Inntøkutrygd
Anfinn Olsen, reiðari, er ikki so ósamdur við búskaparfrøðinginum, Kára Petersen, um, at tað almenna ikki hevur til uppgávu at veita inntøkutrygd til fiskimenn, sum veiða av fiskastovnum, ið ikki eru væl fyri.
- Vit kunnu altíð umrøða, hvørt tað er rætt, at tað almenna rindar minstuløn til menn, ið eru við skipum, sum ikki fáa raksturin at hanga saman, tí ov lítið er til av eitt nú toski og hýsu. Hinvegin kunnu fiskimenn ikki gera nógv við prísviðurskiftini, ið saman við lakari veiði hevur verið størsti trupulleikin hjá eitt nú línuflotanum í ár.
Reiðarin vil tó ikki siga, um hann heldur tað vera rætt, at tað almenna, sum hevur borið inntøkutrygd fiskimanna í meira enn eina hálva øld, nú vil leggja hesa trygd út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum, reiðarar og fiskimenn.
Anfinn heldur tað tó vera skeivt at síggja játtanina á fíggjarlógini í ár og neyðugu eykajáttanina seinni í ár yvir hetta eina árið.
- Árið í ár er eitt serstakt ár, har tað hevur gingið av skriðuni við fiskaprísunum, samstundis sum veiðan eftir eitt nú toski og hýsu hevur verið av tí lakasta. Vit eiga at síggja inntøkutrygdina yvir fleiri ár og meta hana hareftir.
Reiðarin ásannar, at inntøkutrygdin hevur gjørt sítt til, at Føroyar í dag hava ein fjølbroyttan fiskiflota, sum onkusvegna eisini hevur tænt samfelagnum.
Trygd má vera
- Samfelagið er bygt soleiðis upp, at øll mugu hava eina trygd og flestu hava eisini eina trygd, tá tað gongur galið.
Anfinn vísir á, at sjálvandi skulu fiskimenn eisini hava eina inntøkutrygd, sum tekur við, tá túrur av eini ella aðrari orsøk miseydnast.
- Er eingin trygd, verður trupult at manna fleiri av skipum okkara, leggur hann aftrat.
Reiðarin vísir á, at flestu sita við ymiskum skyldum, sum fella mánaðarliga, og verður eingin trygd á sjónum, verður trupult at fáa menn at fara til skips.
- Tá tað gongur væl, verður lítið ella einki útgoldið í inntøkutrygd, tí tá fer inntøkan yvir tað, sum trygdin gevur. Tað er hinvegin, tá tað gongur galið, at skipanin kemur teimum til góðar, sum raktir eru, sigur Anfinn Olsen.
Er væl skiljandi
Nú politiski myndugleikin greitt hevur sagt, at almenna inntøkutrygdin, soleiðis sum vit hava kent hana, skal takast av, og eingin peningur er settur av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010, sigur reiðarin seg væl skilja, at fiskimenn kenna seg ótryggar.
- Jú, eg skilji ógvuliga væl ta órógv, sum hetta skapar, nú lagt verður upp til víðfevndar broytingar av eini skipan, sum vit hava havt so leingi.
Sambært metingum, kemur inntøkutrygdin í ár at kosta landskassanum stívliga 40 miljónir krónur. Siga vit, at hýrurnar hjá fiskimonnum í ár verða umleið hálva miljard krónur, svara hesar 40 miljónirnar til 8% av útgoldnum hýrum.
- Sum eg nevndi, eiga vit ikki at hyggja upp á inntøkutrygdina yvir eitt ár, men yvir fleiri ár. Hinvegin dugi eg at síggja, at hesi 8%, sum talan er um eitt ár sum í ár, rættiliga hevði verið steinur oman á byrði hjá reiðarum og fiskimonnum.
Eisini forskotið
Sambært Lønjavningarstovuni hongur forskotið, sum langfarafiskimenn fáa, meðan teir eru burtur, saman við inntøkutrygdini, tí forskotsskipanin hevur trygd í inntøkutrygdini.
Anfinn Olsen vísir á, at forskotsskipanin virkar væl og er neyðug.
- Eitt langfaraskip kann byrja ein vártúr í januar og kemur heimaftur fyrst í mars. Síðan verður veiðan kanska seld seint í apríl, og reiðaríið fær ikki peningin fyrr enn í mai.
Hann vísir á, at ein slík last bindur nógvan pening og hevði verið ógvuliga likviditetskrevjandi, um einki alment forskot var, og reiðarin noyddist at rinda hýru, áðrenn peningurin fyri veiðina kemur.
- Spurningurin er so, hvussu inntøkutrygd og forskotsskipan kunnu loysast – uttan, at hesar skipanir koma at leggja ov stórar byrðar á reiðarar og fiskimenn, sigur Anfinn Olsen, reiðari.