hevði tað ganga landinum og vinnuni. Vit siga ikki við hesum, at umrøddu stovnar ikki gera sítt arbeiði, sum teir eiga. Vit vilja bert vísa á nøkur viðurskifti, sum átti at fingið størri prioritet. Er so [...] hetta nakað, sum átti at verið tikið upp. Tí tað kann ikki vera rætt, at fyri tað fyrsta lata vit føroyingar vera við at fiska sera dýran fisk, sum svimur í okkara egna sjógvi og harnæst lata vit aðrar sleppa [...] gjørdi á baksíðu blaðsins í farnu viku vart við eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í pressuni í seinastuni - túnfiskurin, sum hann málbar seg. Vit skulu ikki viðgera tekningina, tí hon talar sítt greiða
hann sær so ósekur út á skýggjanum, sum bert Sámal Petur kann. Men hetta lata vit fara, vit kunnu venda aftur til hetta eina aðru ferð. Tað er meira umráðandi, at vit fáa eitt orðaskifti um samferðsluna [...] síggja - eisini landsstýrismaðurin. Vit vilja fegin her sterkt undirstrika, at vit halda, at landsstýrismaðurin eigur at fáa politiskan stuðul til at útvega eitt nýtt skip í staðin fyri Trónda. Men vit vita [...] at tað er neyðugt javnan at gera íløgur. Verður hetta ikki gjørt javnan, so fáa vit fløskuhálsar. Tað er júst tað, sum hent er á samferðsluøkinum. Tá ið so fløskuhálsarnir koma, taka okkara landsstýrismenn
er ikki øllum beskorið. Oftani hava vit so fastlæstar meiningar, at dialogurin tænir ongum endamáli. Tað eru so eisini tey, sum onga meining hava um nakað og sum eru vingliskøltar - gera bara tað, ið [...] niðurstøðu fyrr - hví hevur hann havt so lítla føling við tí, sum bylgist á hesum stóra arbeiðsplássinum! Og her koma vit ikki uttan um tey embætisfólk, sum liggja millum arbeiðsplássið/starvsfólkini/sjúklingarnar [...] landsstýrismanni til handa - eisini at vera boðberi hjá teimum starvsfólkum og sjúklingum, sum hoyra til hansara starvsøki. Tvs. at partur av arbeiðinum hjá embætisfólkum má eisini vera at bera arbeiðsgevaranum
sína fremstu skyldu, sum er at umsita eitt málsøki eftir lógarinnar bókstavi og ikki minst hennara anda. Vit fara tí enn einaferð at heita á landsstýrismannin um at lata skil, vit og sakkunnleika ráða [...] HAVA vit ikki enn fingið nóg mikið av sterkum monnum, sum halda seg automatiskt fáa skil fyri øllum í somu løtu, teir gerast landsstýrismenn? Er hetta tann nýggja og betraða rættartrygdin, at ein land [...] landsstýrismaður einvíst tulkar lógirnar, sum tað passar honum? Er einaveldið komið aftur í politiska hásætið? NÚ má vit, skil og sakkunnleiki aftur takast í álvara her á landi. Nú mugu embætismenninir sláa
samráðingarnar eru í trúnaði er lítið ítøkiligt vit kunnu tríva í, treyðugt so, ísakalda klimaiið, sum er íkomið, kann eisini siga okkum nógv og fáa tann, sum hevur fylgt málinum øll hesi ár, at gera sær [...] teir, sum hava skapt ein trupulleika, og tí eru tað eisini teir, sum mugu loysa upp fyri honum. Spurningurin tykist í løtuni vera, hvussu nógv føroyingar vilja førka eina miðlinju vestureftir! Vit hava [...] fund - um nakað er at tosa um - sigur so mikið sum, at eingin av pørtunum hevur flutt seg nakað á fundinum. Nú vóru tað føroyingar, sum átti útspælið og vit kunnu ímynda okkum, at teir als ikki eru komnir
Kanska tí at vit hava ikki tosað við teir røttu fakmenninar í øðrum londum, har henda veiða hevur verið in leingi. Nú eru vit so við at byggja nakað upp, fyrst og fremst vitan, sum so eisini kann vera neyðugi [...] ígongdsetarin fyri teir, sum vilja seta pengar í hetta. Nú hoyra vit, at føroyingar vilja ikki seta pengar í nakað sum helst, tí eingi lønandi projekt eru. Kanska tunfiskaveiða er nakað, sum nakrir av okkum skulu [...] verður gott, soleiðis at vit kunnu fáa okkurt ítøkiligt burtur úr. Í løtuni er talan um royndarveiðu, sum japanarar einki gjalda fyri. Vit sleppa at hava observatørar umborð og vit hava atgongd til allar
í mentamálum síggja vit nógvar smærri játtanir til ymiskt á mentanarøkinum. Hvat hesar íløgur fara at kosta, tá avtornar vita vit ikki, men nakað verður tað so tilsamans, sum vit ikki kenna avleiðingarnar [...] ikki løgmaður, sum hevur tvíhildið um, at vit hava fingið heimastýrið aftur? ÁLVARATOS, er tað nakað, vit hava brúk fyri, so er tað vinnuligt virksemi. Og her er ein verkætlan í Fuglafirði, sum ikki kann bíða [...] í mentamálum síggja vit nógvar smærri játtanir til ymiskt á mentanarøkinum. Hvat hesar íløgur fara at kosta, tá avtornar vita vit ikki, men nakað verður tað so tilsamans, sum vit ikki kenna avleiðingarnar
mætari enn Pauli Ellefsen, sum heldur, at vit kundu ikki havt betri løgmann. Tað sama siga heili 7 prosent av føroysku veljarunum. Alt hetta merkir, at dagarnir hjá Edmundi Joensen sum politiskur leiðari helst [...] fíggjarnevndin fær tí úr at gera. TAKA vit leiklutin hjá løgmanni, so var hann ikki til steðar, tá fíggjarlógaruppskotið varð viðgjørt. TAð er annars tann lóg, sum er grundarlag undir rakstri samfelagsins [...] eina aðra hugsan. TRUPULLEIKARNIR, sum hava stungið seg upp viðvíkjandi løgmanni, eru ikki bara trupulleikar í Sambandsflokkinum ella ís amgonguni. Teir hava eisini ávirkan á støðuna og á gongdina í s
hugsað verðum um tað, sum fyrrverandi tingmaður sambandsfloksins, Finnbogi Arge sigur við Sosialin leygardagin, so fær hetta bara bikarið at flóta yvir. Og tá vit so haraftat taka tað, sum aðrir sambandsmenn [...] tá teir leggja eftir sínum egna formanni og løgmanni skulu vit lata onnur at døma um í hesum umfarinum. Men vit halda bert, at ein flokkur, sum hevur bjóðað seg fram til at stjórna landinum, ið er so ósamdur [...] tey fólk, sum hava valt løgmann, ið hava ein trupulleika. Nevniliga tann at tey bjóða flokk sín fram at stjórna landinum uttan at hava tryggjað Føroya fólki,. at tann persónur, sum tey vísa á sum løgmannn
rin, sum eftir øllum at døma hava mett, at tað loysir seg ikki at hava virkið í Miðvági gangandi. Tað er rætt og slætt ikki økonomiur í tí meira. Hetta er tað vit frætta, men vit frætta so eisini, at júst [...] ikki til at hava eitt virki gangandi, um eingin fiskur er. Men soleiðis sum vit hava skilt málið, er tað ikki júst trot á fiski, sum er orsøkin, til at virkið má stongja. Heldur man hetta hava nakað við [...] marknaðarbúskapsprincippum, tá kvettir tú eisini lívæðrina til ein stóran part av Føroyum av. Vit vilja varðveita búpláss uttan fyri miðsteðarøkið og tí mugu vit solidariskt vera við til at halda lív í hesum