Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum. Les stórt tema um sálarliga tilbúgving, har ímillum stóra samrøðu um persónligar upplivingar hjá Jógvani Jensen.
- Eg havi upplivað at sæð ógvusligar vanlukkur, sum hava brent seg í minni mítt. Tí veit eg, hvussu stóran týdning sálarfrøðiligur stuðul hevur, sigur Jógvan Jensen, tilbúgvingarleiðari fyri Ansni.
Havnarmaðurin Jógvan Jensen er í dag 58 ára gamal. Líka síðani hann trein á arbeiðsmarknaðin sum ungur maður, hevur hann starvast innan sálarliga krevjandi størv. Hann er útbúgvin portørur og frá 1980 og fram til ár 2003 var tað hetta hann fekst við.
Í dag er hann tilbúgvingarleiðari á Ansni. Hann og starvsfelagin Jóhannes Nilssen hava í dag ábyrgdina av allari sálarfrøðiligari tilbúgving undir heilsumálaráðnum, sum ikki er fevnd av landssjúkrahúsinum. Tað vil siga tað tey rópa sálarfrøðilig fyrsta hjálp.
At Jógvan hevur valt hesa leið er ikki løgið, um tú hyggur eftir fortíð hansara.
Tí longu sum blaðungnur portørur fekk Jógvan ein skelk fyri lívið.