Eymur um stuðulsskipanina

Í hesum døgum verður uppskot um nýggja útbúgvingarstuðulsskipan viðgjørd í tinginum.

Í hesum døgum verður uppskot um nýggja útbúgvingarstuðulsskipan viðgjørd í tinginum. Tað er Signar á Brúnni, landstýrismaður í skúlamálum, ið hevur evnað uppskotið til. Og uppskotið sigur í grein 1, at endamálið við útbúgvingarstuðulinum er at gera tað fíggjarliga møguligt hjá øllum ungdómi í Føroyum at nema sær útbúgving. Men samstundis stendur í kappittuli 4, at tað bert eru ung yvir 18 ár, ið eftir nýggju stuðulsskipanini fáa útbúgvingarstuðul. Tey, ið eru undir 18 ár, kunnu tó fáa ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari, til ferðing og til vistarhald.


Færri fara í skúla

Jákup Sverri Kass er yngsti maður á tingi og somuleiðis eisini tann, ið seinast hevur kent útbúgvingarstuðulsskipanina á sín egna kropp. Tí sigur hann seg vera eyman um skipanina, og ynskir hann, at føroyskur ungdómur fær eina so góða stuðulsskipan sum møguligt. Hann sigur, at ein í fyrstu atløgu kann meta tað sum skeivt, at tey, ið eru undir 18 ár, ongan beinleiðis útbúgvingarstuðul fáa. Hann heldur, at hetta møguliga fer at hava teirri avleiðing, at miðalaldurin á studentaskúlanæmingunum í Føroyum fer at hækka, og kanska fer talið av teimim, ið velja at fara á t.d. studentaskúla at lækka. Sum grundgeving fyri hesum vísir hann á, at ung undir 18 ár heldur velja at fara út á arbeiðsmarknaðin at vinna sær eitt sindur av peningi áðrenn tey fylla 18, og kunnu nema sær midnámsútbúgving við útbúgvingarstuðuli. Men hann væntar, at hesi fara at fáa brell fyri at vinna pening, og tí er vandi fyri, at tey verða verandi á arbeiðsmarknaðinum í staðin fyri at nema sær útbúgving. Hetta heldur Jákup Sverri Kass somuleiðis fer at skapað eitt stórt trýst á arbeiðsmarknaðin av ungum fólki, ið ynskja at fáa arbeiði.


Kann brúkast

Jákup Sverri Kass sigur, at hann kann taka undir við uppskotinum, um talan verður um eina skiftistíð fyri tey, sum í løtuni eru undir átjan ár og eru í ferð við at nema sær útbúgving. Hann heldur ikki, at tað hevði verið rímiligt, um hesi brádliga skuldu mist útbúgvingarstuðulin, tí ein nýggj lóg brádliga kom í gildi.

Ungi løgtingsmaðurin sigur at alneyðugt er, at útbúgvingarstuðulsskipanin verður so bílig at umsita sum møguligt. Hann heldur, at eingin meining er í, um ein rúgva av peningi verður nýttur til umsiting av skipanini. Tá heldur hann, at betri hevði verið, um øll lesandi fingu hægri útbúgvingarstuðul, sjálvt um tey vóru yngri enn 18 ár.

­ Vandi er fyri, at skipanin við ískoytisstuðli verður dýr og trupul at umsita, og um so verður, hevði verið betri, um lesandi undir 18 fingu fullan útbúgvingarstuðul. Men um prógvast kann, at skipanin ikki verður dýr at umsita, og um tey, ið eru eldri enn 18 ár fara at fáa hægri lestrarstuðul, so haldi eg, at uppskotið kann góðkennast. Her skal leggjast afturat, at hetta er treytað av, at talan verður um eina skiftistíð fyri tey, sum í løtuni eru undir útbúgving, og sostatt eru undir verandi útbúgvingarstuðulsskipan, sigur Jákup Sverri Kass, tingmaður. Hann heldur tó, at 3.000 krónur í ferða- og bókaískoyti er lítið fyri lesandi undir 18 ár at fáa um árið.


Eigur at hækka so líðandi

Verandi stuðulsskipan hevði til 1992 eina reglu, ið segði, at stuðulin til tey lesandi skuldi hækka so líðani eftir prístalinum. Men tá kreppan kom, varð hetta avtikið, og stuðulsupphæddirnar eru ikki hækkaðar síðani tá. Í uppsotinum til nýggju stuðulsskipanina er hetta tikið við aftur. Men Jákup Sverri Kass sigur, at hann vildi heldur, at upphæddirnar hækkaðu við einum ávísum krónutali hvørt ár, í staðin fyri eftir miðalprístalinum. Hann sigur, at um hækkigin verður regulerað av miðalprístalinum, fer at bera so væl til hjá landsstýrismanninum avtaka hetta, eins og gjørt varð í 1992.

Ungi løgtingsmaðurin, ið er burturstaddur meðan viðgerin av málinuum um útbúgvingarstuðul fer fram í tinginum, sigur seg vera sera eyman um stuðulsmálið, og vónar hann, at komið verður til eitt so skilagott úrslit sum yvirhøvur møguligt.


Bert stuðul í 11 mánaðar

Uppskotið um nýggja stuðulsskipan leggur upp til, at lesandi bert skulu fáa stuðul gjøgnum 11 mánaðar av árinum. Hetta heldur Jákup Sverri Kass vera gott fyri tey lesandi, tí tað fer næstan at noyða tey út á arbeiðsmarknaðin um summarið, og hetta heldur hann er sera læruríkt og týdningarmikið fyri ung fólk.