GÍ slerdi sigurin fastan í síðstu løtu

Fótbóltur: GÍ vann 3-0 á HB, men endaliga avgerðin fall ikki fyrr enn seint í dystinum

Venjingarstøðan er ikki tann, sum hon er hjá flestu liðunum í bestu deildini, men fatanin fyri fótbóltsspælinum, bóltførleikin og samanspælið hjá teimum næstbestu í GÍ og HB, sum leygardagin spældu í Sarpisgerði, man væl tola at verða sammett við tað hjá fleiri av liðunum, sum spæla í bestu deildini.

Besta liðið hjá GÍ hevði spælt frammanundan, so onkrir av skiftisspælarunum, ið ikki vóru komnir inn í tí dystinum, spældu við, og gøtumenn nutu serliga gott av, at skilagóði Erland Tvørfoss var á miðvøllinum og Samson Nesá í miðverjuni.

Talan var ikki um nógvar upplagdar málmøguleikar, og Rúni Joensen í GÍ málinum og Carsten Andersen í HB málinum vórðu ikki ofta settir á stórar royndir.

GÍ kom á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Eftir innlegg úr vinstru og skotroynd úr stuttari fjarstøðu, dømdi Jón Kári Frederiksen brotsspark, tí ein av HB verjuspælarunum stýrdi bóltinum við arminum. GÍ liðformaðurin, Heini Heinason, royndi seg úr ellivu metrum, Carsten Andersen tveitti seg í fulla longd (og tað er langt!) til høgru fyri seg sjálvan og hálvbjargaði, HBararnir stóðu á hælunum og frøddist um bjargingina, og eftir eitt sindur av aftur og fram fekk Leivur Hansen, vongverjin í vinstru hjá GÍ, bóltin um strikuna.

Seinna umfarið vóru heldur ikki nógvir møguleikar, men HB fekk stóran møguleika at javna, tá GÍ verjuspælari ? støðan líktist nógv henni, tá Brian Laudrup javnaði ímóti Brasila! ? snittaði afturav. Skotið hjá álopsmanninum fór dygst omanfyri.

HB flutti fólkið fram síðstu løtuna, og tað gav baksláttur. Pól Andreas Jacobsen fór sjálvur, tá hann fekk stungið fram ímillum tunnu verjuna, og so var 2-0. Tá vóru 87 minuttir farnir, og í síðstu løtu skoraði Heini Heinason. Leivur Hansen sendi fram í vinstra horn, skjóti Petur Sjúrðaberg rann bóltin upp og legði uppá tvørs, og skjóti álosmaðurin líka sum rann bóltin í kassan.