kendan klaksvíking, Franklin Ziska, fyri honum sum svág hjá Hákuni Djurhuus, sála, fyrrverandi løgtinsmanni, løgmanni og fólkatingsmanni fyri fólkaflokkin, helt Franklin fyri, at Hákun var stoltur av at vera [...] finna aftur til tað dagliga, samstundis sum skúlarnir gera klárt til í komandi viku at taka ímóti teimum, sum fara undir eitt nýtt skúlaár. Veðrið er eisini komið aftur í sítt vanliga lag. Hóast fleiri [...] Oyrafjall, Kjølin og Kunoyarnes, fram ímóti middegi kendist úr honum, og út á seinnapartin regnaði. Fyri tey, sum leygardagin høvdu latið hoyggj vera hoyggj og í staðin luttóku í veitsluhaldinum í Klaksvík
soleiðis at skilja, at hann neyvan hevur verið her fyri seinastu ferð. Í fjør vitjaði hann í samband við sangskeiðið sum Heimamissiónin skipaði fyri norðuri í Nesvík, og tá hevur hann ivaleyst fingið hugskotið [...] spældi sera væl og tøkk skulu teir hava fyri gott spæl. Jon Lotterud spældi tangentar og sang, Harald Skullerud spældi trummur og slagverk, Helge Harstad spældi á teimum ymsu bassunum og Hallgrim Bratberg spældi [...] eisini sangir, sum fangaðu áhoyrarnar væl. Nú er at siga um Jon, at hann hevði havt sín fingur við í teimum flestu løgunum sum vórðu spæld, og hann tekur tí rættuliga viðkomandi evni upp í tí hann skrivar
Løgmansrøðuni um henda høvuðssetning landsstýrisins. Tá hetta er nakað nýtt, at ein meiriluti av teimum fólkavaldu vilja ganga hesa leið, er ikki so undarligt, at ein ávís mótstøða er; tað vilja altíð [...] hóttafall og armóð, um broytingin vinnur frama. Henda mótstøða er ikki bara av tí ónda, hon gevur eisini teimum framburðssinnaðu nýggjar kreftir at fyrireika sína ætlan enn betur. Tunnar grundgevingar frá andstøðuni [...] tað, sum vit ætla - æraðu tingmenn, vit ætla nemliga at arbeiða undir skipaðum viðurskiftum. Stig fyri stig um tú vilt! Men nú ganga stigini ikki bara runt í eini karosell, tey ganga málrættað fram ímóti
hvalbingar kortini, tá teir vitjaðu í Runavík um vikuskiftið. Dysturin millum Royn og NSÍ var ikki av teimum bestu. Tað bleiv mest til eitt stríð miðvøllin, og teir heilt opnu møguleikarnir vóru rættiliga spjaddir [...] heilt reint, og ein NSÍ-ari var seinastur á honum, áðrenn hann fór í málið. Gullok bleiv skrivaður fyri málið, men talan var so at siga eins nógv um sjálvmál. NSÍ, sum hevði meginpartin av spælinum, men
tíðliga í dystinum, og tað var ein dyggur smeitur fyri sumbingar, sum vóru komnir norður at dyrgja eftir tí eina stiginum, teir høvdu frá byrjan. Aftan fyri 0-2 tíðliga í dystinum var einki endamál í at liggja [...] á stongini, men tá var ÍF longu langt frammanfyri. Sumbingar vóru skerdir til dystin. Tríggir av teimum, sum vanliga byrja inni, vóru leikbannaðir, og tað merkist hjá Sumba, sum ikki er av størstu feløgum [...] brotið beinið, og í hansara stað var venjarin Piotr Krakowski komin inn á aftasta pláss. Jazek er komin fyri seg eftir skaðan fyrr í ár, og har frammi legði Mariniak Maciej lunnar undir fyrsta ÍF-sigurin í ár
000, og tað er væl meiri, enn tað plaga at hyggja at, tá Herfølge spælir í Parkini ? og takkaðu teimum fyri stuðulin. Og í umklæðingarrúminum var stúgvandi fult av tíðindafólkum. ? Teir vóru sum flugur rundanum [...] Vit sótu í teimum, og tað var sjáldan, at teir komu til møguleikar, greiðir Jákup Mikkelsen frá. Komandi sunnudag skal hann á heimavølli spæla ímóti Aarhus Fremad, og við allari virðing fyri mótstøðuliðnum [...] Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins er Herfølge á odda í donskum fótbólti. Oddasessurin ger altíð, at pressan vísir tær serligan ans, og soleiðis var tað eisini hjá Herfølge sunnudagin. Tá 3-0 sigurin á
Fyri fyrstu ferð síðani danir vóru við til at seta fót fyri royndunum hjá svium og hinum europeisku londunum at velja Lennart Johansson til formann í FIFA, hittust norðurlendsku fótbóltssambondini til [...] tímarnar, teir vóru á fundi. Kappingin Fyri føroyskan landsliðsfótbólt kom tað stak væl við, at fundurin samdist um, at nú skal farast undir eina norðurlendska kapping fyri landslið. Tað verður roknað við, at [...] er týdningarmikið at hava okkurt ítøkiligt at samstarva um ístaðin fyri bara at tosa saman, og so hevur tað ítróttarligan týdning fyri føroyskan fótbólt: ? Hjá okkum kom hetta stak væl við. Okkara trupulleiki
Intertoto Cup. Stigini, sum teir vunnu fyri summarsteðgin, fara ongan veg, og teir verða neyvan hóttir av niðurflyting og kvalifikatión, men tað verður tungt hjá teimum at draga serliga nógv stig afturat í [...] eftir steðgin, og einar tvær ferðir vóru teir um at nærkast málinum hjá NSÍ og Abrahami Hansen, sum fyri tað mesta var arbeiðsleysur í síni fyrstu roynd sum málverji á besta NSÍ liðnum, men luftin fór úr [...] Gylta løtan Tað gekk ein rúm løta, áðrenn NSÍ fekk hol á. Teir høvdu bóltin mest, og tað mesta gekk fyri seg á ytru hálvuni, sum VB vardi fyrra umfarið, men tað gingu meiri enn tjúgu minuttir, áðrenn teir
ikki tann, sum hon er hjá flestu liðunum í bestu deildini, men fatanin fyri fótbóltsspælinum, bóltførleikin og samanspælið hjá teimum næstbestu í GÍ og HB, sum leygardagin spældu í Sarpisgerði, man væl tola [...] royndi seg úr ellivu metrum, Carsten Andersen tveitti seg í fulla longd (og tað er langt!) til høgru fyri seg sjálvan og hálvbjargaði, HBararnir stóðu á hælunum og frøddist um bjargingina, og eftir eitt sindur
á heimaliðnum væl at vera greiðir yvir. Teir løgdu fyri við stórum áræði og nógvari ferð. Tað var einki við at botnliðið kreyp í djúpari virðing fyri havnarmonnum, ella hvørjir teir nú eru, sum manna toppin [...] minst líka væl við, sum oddaliðið var tað, og á hálva tímanum var tað sera óheppið fyri tvørámenn, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa mál, tí tá høvdu teir eftir lítlari tvær ferðir høvi at skora. Dan Mortensen [...] er væl fyri. Landsliðsmaðurin umsetti brotsspark til 3-1, tá tað restaði eitt korter. Tað var í sambandi við frísparksinnlegg, at dómarin dømdi Óla Johannesen at hava felt Hans á Lag. Og stutt fyri leiklok