4. partur:
- Nú mást tú ikki blíva kløkkur, tá vit koyra oman til hesi húsini. Hetta er ein av familjunum, sum eru eina ringast fyri, greiðir Vitalie frá.
Hann er ovurfegin, nú hann setir seg við róðrið í hvítlitta bussinum. Hann fekk bussin fyri fáum døgum síðani, - so fáum, at enn er búmerki hjá Skandinavisku Barnamissiónini ikki fest á bussin.
Hóast hetta hava fólk longu vant seg við unga prestin við tí hvíta bussinum. Tey vita, at tá hann kemur á gátt, so er tað altíð við tí góða:
Tað kann vera eitt gott orð í rættari tíð; tað kann vera eitt plagg til eina illa klæddan; tað kann vera við mati til eina svanga familju; ella tað kann vera við ungum fólkum, ið vilja gera ein góðan gerning fyri húsfólkið.
Í dag er uppgávan ein heilt onnur – ella rættari sagt: Ein samantvinnan av øllum hesum uppgávunum. Henda familjan er so mikið illa fyri, at tey hava brúk fyri allari hjálp. Og taka eisini fegin ímóti allari hugsandi hjálp.
Støðan er tann álvarsama, at pápin er deyður. Tann elsti sonurin í húsinum, Denis, fór til Ruslands at finna sær arbeiði, soleiðis at hann kundi senda pening heim til mammuna og yngru systkin síni. Av tí at eingin peningur kom hagani, royndi mamman at gera tað sama, men henni hava børnini einki hoyrt frá tann seinasta mánaðin.
Eins og greitt varð frá her í Sosialinum 6. juni var tað tí tann elsti av teimum eftirverandi – 14 ára gamli Maarin – sum var hann ið skuldi taka sær av øllum.
Men Vitalie er fult greiður yvir, at hetta er ein alt ov stór ábyrgd at leggja á ein tanáring, og tí hevur hann skipað soleiðis fyri at fólk úr kirkju hansara gera reint her og geva teimum mat hvønn einasta dag.
- Ja, tú sært, at hetta er støðan bert hjá hesi einu familjuni. Men tað eru nógvar familjur sum eru í somu støðu sum hesi. Hetta er bara ein av mongum familjum í neyð, slær hann fast.
- Eingin kann hjálpa øllum, men øll kunnu hjálpa einum. Tað royna vit at gera, hóast vit vita, at tað finnast nógv onnur sum eru í somu støðu sum hesi. Ella hava tað uppaftur verri.
Sangur í skóginum
Pastor Vitalie dugir ikki rættiliga at siga, hví hann fekk – ella hví hann hevur – so stórt hjarta fyri børnunum í býnum Cornesti, sum liggur 80 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin, Chisinau.
Ein orsøk kann vera, at hann er vaksin upp í stórari familju, har pápi hansara var foreldraleysur. Men tá hann hugsar seg væl um, finnur hann onga aðra orsøk enn hana, at Gud legði eina neyð fyri hesum børnum í sítt hjarta.
Hann er heldur ikki ættaður úr Cornesti, men úr einum býi nakað væl hagani. Tað var tó meðan hann gekk á prestaskúlanum, at hann gav Gudi tað lyfti um at gera nakað fyri hann, tá útbúgvingin var liðug.
- Eg hugsaði um at fara til Georgien, Aserbadjan ella Rusland at arbeiða, men Gud vísti mær ístaðin á støðuna hjá børnunum í Cornesti. Her ynskti eg at verða, men tann stóri spurningurin var: Hvussu í víðu verð byrjar ein fremmandur í býnum eitt arbeiði millum børnini her?
Hansara kreativu evni komu honum til góðar, og við tónlistarligu evnum sínum avgjørdi hann at syngja saman við børnunum. Sjálvur hevði hann ikki ráð at keypa sær ein guittara, og tí mátti hann bara læna ein slíkan frá musikkskúlanum.
Ein summardag í juni mánaði fyri seks árum síðani, tók hann guittaran við sær út í skógina og byrjaði bara at syngja nakrar av sangunum, sum honum dámdi.
Fastbúgvandi
Vitalie noyddist ikki at bíða leingi, fyrrenn tey fyrstu forvitnu børnini byrjaðu at koma, fyri at hoyra henda sjáldsama mannin syngja oyrafangandi sangir.
At byrja vóru tey 10, men tað var skjótt at talið tvífaldaðist og at enda vóru tey farin at nærkast teimum 100. Tað gekk væl at savna tey uttandura um summarið, men um veturin var neyðugt at leiga ein bygning í býnum.
Hetta kostaði sjálvandi pening, sum hann mátti punga út við. Ein annar veruleiki var eisini hann, at støðan hjá fleiri av børnunum var rættiliga vánalig heima við hús. Ein teirra í hesi støðuni, var omanfyri nevndi Denis, hvørs støða heima var so vánalig at hann hvørki kundi ella vildi vera heima við hús.
Denis fekk tí møguleikan at sova í hølunum hjá kirkjuni. Og hetta fekk líkasum eyguni upp fyri tørvinum á hesum arbeiðinum. Frá at Denis var tann einasti, eru arbeiðið vaksið so mikið at tey í dag húsa 9 dreingjum og 6 gentum.
Sohvørt sum arbeiðið gjørdist meiri og meiri víttfevnt, gjørdist tørvurin á eini meiri varandi og betri loysn eisini veruleiki.
- Eg sá neyðina og vónloysið í barnaeygunum, og vildi gera meiri fyri tey. Men hvat ger ein við fáum midlum, men við eini stórari neyð?
Umbygd barr
Tey vóru heppin, og komu í fyrstu syftu í samband við umboð fyri Skandinavisku Barnmissiónina. Og fingu í øðrum lagi í mars mánaði í fjør fatur á eini gamlari barr og matstovu mitt í Cornesti, og sum í dag er fullkomiliga umskapað:
Í sjálvari barrini heldur lítla samkoman sínar fundir. Í erva húsast skrivstovan hjá kirkjuni, og í øðrum staði eru sovirúm, uppihaldsrúm og køkur til hesi børnini, hvør uppaling í mangar mátar hevur verið kaotisk, tí foreldrini eru flutt uttanlands, deyð, eru bundin av rúsevnum ella kanska í fongsli.
Nú kunnu tey búgva her við lívd í Vónarhúsinum, her meðan tey gera miðnámsskúla sín lidnan, og fara síðani út aftur í samfelagið at forvinna til lívsins uppihald.
- Nógv av børnunum sum koma her, hava eina sera ringa bakgrund. Tey eru illa fyri sosialt, og verða flutt higar av løgregluni, ístaðin fyri at enda í einum ungdómsfongsli – sum faktist heldur ikki finst her í býnum.
- Okkara land er hart rakt av altjóða fíggjarkreppuni. Dreymurin er at vaksa um arbeiðið, tí eg dugi bara at síggja, at tørvurin á neyðhjálp er her – og hann bara veksur, slær pastor Vitalie fast.