Dagfinn Olsen
John Johannessen
Í skrivaðu stund er stórur spenningur á Hotel Hafnia, har sáttmálasamráðingarnar millum Starvsmannafelagið og lønardeildina hjá Fíggjarmáæastýrinum fara fram. Fólk hava tingast síðani sunnudagin, og nú sælr út til, at tað fer at bera ella bresta. Semingsmennirnir eru nevniliga komnir við einum uppskotið, ið byggir á eina lønarhækkan á 2,5 %. Talan er tó ikki um eina lønarhækkan á 2,5 % beinan vegin, men ætlanin er, at lønirnar hjá limunum í Starvsmannafelagnum skulu hækka í pørtum. Frá fyrsta mars í ár skal lønin hækka 1 %, síðani 0,5 % afturat 1. juli og at enda skal lønin hækka 1 % 1. oktober.
Fund við álitisfólkini
Nevndin í Starvsmannafelagnum hevur havt fund við álitisfólkini í felagnum frá klokkan 10 í morgun til nú beint áðrenn klokkan 15. Somuleiðis hevur nevndin í Starvsmannafelagnum verið inni hjá semingsmonnunum í hálvan tíma og givið svar, men enn verður bíðað eftir svari frá Fíggjarmálastýrinum. Um Starvsmannafelagið tók undir við semingsuppskotinum ella ikki, vita vit ikki enn at siga.