Høvuðsorsøkin til uppsøgnina av sáttmálanum er, at lønin hjá sjúkrasystrunum so dyggiliga er afturúrsigld hesi seinastu árini. Sjúkrasystrafelag Føroya krevur, at sjúkrasystrarnar nú fáa eina lønarhækking, sum í minsta lagi er í samsvari við gongdina í generella lønar- og prísvøkstrinum í føroyska samfelagnum.
Hetta hevur ikki verið galdandi leingi, og á ongan hátt síðani 1992, tá talan bert hevur verið um eina munandi lønarafturgongd.
Grundað á beinleiðis lønarhækkinginar, eitt økt skatta- og avgjaldstrýst umframt ein støðugan prísvøkstur í samfelagnum sum heild, hava limirnir hjá Sjúkrasystrafelag Føroya kunnað staðfest eina samlaða virðislækking í lønini uppá næstan 30% um lønarstøðið, so sum tað er nú, verður samanborið við lønarstøðið í 1992.
Sæð í mun til 1990 er talan um eina enn størri lækking. Og um tíðarskeiðið 1992 til 1998 verður sæð undir einum, er talan um ein lønarmiss uppá upp ímóti 60% serliga grundað á stóru lønarskerjingina í 1993, tað munandi økta skattatrýstið í árunum 1992 til 1994 og tann støðuga prísvøksturin í øllum tíðarskeiðinum.
- Vit duga ikki at síggja nakra orsøk til, at sjúkrasystrarnar skulu hava eina løn, sum støðugt minkar í virði, samstundis sum tað er búskaparligur vøkstur í okkara samfelag, sigur Sjúkrasystrafelagið í skrivi.
Hetta er órímiligt
- Tað er sostatt okkara høvuðskrav til sáttmálasamráðingarnar, at limirnir hjá Sjúkrasystrafelag Føroya fáa eina lønarhækking, sum gevur sjúkrasystrunum lut í tí generella lønar- og prísvøkstri, sum er í Føroyum. Bæði í tí generella lønar- og prísvøkstri, sum hevur verið seinastu árini, samstundis sum lønin hjá sjúkrasystrum so dyggiliga er sigld afturúr. Og í tí vøkstri, sum er í væntu í komandi sáttmálaskeiði.
- Tað ítøkiliga kravið til lønarhækkingina - t.e. tað prosent, sum grundlønin skal hækka - verður ásett undir samráðingunum og grundað á gongdina í sáttmálasamráðingunum sum heild, heruppií samráðingarúrslitið í øllum hinum sáttmálakrøvunum hjá Sjúkrasystrafelag Føroya.
- Men eingin ivi skal vera um, at talan má vera um eina munandi hækking. Við góðtøku av lønarniðurskurði, størri skatta- og avgjaldstrýsti, munandi strævnari arbeiðsumstøðum, umframt øðrum skerjingum í sáttmálanum hava sjúkrasystrarnar víst stórt samfelagssinni og ábyrgd fyri búskaparligu kreppustøðuni, sum var í Føroyum í fyrru helvt av nítiárunum. Vit vóna, at Fíggjarmálastýrið og politiski myndugleikin sum heild fara at skilja okkara støðu og krøv, og at vit tí fáa nakrar veruleikakendar sáttmálasamráðingar við einum nøktandi úrsliti - okkum til gagns, sigur Sjúkrasystrafelag Føroya í skrivi.