinum, so skal ein tílík kapping hvíla í sær sjálvum fíggjarliga og ikki vera tengd av »gávum« frá UEFA.

Tikið varð væl undir við hesum hugskotinum og hildið varð, at hetta fór at geva spælarum størri avbjóðingar og meira at spæla fyri, eins og tað fór at vera fremjandi fyri kvinnufótbóltin í sjálvum sær.

Týski Siegfried Dietrich hevði eina framløgu, har hann vísti, hvussu týska bundesligain hjá kvinnunum er bygd upp og vísti eisini á, at tað verður lættari og lættari at útvega sponsorar til kvinnufótbóltin ? enn eitt tekin um, at ein menning hevur verið og er á hesum økinum.

Avbjóðingin er nú at koma við einum uppskoti um, hvussu ein Europa Cup-kapping fyri kvinnur kann skipast fíggjarliga, tí sum UEFA-aðalskrivarin segði, er tað ein treyt, at UEFA ikki situr eftir við rokningini. (Kelda: UEFA Flash)