Samgongan kann hjálpa við barnaansingini!

Tað er ótrúligt, hvat politikkarar kunnu ditta sær at tveita um seg.

Eitt grefligt dømi um vanvirðing av fólkinum, vóru orðini hjá Finni Helmsdal, løgtingsmanni hjá Tjóðveldisflokkinum í Degi og Viku, hóskvøldið.

Finnur Helmsdal varð spurdur sum formaður í Barnaverndini í Havn, um støðuna hjá børnum, og hvat foreldrini vóru noydd at gera. Hann nevndi einki ítøkiligt, men segði at gerðir hjá foreldrunum ofta var at líkna sum lívshættisligt fyri børnini, tí eingi ansingarpláss eru.

Eg havi eini boð til Finn Helmsdal, og øll hini í samgonguni! Farið til verka, og loysið tann stóra trupulleikan, sum barnaansingin er.

Tað er einki loyndarmál, at barnaansingartrupulleikin í høvuðsstaðnum er ovurhonds stórur. Og hóast nógv er gjørt, so er langt á mál.

Tórshavnar Býráð hevur útbygt tvey býlingshús seinastu tíðina, og ein nýggjur stovnur er bygdur aftrat. Haraftrat hava verið ætlanir frammi um eitt nú at byggja ein dagstovn saman við Sjónleikarhúsinum.

Men tað er júst samgongan sum Finnur Helmsdal er limur í, sum ikki vil gera tað sum neyðugt er, fyri at nøkta barnaansingartørvin.

Í undanfarnu samgongu var ein roynd gjørd. Tá fekk landstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, kommunurnar at ganga við til, at landsins partur av barnaansingini skuldi lækka úr 40 prosentum, niður í 35 prosent, og samstundis skuldi parturin hjá kommununum hækka úr 30 uppí 35 prosent.

Tað varð gjørt, tí eingir pengar vóru til, og hóast alt var ein vilji at loysa trupulleikan.

Í tí avtaluni stóð eisini, at hon skuldi vera galdandi í tvey ár, tí væntandi fór meir peningur at vera tøkur, so landsins partur kundi muna meir.

Núsitandi samgonga hevur slept øllum teimum ætlanum sum vórðu lagdar. Tað er komið týðuliga til sjóndar, tí landsins partur skal ikki hækka aftur, og landið skal helst ikki gjalda meir til barnaansingina, enn gjørt verður í dag.

Tað hevur so aftur við sær, at fleiri barnaansingarpláss vera ikki fingin til vega, og tær kommunur sum gjørdu avtaluni við undanfarna landsstýri, eru hildnar fyri tað turra spott.

Finnur Helmsdal segði eisini, at roynt var at gera vart við trupulleikan við barnaansingini hjá kommununum, men kommunan beindi trupulleikan víðari til landsstýrið.

Finnur Helmsdal veit fullvæl, at skipanin í dag sigur, at landsins partur av barnaansingini er 35 prosent, hvørki meir ella minni. Og tað er eisini landsstýrið sum skal góðkenna fleiri ansingarpláss.

Hvar aðrastaðir skal so trupulleikin beinast, enn til landsstýrið.

Og er tað ikki so, at tað er landsstýrið sum góðkennir ella vrakar tær fíggjarætlanir sum kommunurar seta upp?

Nei, Finnur Helmsdal. Hattar er ov bíligt. Tú ert ein partur av samgonguni, og um tú vildi, so kundi tú lagt trýst á tínar egnu samstarvsfelagar í landsstýrinum, fyri at fingið barnaansingartrupulleikarnar loystar, ikki bert í høvuðsstaðnum, men um alt landið.

Eg eri samdur við tær í, at tað er stór skomm fyri samfelagið, sum børnini verða viðfarin, og at vit sum politikkarar leggja so stórt trýst á foreldrini, sum talan er um.

Men so eri eg ikki samdur við tær longur. Tú ert ein partur av samgonguni, og tí hevur tú skyldu til at gera tína ávirkan galdandi, so skil kemur á barnaansingina.

Sum løgtingsmaður og býráðslimur í Havn, skal ikki skorta við mínari hjálp til at fáa tamarhald á barnaansingartrupulleikanum. Tað skalt tú vera sannførdur um.


Heðin Mortensen, løgtingsmaður

og býráðslimur í Havn,

fyri Sambandsflokkin