fyri. - Vit kunnu altíð umrøða, hvørt tað er rætt, at tað almenna rindar minstuløn til menn, ið eru við skipum, sum ikki fáa raksturin at hanga saman, tí ov lítið er til av eitt nú toski og hýsu. Hinvegin [...] trupult at fáa menn at fara til skips. - Tá tað gongur væl, verður lítið ella einki útgoldið í inntøkutrygd, tí tá fer inntøkan yvir tað, sum trygdin gevur. Tað er hinvegin, tá tað gongur galið, at skipanin [...] útgoldnum hýrum. - Sum eg nevndi, eiga vit ikki at hyggja upp á inntøkutrygdina yvir eitt ár, men yvir fleiri ár. Hinvegin dugi eg at síggja, at hesi 8%, sum talan er um eitt ár sum í ár, rættiliga hevði verið
bar ikki til at brúka tað saman við tí enska. Um hetta mundið kundu vit ikki ringja sum í dag. Einasti mátin at fáa samband við umheimin var at senda fjarrit. Mangan gekk ein hálvur dagur at fáa fatur á [...] gekk meiri uppí, at selja væl og nógv. Var lítið at gera stúrdi eg fyri framtíðini. Tá ið oljukreppan var fyrst í sjeytiárunum var nógv minni at gera, tó var ongantíð, at einki var at gera. Kreppan fyrst [...] byrjaði aftur at arbeiða fisk kom gongd á aftur. Klaksvíkin er so mikið viðbrekin, tí so nógv fólk starvast í fiskivinnuni. Tað merkist eisini hjá mær, tá ið lítil fiskur er. - Eg kann ikki siga, at eg havi
heilsumálaráðnum, sum ikki er fevnd av landssjúkrahúsinum. Tað vil siga tað tey rópa sálarfrøðilig fyrsta hjálp. At Jógvan hevur valt hesa leið er ikki løgið, um tú hyggur eftir fortíð hansara. Tí longu [...] Havnarmaðurin Jógvan Jensen er í dag 58 ára gamal. Líka síðani hann trein á arbeiðsmarknaðin sum ungur maður, hevur hann starvast innan sálarliga krevjandi størv. Hann er útbúgvin portørur og frá 1980 [...] 1980 og fram til ár 2003 var tað hetta hann fekst við. Í dag er hann tilbúgvingarleiðari á Ansni. Hann og starvsfelagin Jóhannes Nilssen hava í dag ábyrgdina av allari sálarfrøðiligari tilbúgving undir h
F. Hansen, at kanska var avgerðin ikki tikin júst á veg til Havnar, men hann ásannar, at nú hann hevur tikið av og er valdur til formann í Føroya Arbeiðarafelag, fer hann at ganga upp í hetta álitisstarv [...] Bergitta sigur, at hon sjálvandi fer at stuðla manni sínum alt tað, hon er ment, nú hann hevur tikið við leiðsluni í Føroya Arbeiðarafelag. Spurd, um Georg var í iva um formanssessin, um høvi at gerast formaður [...] Portalurin spurdi eisini Bergittu Hansen, um hon væntar, at maðurin nú verður meiri burtur, enn hann hevur verið. - Nei, tað dugi eg ikki at siga, tí hann er so sjáldan heima kortini, sigur hon brosandi. Bergitta
hann heldur, at tann er ein sannur heiður at verða í hesum starvi. - Jú, satt at siga, so stórtrívist eg í starvinum, sigur hann. Men, keypir borgarstjórin jólagávur? - Tað lætta svarið er, at mín betra helvt [...] Ja, eg vil siga, at henda tíðin fyri meg er ein hin besta í árinum, sigur borgarstjórin. Vit kunnu leggja aftrat, at borgarstjórin í Eysturkommunu, sum nú situr á ovastu rók í kommununi, er føddur hin [...] sum verður avgreitt á jólum, men okkurt er at takast við, sigur hann. Hvussu hevur tú trivist í starvinum sum borgarstjóri? - Tann fyrsta tíðin var strævin, tó at eg kanska lendi bleytt. Umsitingin og fólkini
kunnleikin er, tess betri er møguleikin fyri, at børn verða uppdagað tíðliga og tískil kunnu fáa hjálp. Og tað er ætlanin við bókini. - Við bókini vóni eg eisini at fáa fatur á breiddini, tað vil siga, á teimum [...] nevniliga áðrenn barnið fer at sansa fjarumhvørvið og áðrenn barnið sjálvt fer at taka ímóti ytra umhvørvinum sum slíkum, tað vil siga í móðirlívi. Umhvørvið alt at siga Umhvørvið er sum nevnt ikki orsøkin [...] umframt, at bókin er ætlað sum hjálp hjá foreldrum at teimum sokallaðu sansaskipanarbørnunum. Um ymsu starvsbólkarnir sakna vitan um hesi viðurskifti, sigur Tóra Tóroddsdóttir. - Hetta er eitt serøki og
líkasum er reglan, at fólk flest eiga at arbeiða, er Thomas Koba sannførdur um, at hann hevur heimsins besta starv sum filmsmaður í Føroyum. At filmsframleiðsla er so nýggj enn her heima ger eisini, at tú [...] sjálvt um hann dugir at síggja, at hann er vorðin dugnaligari og er heilt væl nøgdur við onkur av sínum avrikum, forðar tað ikki Thomasi Koba í at finna okkurt afturat at stúra fyri. - Tað er altíð hasin óttin [...] Tí nettup tað, at fyritøkan er so lítil ger, at skaðin er rættiliga avmarkaður, um uppgávurnar fækkast ella hvørva heilt. - Tað ringasta, sum tá kann henda, er at Kovboyfilm gevst. Verri er tað ikki. Vit
framhaldandi fara at klára at liva við, sigur Jacob Vestergaard, sum leggur aftrat, at útgangsstøðið hjá Føroyum er, at vit laga okkara vinnu eftir tí fiski, sum er í føroyskum sjógvi, og tað er í fyrsta lagi [...] einki minni enn tað. Tí er tað burtur við og heilt undarligt, at ES og Noreg taka slík stig. Hetta er óhoyrt í altjóða samanhangi. Men hetta eru viðurskifti, sum vit hava klárað at livað við, og sum vit [...] Noreg. Er uttanandsnevndin til reiðar at ofra hesar sáttmálar fyri makrelin? - Nú hevur uttanlandsnevndin ikki viðgjørt hetta so ítøkiliga, og tí skal eg ikki taka alla uttanlandsnevndina fyri at siga nakað
arbeiðið komið so langt, at íbúðarblokkurin byrjaði at taka skap. Um hetta mundið vóru báðir endarnir reistir, men annars einki. Tey bæði gingu tá inn í bygningin, fyri líkasum at fáa eitt “fornemmilsi” [...] brosandi frá. Men eftir at hava búð her síðani í mars mánaði í fjør, eru bæði hon og maðurin sera væl nøgd við alt í íbúðini. - Hetta er besta avgerðina sum vit hava tikið, siga Rannvá og Eyðálvur við ein
skuldi taka sær av øllum. Men Vitalie er fult greiður yvir, at hetta er ein alt ov stór ábyrgd at leggja á ein tanáring, og tí hevur hann skipað soleiðis fyri at fólk úr kirkju hansara gera reint her og [...] sangir. At byrja vóru tey 10, men tað var skjótt at talið tvífaldaðist og at enda vóru tey farin at nærkast teimum 100. Tað gekk væl at savna tey uttandura um summarið, men um veturin var neyðugt at leiga [...] ikki finst her í býnum. - Okkara land er hart rakt av altjóða fíggjarkreppuni. Dreymurin er at vaksa um arbeiðið, tí eg dugi bara at síggja, at tørvurin á neyðhjálp er her – og hann bara veksur, slær pastor