Tað hevur ikki verið so stuttligt at verið ÍF-ari í ár. Liðið hjá fuglfirðingum hevur havt trupult við at gera mál, og tað hevur merkt, at ÍF fram til sunnudagin ikki hevði vunnið í 1. deild.
Burtursæð frá dystinum móti VB hava ósigrarnir hjá ÍF verið teprir, men tað hevur so ongantíð eydnast at fingið trý stig burtur úr einum dysti. Ikki fyrr enn sunnudagin.
Sumba var í Fuglafirði, og har trívast teir ikki væl. Í steypakappingini fyrr í ár taptu sumbingar 11-0 í Fuglafirði, og tað úrslitið var ikki langt frá at endurtaka seg.
ÍF vann 6-0, og møguleikarnir vóru til fleiri mál. Skoytast skal upp í, at sumbingar tvær ferðir høvdu bóltin á stongini, men tá var ÍF longu langt frammanfyri.
Sumbingar vóru skerdir til dystin. Tríggir av teimum, sum vanliga byrja inni, vóru leikbannaðir, og tað merkist hjá Sumba, sum ikki er av størstu feløgum í landinum.
ÍF hevði tríggjar póllendingar á vøllinum sunnudagin. Torstein Joensen hevur brotið beinið, og í hansara stað var venjarin Piotr Krakowski komin inn á aftasta pláss. Jazek er komin fyri seg eftir skaðan fyrr í ár, og har frammi legði Mariniak Maciej lunnar undir fyrsta ÍF-sigurin í ár við at gera tvey tey fyrstu málini.
Bæði komu heilt tíðliga í dystinum, og tað var ein dyggur smeitur fyri sumbingar, sum vóru komnir norður at dyrgja eftir tí eina stiginum, teir høvdu frá byrjan. Aftan fyri 0-2 tíðliga í dystinum var einki endamál í at liggja afturi, og tað gav eisini ÍF betri sømdir.
Egil Zachariasen økti til 3-0, áðrenn sumbingar høvdu fyrstu royndina á stongina.
Í seinna hálvleiki fekk Egil eitt afturat, og móti endanum øktu Áslakkur Petersen og Bárður á Lakjuni til endaliga úrslitið 6-0.
Tá var Dánjal Johan Joensen longu rikin av vølli fyri sítt næsta gula kort, og tað gjørdi ikki uppgávuna hjá sumbingum í regninum í Fuglafirði lættari.
Tvey tey seinastu málini vóru rættiliga tilvildarlig. Tað hjá Áslakki var eitt langskot, sum rakti ein mann í nakkan (bólturin hevði helst farið inn kortini), og tað hjá Bárði var eisini eitt skot, sum varð avrættað.
Við sigrinum tók ÍF seg upp um Sumba og er nú omanfyri niðurflytingarstrikuna. Sumbingar noyddust enn einaferð at ásanna, at tað gongur sera striltið á útivølli, har teir hava tapt sjey ferðir higartil í landskappingini. Nú hava teir verið í Eysturoynni tvær ferðir upp í slag og hava tapt tilsamans 12-0!
Komandi leygardag taka sumbingar ímóti B36, sum er væl fyri í løtuni.
Um ÍF tá megnar at fáa nakað burturúr á Toftum móti B68, meðan Sumba tapir á Krossinum, kann tað gerast tungt hjá sumbingum at fáa ÍF aftur.
Tann 30. august spæla ÍF og TB í Fuglafirði, og tá kann ÍF meir ella minni tryggja sær plássið í 1. deild eisini komandi ár.










