- Jólini verða hildin heima í Norðragøtu og so eitt ella tvey rend til Fuglafjarðar at verða saman við verfamiljuni eisini. Jólaaftan verða vit helst øll samlað heima hjá mínum foreldrum, systkin við makum og børnum. So tað verður fult hús jólaaftan.
Tað sigur Per Martin Gregersen, nú hann skal halda fyrstu jólini sum borgarstjóri í Eysturkommunu. Hann væntar, at 1. jóladagur verður hildin í Fuglafirði saman við verfamiljuni.
- So verður tað ræst kjøt 2. jóladag, men staðsetingin er ikki komin upp á pláss enn. So, jólini verða hildin saman við okkara nærmastu, júst sum tey eiga.
Verða jólini sum borgarstjóri øðrvísi enn annars?
- Eg vóni ikki, at sjálvt borgarstjórastarvið ávirkar jólini meira enn neyðugt, tí starvið fer avstað við nógvari tíð allar hinar dagarnar av árinum. Tað er ikki tað tyngsta býráðsarbeiði, sum verður avgreitt á jólum, men okkurt er at takast við, sigur hann.
Hvussu hevur tú trivist í starvinum sum borgarstjóri?
- Tann fyrsta tíðin var strævin, tó at eg kanska lendi bleytt. Umsitingin og fólkini, ið eg fáist við dagliga, eru bæði roynd og góð at hella meg uppat. Konan og familjan annars hava eisini verið ein sera góður stuðul.
Per Martin Gregersen ásannar, at hann hevur lært sera nógv, síðan hann á nýggjárinum tók við sum borgarstjóri, og hann heldur, at tann er ein sannur heiður at verða í hesum starvi. - Jú, satt at siga, so stórtrívist eg í starvinum, sigur hann.
Men, keypir borgarstjórin jólagávur?
- Tað lætta svarið er, at mín betra helvt keypir allar gávurnar. Men, eg havi ein fingur við í spælinum. Eg royni sum frægast at fáa tað at ganga upp, serliga gávurnar til gudbørn og tey nærmastu. Mær dámar faktiskt væl teir dagarnar, tá konan og eg fara út at keypa jólagávur saman.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Mær dámar sera væl jólini og jólatíðina. Her heima er myrkt og ofta kalt, men ljósperur og annar hugni gera, at tað ikki kennist so myrkt kortini.
Per Martin Gregersen sigur, at jóladagarnir, tá familjan samlast til hugna, hava stóran týdning fyri hann.
- Ja, eg vil siga, at henda tíðin fyri meg er ein hin besta í árinum, sigur borgarstjórin.
Vit kunnu leggja aftrat, at borgarstjórin í Eysturkommunu, sum nú situr á ovastu rók í kommununi, er føddur hin 16. desember í 1989, og tískil fyllir hann 32 ár um nakrar dagar.