er í samsvari við gongdina í generella lønar- og prísvøkstrinum í føroyska samfelagnum. Hetta hevur ikki verið galdandi leingi, og á ongan hátt síðani 1992, tá talan bert hevur verið um eina munandi løn [...] skattatrýstið í árunum 1992 til 1994 og tann støðuga prísvøksturin í øllum tíðarskeiðinum. - Vit duga ikki at síggja nakra orsøk til, at sjúkrasystrarnar skulu hava eina løn, sum støðugt minkar í virði, samstundis [...] sáttmálaskeiði. - Tað ítøkiliga kravið til lønarhækkingina - t.e. tað prosent, sum grundlønin skal hækka - verður ásett undir samráðingunum og grundað á gongdina í sáttmálasamráðingunum sum heild, heruppií
fyrrapartsbløðini BT og Ekstrablaðið hava tað ikki gott í løtuni. Upplagið hjá teimum er farið niður í eina helvt síðani síðst í 80?unum, og niðurgongdin tykist ikki kunna vendast. Nú eru øll tey trý stóru [...] blað enn Ekstrablaðið. Teir vóru ikki so ógvusligir og skrivaðu mest slatur um tey kendu og um undihald annars. Ekstrablaðið hevði hinvegin eina harða linju, har teir ikki smæddust fyri at kalla ein spaka [...] trupulleiki fyri bløðini. Morgunbløðini hava hinvegin nógvar haldarar, og tí hevur tað ikki somu ávirkan á tey, at danir ikki eru í handlum líka ofta nú sum fyrr. Tá TV3 og TvDanmark komu afturat TV2, gekk enn
prístalið eri ikki eftirfarandi og tí brúkar fíggjarmálaráðharrin somu tøl sum OECD. Prísvøksturin í OECD-londum og prísvøksturin í Føroyum kunnu ikki sammetast, og fíggjarmálaráðharrin tykist ikki at vita, [...] skal lønin komandi 2 árini hækka 12% (sí notat 8. mars). Í samráðingunum við Postfelagið legði Fíggjarmálastýrið tøl á borðið, sum skuldi vísa Postfelagnum, at lønin ikki var minkað so nógv síðani 1988 [...] hava eisini givið okkum eina greiða fatan av, at almenni arbeiðsgevari okkara, fíggjarmálaráðharrin, ikki er sinnaður at fara í ein dialog við síni starvsfólk, men tráheldur um eina lága løn. Meginparturin
lesandi undir 18 ár at fáa um árið. Eigur at hækka so líðandi Verandi stuðulsskipan hevði til 1992 eina reglu, ið segði, at stuðulin til tey lesandi skuldi hækka so líðani eftir prístalinum. Men tá kreppan [...] møguliga fer at hava teirri avleiðing, at miðalaldurin á studentaskúlanæmingunum í Føroyum fer at hækka, og kanska fer talið av teimim, ið velja at fara á t.d. studentaskúla at lækka. Sum grundgeving fyri [...] skiftistíð fyri tey, sum í løtuni eru undir átjan ár og eru í ferð við at nema sær útbúgving. Hann heldur ikki, at tað hevði verið rímiligt, um hesi brádliga skuldu mist útbúgvingarstuðulin, tí ein nýggj lóg brádliga
heldur Sigurð Simonsen ikki, at vit eiga at missa mótið. ? Niðurstøðan eftir tað miseydnaða svartkjaftaævintýrið kundi lættliga verið, at ?hatta var so tað og so hugsa vit ikki meiri um hatta, sigur Sigurð [...] Men tað heldur hann ikki. ? Hóast tað sonevnda svartkjaftaævintýrið seinast í sjeyti og í áttatiárunum endaði við at kosta okkum nakrar hundrað milliónir, vóru tær royndirnar als ikki til fánýtis, sigur [...] av svartkjafti um árið, sum geva uml. 3.500 tons av surimi. Prísurin á Surimi er alsamt hækka. Men ætlanin er ikki, at nakað skal fara burtur. Tí er eisini ætlanin at gera mjøl og lýsi burturúr burturkastinum
landsins partur skal ikki hækka aftur, og landið skal helst ikki gjalda meir til barnaansingina, enn gjørt verður í dag. Tað hevur so aftur við sær, at fleiri barnaansingarpláss vera ikki fingin til vega, [...] dagstovn saman við Sjónleikarhúsinum. Men tað er júst samgongan sum Finnur Helmsdal er limur í, sum ikki vil gera tað sum neyðugt er, fyri at nøkta barnaansingartørvin. Í undanfarnu samgongu var ein roynd [...] i skuldi lækka úr 40 prosentum, niður í 35 prosent, og samstundis skuldi parturin hjá kommununum hækka úr 30 uppí 35 prosent. Tað varð gjørt, tí eingir pengar vóru til, og hóast alt var ein vilji at loysa
hansara flokki til tað útspæli. ? Nú havi eg ikki havt stundir at seta meg fult og heilt inn í »uppskot« Tjóðveldisfloksins, men eftir tí, sum eg havi skilt, so er ikki stórur munur á hvussu teir vilja skipa [...] okkara uppskotið, men um tað verður tað eina ella hitt, tað ber ikki til at siga í verandi løtu. Eg kann tó siga so mikið sum, at tað verður ikki tað, sum fer at leggja forðingar í vegin, sigur Bjarni Djurholm [...] samfelagið tryggja øllum teimum, sum ikki hava møguleika at spara saman til pensjón, eina virðiliga pensjón. Hvussu stór henda pensjón skal vera, ber sjálvandi ikki til at siga í løtuni, men tað kemur,
einum samhaldsføstum parti og einari privatari uppsparing kann hanga saman. Bæði landsbúskaparliga og ikki minst privatbúskaparliga. Tað fer í øllum førum at verða trupult hjá eini miðalinntøku, sum liggur [...] skulu gjalda, so missir landskassin pengar, og fyri at fáa henda miss innaftur má landsstýrið antin hækka skattin ella spara á fíggjarlógini. Henda spurning kundi eg gott hugsað mær, at landsstýrið útgreinaði [...] teirri støðuni. Tá er leisturin skorin og partar sleppa at siga hvussu teimum dámar hann. Eg haldi ikki tað er rætti framferðarhátturin. Til seinast sigur Hans Pauli, at Tjóðveldisflokkurin bert kann takka
5 %. Talan er tó ikki um eina lønarhækkan á 2,5 % beinan vegin, men ætlanin er, at lønirnar hjá limunum í Starvsmannafelagnum skulu hækka í pørtum. Frá fyrsta mars í ár skal lønin hækka 1 %, síðani 0,5 [...] svari frá Fíggjarmálastýrinum. Um Starvsmannafelagið tók undir við semingsuppskotinum ella ikki, vita vit ikki enn at siga. [...] 5 % afturat 1. juli og at enda skal lønin hækka 1 % 1. oktober. Fund við álitisfólkini Nevndin í Starvsmannafelagnum hevur havt fund við álitisfólkini í felagnum frá klokkan 10 í morgun til nú beint áðrenn
hesum skilst, at ikki er óhugsandi, at arbeiðssteðgurin gerst alt meira umfatandi. Feløgini standa saman Feløgini eru øll samd um, at reallønarfallið má steðgast og kravið er, at lønin má hækka munandi. Kanksa [...] Kanksa eini 5% í ár og 7% komandi ár. So fer ein ikki niðurum reallønarmarkið. Tey eru eisini samd um, at ein kann ikki liva við tí, ið Starvsmannafelagið fær bjóðað frá fíggjarmálastýrinum, tí hetta kemur [...] stuðul. Eisini skilst, at tað argar ikki sørt, at løgtingslimir játta sær stóra lønarhækkan, meðan onnur bert fáa molar. Tá blaðið fór til prentingar í gjár, var ikki greitt, júst hvussu umfatandi arbe