- Eg stuðli manni mínum

Bergitta Hansen, sum er kona nývalda formannin í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, heldur, at maðurin tók avgerðina um at taka við formanssessinum, um tað stóð honum í boði, tá hann fór til Havnar á aðalfund í gjár. Nú Ingeborg Vinther eftir 31 árum sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag valdi at gevast, verður tað miðvingurin, Georg F. Hansen, sum kemur at bera stafettina víðari.

Georg, sum er 58 ára gamalur, hevur seinastu 10 árini verið næstformaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Á móttøku í hølum Føroya Arbeiðarafelags seinnapartin í dag, hitti Portalurin konu hansara, Bergittu Hansen.

Bergitta sigur, at hon sjálvandi fer at stuðla manni sínum alt tað, hon er ment, nú hann hevur tikið við leiðsluni í Føroya Arbeiðarafelag.

Spurd, um Georg var í iva um formanssessin, um høvi at gerast formaður stóð honum í boði, heldur Bergitta, at Georg leingi hevur verið í iva.

- Eg haldi ikki, at hann tók endaliga støðu til henda spurning, fyrr enn hann koyrdi til Havnar á aðalfund í gjár, sigur hon brosandi.

Sjálvur sigur Georg F. Hansen, at kanska var avgerðin ikki tikin júst á veg til Havnar, men hann ásannar, at nú hann hevur tikið av og er valdur til formann í Føroya Arbeiðarafelag, fer hann at ganga upp í hetta álitisstarv við lív og sál.

Portalurin spurdi eisini Bergittu Hansen, um hon væntar, at maðurin nú verður meiri burtur, enn hann hevur verið.

- Nei, tað dugi eg ikki at siga, tí hann er so sjáldan heima kortini, sigur hon brosandi.

Bergitta Hansen sigur seg vera stolta av manni sínum, nú hann hevur fingið høvi at royna seg sum formann í stóra meginfelagnum hjá so mongum fakfeløgum í Føroyum.