Upprunaliga var ætlanin, at hann skuldi verða lækni. So varð ikki og komandi ár eru 50 ár liðin síðani Jógvan Tróndheim byrjaði fyri seg sjálvan við prentsmiðju og handli í kjallaranum í barndómsheiminum á Stangavegnum í Klaksvík.
- Tá ið eg var liðugur við realskúlan hugsaði eg um, hvat eg skuldi gera og hvat eg skuldi læra til. Hóast eg hevði góðan hug til at lesa til lækna, varð tað av ongum, tí eingir pengar vóru og so var eg heldur ikki so framligur. Men handilsskap og forrætning hevur mær dámað væl frá barnsbeini av, so tað var tann vegin eg fór, sigur Jógvan Tróndheim.
Jógvan Tróndheim er føddur í 1928. Sama ár sum hann varð liðugur við realskúlan í 1945 byrjaði hann at arbeiða í Føroyabók, sum Eliesar Poulsen og Theodor við Keldu áttu.
- Av tí, at einki samband var við Danmark í krígsárunum, fingu vit ongar formularar til bókhaldsskipanina. Samband var bert við Ongland og Skotland. Eliesar legði stóran dent á at fáa eina nýggja bókhaldsskipan, sum varð kallað Føroyabók. Til hesa skipanina, sum kom undir krígnum, skuldu vit hava bókhaldsformularar, skjøl av ymiskum slag, kontobløð, kontokort, rammur til at føra bókhaldið í og bókhaldskassar. Einki av hesum fekst uttanlands. Blikksmiðjan gjørdi bókhaldskassarnar, vit lakeraðu teir sjálvir og nógv virki keyptu sær hesa skipanina, greiðir Jógvan Tróndheim frá.
Tað vóru Eliesar Poulsen og Theodor við Keldu, ið evnaðu formulararnar til. Eingin kendi til annað enn danskar formularar, men teir løgdu eina við, at alt skuldi vera á føroyskum.
- Føroyabók mátti sjálvandi vera á føroyskum, men eingin hevði brúkt føroysk heiti fyrr fyri kvittan, inntøkuskjøl, skjal, kontoørk og so framvegis. Framman undan var alt á donskum, føroyska málið var øgiliga blandað við donskum orðum og donsk orð vórðu brúkt til heilt vanlig ting. Tey føroysku vóru har, men fólk dugdu ikki at brúka tey. Fólk søgdu kvittering í staðin fyri kvittan, bilag ístaðin fyri skjal, men fólk komu kortini skjótt eftir at taka tey nýggju føroysku heitini til sín. Tá ið orðini fyrst komu upp á prent, var tað ikki so ringt at venja seg við tey. Tað var í grundini rættiliga skilagott av Eliesari og Theodori at fáa góð føroysk orð á beinanvegin. Og tey verða brúkt enn.
Norðlýsið hevði prentsmiðju, men hon var ikki altíð virkin. Tí varð meginparturin av arbeiðinum hjá Føroya Bók prentaður á Landsprentsmiðjuni, H. N. Jacobsens Bókhandli og Bókaprenti í Havn.
- Vit gjørdu alt klárt at selja í Klaksvík. Í byrjanini vistu fólk ikki, hvat Føroyabók var. Nógv hildu tað vera eina bók, vit góvu út.
Betri umstøður
Føroyabók helt fyrstu árini til í kjallaranum hjá Niels á Biskupstøð.
- Har var rættiliga trongt, tí Sjúkrakassin húsaðist eisini har. Vit greiddu ordrar og gjørdu annað í sambandi við bókhaldsskipanina. So funnu Eliesar og Theodor út av, at tað var betri um vit kundu gera formulararnar sjálvir. Til tað máttu vit hava eina prentsmiðju og teir keyptu so eina lítla prentmaskinu, summi kalla hana ein flugusmekkara. Skrift varð keypt úr Onglandi og so fóru vit undir at prenta skjøl og smáar formularar.
- Vit fluttu síðan í húsini, sum Theodor við Keldu átti á Vágsheygnum, og tá fingu vit munandi betri umstøður. Í kjallaranum var prentsmiðja og goymsla, í miðhæddini bókbindarí og á ovastu hædd var skrivstova og hon hevði bókhald fyri smá virki. Tá vóru fleiri fólk sett, tá ið mest var at gera vóru vit eini átta fólk.
- Fyrsta bókin, sum var heft á bókbindarínum var ein bók, sum Robert Joensen gav út. Ein kassi varð smíðjaður til bókina, so tá ið eitt ark var prentað varð tað sent í kassanum norður við Pride og so falsaðu vit tað. Tað varð seymað við hond og so límað inn í umslagið. Tað var stórarbeiði tá og føldist sum eitt stórt tak og framstig fyri virkið.
Viðskiftafólkini hjá Føroyabók komu alla staðni frá, men serliga úr Klaksvík. Hóast prentsmiðjur vóru í Havn kendust tær ikki sum stórir kappingarneytar, tí prentsmiðjurnar hava altíð havt nóg mikið at gera.
- Tað byrjaði rættiliga smátt og í byrjanini vóru fólk rættiliga ivasom at fáa nakað prentað í Klaksvík. Vanliga varð alt jú prentað antin í Danmark ella í Havn. Fólk ivaðust í, um vit kundu gera tað líka væl. Men so við og við fingu teir flestu handlarnir her bókhaldsskipanina Føroyabók og sum frá leið komu vit í samband við keypmenn, ið bóðu okkum gera forrætningsnotur.
Vánaligt samband
Komin niðan á Vágsheygg skuldi Jógvan taka sær av prentingini.
- Tá varð ikki so nógv tosað um at fara at læra og tað var ikki sum í dag so alt umráðandi at fáa eina útbúgving. Hans Petur Petersen ella Trykk, sum hann vanliga varð kallaður, og Eliesar í Pállstovu, ið báðir plagdu at prenta á Norðlýsinum við hvørt - hann var ein túsundkunstnari, settu meg inn í at brúka prentmaskinuna og at seta. Eg fekk nakrar bøkur at lesa og so við og við lærdi eg at prenta. So teir báðir vóru í grundini lærumeistarar mínir.
- Við prentingini sum var tá máttu vit hava klisjéir, um vit skuldu prenta myndir. Ein mynd varð fotograferað á plátu og síðani skuldi hon etsast í sink. Eg var á Teknisk Skole í Danmark í eitt hálvt ár, har eg lærdi reproduksjónsfotografering og at etsa í sýru.
Jógvan Tróndheim fekk kortini ikki so nógv brúk fyri hesum lærdóminum, tí tíðin var mest sum farin frá hesun prentingarháttinum.
- Eliesar og Theodor vóru framskygdir og framman fyri sína tíð. Við tíðini byrjaði offsett-prentingin, sum var nógv betri, og hon kom ístaðin fyri klisjéirnar.
- Eliesar og Theodor fóru undir heilsølu, sum teir kallaðu Rona, har alt líka frá keks til gransbíløt kundi keypast. Eitt fólk ferðaðist kring alt landið við hesum vørum og so komu ordrar inn. Hetta var beint eftir kríggið og mesta sambandið úteftir var framvegis við Bretlandi. Alt var innflutt haðani. Ikki fyrr enn nøkur ár eftir kríggið fekst donsk vøra aftur í handlunum.
- Bretar hava ein annan máta at arbeiða uppá og høvdu aðrar standardir enn danir í prenttilfari. Danmark kom inn í myndina aftur nøkur ár eftir kríggið og tá var tað nakað væl lættari hjá okkum, ikki minst málsliga. Tá ið vit skuldu bíleggja nýggja skrift úr Danmark, máttu vit skifta alt út, tí tað bar ikki til at brúka tað saman við tí enska. Um hetta mundið kundu vit ikki ringja sum í dag. Einasti mátin at fáa samband við umheimin var at senda fjarrit. Mangan gekk ein hálvur dagur at fáa fatur á fjarritaranum í Havn.
Undir sítt egna
Bert 21 ára gamal keypti Jógvan Tróndheim í 1950 alt sum hevði við bókhaldið at gera og prentsmiðjuna frá Eliesari Poulsen og Theodor við Keldu umframt umboð uppá roknimaskinur. Seinni sama ár giftist Jógvan við Masu. Tey eiga fýra børn, tvær gentur og tveir dreingir.
- Tað tiltalaði meg at kunna hava mítt egna. Eg keypti alt fyri 32.000 krónur og til tað mátti eg taka lán úr Norðoya Sparikassa. Eg setti húsini hjá pápa í veð og minnist meg rætt fekk eg triðingin av tí, tey vóru mett til, í lán. Tað vil siga 15.000 krónur. Av tí, at eg eisini kundi seta maskinurnar í veð, fekk eg 18.000 krónur í lán. Restin 14.000 krónur varð býtt í fýra partar, har av ein partur skuldi gjaldast um árið. Hetta vóru nógvir pengar. Eg var ov ungur til at fáa handilsloyvi, tað fekst ikki fyrr enn eg var 25 ára gamal, so virkið var fyrstu árini í navninum hjá pápa, sigur Jógvan Tróndheim.
Ein dani, ið æt A. Møller Jensen og sum var giftur við mostur Jógvan, keypti heilsøluna, sum hann hevði í húsunum hjá Jógvani Páll Fjallsbak, har hann eisini búði. Seinni keypti Dánjal Nielsen, sum var bókhaldari hjá Kjølbro, bókhaldsskipanina Føroyabók, men Jógvan Tróndheim helt fram at prenta formulararnar, ið vórðu brúktir til hesa skipanina.
- Kundarnir fylgdu við og kundaskarin er vaksin øll árini. Sjúkrahúsið var ein stórur kundi, men tað gekk øgiliga striltið við at fáa tað at taka prentlutir higani. Alt var bíligari og betri, sum kom aðra staðni frá, hildu tey, men til endans komu tey við. Eg var eitt stutt skifti verandi í somu hølum, men so fór eg undir at innrætta mær kjallaran í barnsdómsheiminum til virksemið hjá mær.
Prentmaskinan, sum fylgdi við í keypinum í 1950, stendur framvegis í kjallaranum hjá Jógvani Tróndheim, men Norðoya Fornminnasavn fær hana í varðveitslu. Eliesar og Theodor keyptu hana í fýratiárunum brúkta og gamla úr Bretlandi. Maskinan er týsk.
- Hon var drivin við elektriskari kraft, men av tí, at elektrisitetið var so svikaligt var maskinan einki álit. Eitt fólk stóð við maskinuna, tók frá og legði í, og hesa uppgávuna áttu ungar gentur. Tær kláraðu eini 1000-1200 ørk um tíman.
- Vit fingu Jákup Samson, sum var smiður, at gera fótatraðk á maskinuna og so kundu vit brúka hana, tá ið elektrisitetið sveik, saman við petroliumslampunum.
Jógvan Tróndheim brúkti hesa maskinuna fram til 1964, tá ið hann keypti eina nýggja og hana hevur hann enn.
- Og hon er líka góð enn. Eg hugsaði eina ferð um at fáa mær offsett, men eg hevði so mikið av arbeiði og kanska ov lítlan kunnleika, at eg lat vera. Maskinan, ið eg havi, hevur onkrar fyrimunir fram um offsett. Skuldi eg víðka virksemið mátti eg byggja út, fáa mær aðrar maskinur og fleiri fólk í starv.
Róligt at arbeiða einsamallur
Síðani Jógvan byrjaði fyri seg sjálvan fyri skjótt hálvt hundrað árum síðani hava 2-3 fólk starvast hjá honum, men seinnu árini hevur hann verið einsamallur og bert havt fólk, tá ið ov mikið er at gera.
- Tað er deiliga róligt at arbeiða einsamallur, tá ið tú eldist, sigur Jógvan Tróndheim.
Øll árini hevur Jógvan havt ein lítlan handil, har amboð og annað, ið nýtt verður á skrivstovu fæst til keyps. Handilin er um 10 fermetrar til støddar.
- Nógvir av mínum kundum hava verið handilsfólk og skrivstovur og tí fór eg undir at hava handil eisini. Í byrjanini hevði eg bara litbond til skrivmaskinur og carbon-pappír, men við tíðini er úrvalið økt, sigur Jógvan, sum sjálvur hevur verið í handlinum.
- Tíðin hevur gingið heilt øgiliga skjótt og tað kennist als ikki, sum ein hálv øld er farin. Eg havi altíð havt nógv at gera og vanliga havi eg arbeiði til fleiri mánaðir niður fyri. Kundarnir hava verið nógvir, góðir og trúgvir. At hava ov nógv at gera kann eisini verða stressandi og nú eg eldist orki eg ikki at hava so nógv niður fyri og vita, at nógv liggur á láni.
- Tá ið eg var yngri var eg sjálvsagt meiri spentur og gekk meiri uppí, at selja væl og nógv. Var lítið at gera stúrdi eg fyri framtíðini. Tá ið oljukreppan var fyrst í sjeytiárunum var nógv minni at gera, tó var ongantíð, at einki var at gera. Kreppan fyrst í nítiárunum merktist eisini. Eingin vildi hava nakað gjørt, men tá ið lív kom í aftur og Kósavirkið byrjaði aftur at arbeiða fisk kom gongd á aftur. Klaksvíkin er so mikið viðbrekin, tí so nógv fólk starvast í fiskivinnuni. Tað merkist eisini hjá mær, tá ið lítil fiskur er.
- Eg kann ikki siga, at eg havi fylgt við stóru menningini í prentarayrkinum, tá ið eg stríðist við blýggið enn. Eg havi ikki tímað at endurnýggja meg, eg klári tær uppgávur, sum eg taki uppá meg og tað er tað týdningarmesta. Verði eg biðin um at gera eina uppgávu, sum eg síggi kann gerast betri og lættari aðra staðni, vísi eg kundarnar til onnur.
- Hetta hevur verið eitt gott livibreyð. Hvussu leingi eg haldi fram veit eg ikki, eg livi væl og orki væl at arbeiða. Eg støðist væl í arbeiðinum og slappi av, tá ið eg komi niður í kjallaran. Mær tykist synd í teimum, ið verða noydd at gevast at arbeiða, tá ið tey verða 67. Skal ein halda uppat tá, má ein fyrireika seg væl og hava eitthvørt at takast við. Tað ber sjálvandi altíð til at fáa tíðina at ganga, men eg hevði steðgað upp beinanvegin. Fólk verða gomul og í ørviti fyri tíðina við at halda uppat at arbeiða meðan tey orka og hava hug, sigur Jógvan Tróndheim at enda.