Keypa svartkjaftabát fyri yvir 100 milliónir

Fuglfirðingar halda, at tíðin nú er búgvin til aftur at fara undir at virka svartkjaft til matna í Føroyum Til endamálið ætla teir at keypa ein stórt svartkjaftaskip. Næstan 100 fólk vera við skipinum

? Eg havi trúð uppá svartkjaftin í 25 ár. Og nú haldi eg, at tíðin búgvin at gera nakað við tað.

Sigurð Simonsen í Fuglafirði hevur ætlanir, sum eru líka spennandi, sum tær eru stórar.

Hann ætlar sær undir at virka svartkjaft til matna umborð á skipi.

Tað er eitt ár síðani, at hann fekk innflutningsloyvi og fiskiloyvi til ein stóran svartkjaftabát, umframt loyvi til at virka svartkjaft til matna umborð.

Sostatt ætlar hann at taka táttin uppaftur frá sjeyti og áttatiárunum, tá ið fleiri føroyingar gjørdu stórar og kostnaðarmiklar royndir við at virka svartkjaft til matna.

Hesar royndir vórðu gjørdar bæði á virkjum á landi og umborð á svartkjaftaskipum.

Men hóast endaliga úrslitið av hesum royndunum var ein fleiri hundrað milliónir eftir hæli, heldur Sigurð Simonsen ikki, at vit eiga at missa mótið.

? Niðurstøðan eftir tað miseydnaða svartkjaftaævintýrið kundi lættliga verið, at ?hatta var so tað og so hugsa vit ikki meiri um hatta, sigur Sigurð Simonsen.

Men tað heldur hann ikki.

? Hóast tað sonevnda svartkjaftaævintýrið seinast í sjeyti og í áttatiárunum endaði við at kosta okkum nakrar hundrað milliónir, vóru tær royndirnar als ikki til fánýtis, sigur hann.

? Tvørturímóti hava tær royndirnar, og royndir, sum eru gjørdar seinni, givið okkum eitt gott støði at byggja víðari á, og vit eru nú væl betur brynjaðir til at byrja aftur.

? Vit hava til dømis fingið staðfest við teimum royndunum, sum japanska skipið ?Shinkai Maru? gjørdi, at svartkjaftur er ein av bestu rávørunum til surimi framleiðslu.

? Vit hava eisini fingið staðfest, at við nóg stórari togorku er gjørligt at fiska nóg stórar nøgdir um veturin til at eitt verksmiðjuskip kann klára seg væl.

Marknaðurin fyri surimi er eisini stórur

? Eftirspurningurin er umleið 550.000 tons um árið. ? Somuleiðis er prísurin á surimi góður og útlitini venda rætta vegin, tí prísurin er alsamt hækkaður í seinastuni.

? Prísurin hevur ligið um 17 krónur fyri kilo, men hendan seinasta mánaðin er hann hækkaður upp í yvir 22 krónur fyri kilo.

? Støðan er tann, at útboðið minkar, men eftirspurningurin veksur. ? Orsøkin til, at útboðið minkar, er, at kvoturnar av pollack í Alaska, eru skerdar og tað loysir seg betur at skera hann til flak, heldur enn at mala hann til surimi.

Annars er tað ongin annar í Evropa, sum gera surimi, uttan ein franskur trolari, men hann hevur tað bara til parttíðarfiskiskap.

Og hann avreiðir bara til felagið, sum eigur hann, sum brúkar surimi í serligum framleiðslum.

Annars verður meiri enn helvtin av øllum surimi, sum verður gjørt í heiminum, gjørt burturur pollack, sum verður fiskað við Alaska.

Ongin ger surimi burturúr svartkjafti í Norðuratlantshavi.

Talan er tískil ikki sørt um undangonguarbeiði, sum furglfirðingar nú ætla sær undir.

Sigurð Simonsen sigur, at niðurstøðan má vera tann, at tað eru so mikið stór framstig hend á fiskitøkniliga og framleiðslutøkniliga økinum og marknaðinum, at tað er nógv sum bendir á, at tíðin er búgvin til ítøkilig tiltøk til tess at skapa okkum føroyingum eitt bein afturat at standa á.

Grundin til, at tað gekk so illa í áttatiárunum, var fyrst og fremst, at marknaðurin var ikki til staðar og at prísurin tí var vánaligur.

? Tað er hann nú. Og prísurin er góður.

Ein annar trupulleiki er, at motororkan var ov lítil til at hava nakran serligan fiskiskap um veturin.


Seta skjøtil á

Sigurð Simonsen sigur, at í Fulgafirði hava teir so sett skjøtil á.

Hóast teir hava fingið loyvi til eitt skip, er onki skip keypt enn.

Men tað gongur tann vegin.

? Vit hava gott eyga á einum av surimiverksmiðjutrolarunum hjá norðmanninum Røkke, sigur Sigurð Simonsen ? Talan er um ein trolara, sum hevur hevur fiskað yviri í Alaska, men sum er settur á sølulista, tí kvoturnar eru minkaðar.

Hann er heilar 94 metrar langur.

Ein so stórur bátur krevur eisini stóra manning.

Tað eru 94 koyggjur umborð, so tað verður helst manningin, sigur Sigurð Simonsen.

Hann hevur 8.000 hestakreftir.

Hann sigur, at nú verður arbeitt við at útvega fígging. Hann vónar at fáa bæði partapeningin og lánifígging í Føroyum.

Skipið kostar góðar 100 milliónir krónur.

Nýggjur kostar ein trolari sum hesin um 300 milliónir at byggja.

? Hann er bygdur í USA í 1974, men í 1988 var hann gjørdur av nýggjum, líka úr skorsteininum, niður í kjølin, so tað er bara sjálvur skrokkurin eftir frá 1974.

? Talan er um eitt serbygt skip til at virka svartkjaft umborð.

Sigurð Simonsen sigur, at verksmiðjudekkið er 800 fermetrar.

? Hann kann frysta 140 tons um døgnið og gera 100 tons av slógvi til mjøli um døgnið, tað gevur um 20 tons av mjøli.

Um samøgurið kunnu teir gera 300 tons av sjógvi til fekst vatn at brúka í surimiframleiðsluni.


25.000 tons um árið

Sigurð Simonsen sigur, at við dagsprísinum á surimi skal báturin fiska 25.000 tons av svartkjafti um árið, sum geva uml. 3.500 tons av surimi.

Prísurin á Surimi er alsamt hækka.

Men ætlanin er ikki, at nakað skal fara burtur.

Tí er eisini ætlanin at gera mjøl og lýsi burturúr burturkastinum í surimiframleiðsluni.

Men báturin hevur nógvar møguleikar.

? Surimi er endaframleiðslan. Surimi er útvaskað fars, sum ikki smakkar av nøkrum. Tað verður brúkt til grundevni í øllum møguligum vørum, eitt nú krabbasneisar, pylsur, eftirgjørda sukurlátu o.s.fr.

?Áðrenn tað kemur so langt, skal svartkjafturin skerast til flak, hann skal skrædlast, malast til fars og tástaðni verður hann gjørdur til Surimi.

? Men loysir tað seg betri í ávísum førum, ber eisini til at skera flak, ella at skráskera svartkjaftin at selja.


Altíð trúð uppá svartkjaftin

Sjálvur hevur Sigurð Simonsen drúgvar royndir í svartkjaftinum.

Hann var ein av undangongumonnunum í hesi vinnuni í sjeyti og áttatiárunum. Hann hevur fiskað svartkjaft frá 1974-84, m.a. við Giljanesi, áðrenn hann fór aðrar leiðir.

Hann sigur, at hann hevur alla tíðina trúð uppá møguleikarnar í svartkjaftinum.

Og longu í 1979 søkti hann um loyvi til ein svartkjaftabát at gera surimi.

Tað datt tó niðurfyri. Men dreymurin hevur alla tíðina livað. Og nú eru so útlit fyri, at dreymurin gongur út...

Men hann dylir heldur ikki fyri, at hetta er ein stór avbjóðing.

?Avbjóðingin liggur ikki í at fiska svartkjaftin, tí tað hava okkara sera dugnaligu fiskimenn langt síðani prógvað, at teir megna.

? Avbjóðingin liggur heldur ikki í at virka svartkjaftin til Surimi.

? Tað skuldi heldur ikki volt søluliðnum stórvegis trupulleikar at sloppið av við surimi, tí hetta er ein kend vøra, sum stórur eftirspurningur er eftir.

? Avbjóðingin hjá søluliðnum liggur heldur í at finna marknað fyri allar tær vørurnar, sum liggja ímillum ráfiskin og surimi, sum er endaframleiðslan, tvs at finna marknað fyri heilfrystum svartkjafti, skráskornum, fløkum av ymsum sløgum og fars.

? Men tann allarstørsta avbjóðingin liggur í at fáa eina flakaverksmiðju, sum virkar nóg væl.

?Fyrr var ongin trupulleiki at skera svartkjaftin til flak.

? Men tá hevði verið lítið fiskað av svartkjafti og tí var væl av gomlum fiski uppií. Av tí sama var svartkjafturin væl størri í miðal tá, enn hann er nú.

? Fyrst í áttatiárunum var svartkjafturin einar 29 cm til støddar í miðal. Men síðani er nógv fiskað av honum, og tí er meiri av smáum fiski uppí í, samstundis sum tilgongdin av nýggjum árgangum hevur verið stór.

? Úrslitið er, at nú er miðalstøddin á svartkjaftinum 24 cm, ella fimm sentimetrar minni, enn fyri 15-20 árum síðani.

?Og tann stóri trupulleikin er, at maskinurnar, sum eru, klára illa at skera tann smáa fiskin, sum nú er.

? Men teir, sum gera flakamaskinurnar arbeiða av kraft við at loysa trupulleikan, og teir hava rættiliga góðar vónir um at loysa trupulleikan heilt skjótt.

? Vinna vit á hesum trupulleikanum, so er sloppið, sigur Sigurð Simonsen.

Sjálvur ivast hann ikki í, at svartkjafturin er ein av okkara heilt fáu møguleikum, sum eftir eru at menna okkara fiskivinnu.

? Møguleikarnir í botnfiskinum undir Føroyum eru troyttir.

? Men eydnast hetta við svartkjaftinum, er møguleikar fyri eini virðisøking uppá hundraðtals milliónir, sigur Sigurð Simonsen.