Tey vóru sera spent eftir hesum, og fylgdu við, hvussu gekk við byggingini. Tey vitjaðu við millumbilum í økinum, og ta einu ferðina var arbeiðið komið so langt, at íbúðarblokkurin byrjaði at taka skap.
Um hetta mundið vóru báðir endarnir reistir, men annars einki. Tey bæði gingu tá inn í bygningin, fyri líkasum at fáa eitt “fornemmilsi” av nýggja heimi teirra.
- Tá eg stóð har á gólvinum í tí, sum einaferð skuldi gerast okkara íbúð, tonkti eg við mær sjálvari: - Harragud, Rannvá. Hvat hava vit gjørt? Hvussu í víðu verð skulu vit kunnu liva og búgva í hesi lítlu kroysini? Ja, tá ivaðist eg eina lítla løtu.
- Og veitst tú hvat, - eg svav ikki ta náttina, tí eg lá bara og hugsaði um vit nú høvdu tikið røttu avgerðina ella ikki, greiðir Rannvá brosandi frá.
Men eftir at hava búð her síðani í mars mánaði í fjør, eru bæði hon og maðurin sera væl nøgd við alt í íbúðini.
- Hetta er besta avgerðina sum vit hava tikið, siga Rannvá og Eyðálvur við ein munn.
LES EISINI GREININA "OKKARA BESTA AVGERÐ"!!