Styrkin hjá Royn er sum oftast, at teir eru sterkir á grasvøllinum heima í Hvalba, meðan tað gongur meira striltið við at fáa nakað burtur úr á útivølli.
Ein av heldur sjáldsomu útisigrunum fingu hvalbingar kortini, tá teir vitjaðu í Runavík um vikuskiftið.
Dysturin millum Royn og NSÍ var ikki av teimum bestu. Tað bleiv mest til eitt stríð miðvøllin, og teir heilt opnu møguleikarnir vóru rættiliga spjaddir.
Hvalbingar tóku leiðsluna miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir eitt væl gjøgnumspælt álop heilt afturi frá verjuni, og Sasha Vukotic var seinastur á bóltinum.
Royn spældi nógv við at senda bóltin úr verjuni heilt fram í álopið, og tað var ein av hesum longu bóltunum, sum Eyðun Svalbard, ið nú spælir við Royn, fekk fatur á. Hann skuldi skjóta, men rakti ikki bóltin heilt reint, og ein NSÍ-ari var seinastur á honum, áðrenn hann fór í málið. Gullok bleiv skrivaður fyri málið, men talan var so at siga eins nógv um sjálvmál.
NSÍ, sum hevði meginpartin av spælinum, men ikki megnaði at spæla seg fram til teir stóru kjansirnar, fekk minkað um munin, tá eini tíggju minuttir vóru eftir. Runavíkingar vóru vandamiklast, tá teir høvdu hornaspark, og tað var eitt av hesum, sum varð skallað útfrá. Bólturin varð skallaður inn aftur í brotsteigin, og Sonni L. Petersen kundi púra leysur skora til 1-2.
Men tíðin var runnin út, og Royn kundi fara suður um aftur við trimum stigum í viðførinum, meðan NSÍ ikki slapp av niðasta plássinum í deildini.