Nú Tjóðveldisflokkurin er komin við einum konkretum útspæli til hvussu flokkurin heldur, at pensjónirnar skulu skipast í framtíðini hava vit vent okkum til Bjarna Djurholm, tingmann Fólkafloksins fyri at spyrja hann um støðuna hjá hansara flokki til tað útspæli.
? Nú havi eg ikki havt stundir at seta meg fult og heilt inn í »uppskot« Tjóðveldisfloksins, men eftir tí, sum eg havi skilt, so er ikki stórur munur á hvussu teir vilja skipa pensjónirnar í framtíðini, og tað, sum Fólkaflokkurin hevur sagt alla tíðina.
? Tað sum vit hava ávara ímóti er, at talið av pensjónistum í framtíðini verður so høgt, at restin av samfelagnum hevur ikki ráð til at fíggja pensjónirnar yvir skattin.
Hann vísir á, at skulu pensjónirnar fíggjast yvir skattin, so er neyðugt við einum so høgum skattatrýstið, at tað verður beinleiðis óhugaligt at arbeiða, og tað kann ikki verða rætt.
Misskilt ætlanina
Annars vísir Bjarni Djurholm á, at uppskot Fólkafloksins frá byrjan er væl og virðiliga misskilt.
? Tað hevur ongantíð verið okkara æltan, at býta pensjónistarnar sundur í tveir bólkar. Okkara uppskot var - og er - at tey, sum hava eina lønarinntøku, skulu tryggja sín aldurdóm sjálvi. Síðani skal samfelagið hava ábyrgdina av teimum, sum lítlan og ongan møguleika hava til sjálvi at gjalda sína pensjón.
? Harumframt hevur tað alla tíðina ligið í okkara ætlan, at vit vilja hækka pensjónirnar, tí núverandi pensjónsupphæddir eru hvørki eru til at liva ella doyggja av. Misskiljingin liggur í tí, sum hevur verið frammi í fjølmiðlunum. Har hevur verið víst á, at Fólkaflokkurin hevur havt ætlanir um at avtaka fólkapensjónirnar, og einki er meira skeivt enn tað, sigur Bjarnir Djurholm, tingmaður.
Vælgrundað uppskot
Annars vísir Bjarni Djurholm á, at uppskotið hjá Fólkaflokkinum ikki bara er nakað, sum er tikið úr tómum heimi.
? Vit hava gjørt eitt nágreiniligt arbeiði og harafturat hava vit fingið Lívstrygging til at rokna upp á tølini, og tey siga rættiliga greitt, at samfelagið klárar ikki at bera tær pensjónsskyldur, sum liggja fyri framman, um so er, at tær skulu fíggjast yvir skattin.
? Hartil kemur so eisini tað, at skattafíggja pensjón, sum oftast er innanholað áðrenn hon kemur til útgjalds, og tí sjáldan kemur til sín rætt.
Bjarni Djurholm leggur afturat, at tað nú er neyðugt, at fáa arbeitt víðari við hesum uppskotinum og sett orð á, hvussu vit halda, at tað skal skipast.
? Eg skilji, at Tjóðveldisflokkurin vísir á eina skipan, sum stendur á tveimum súlum. Tað liggur tætt upp at okkara uppskotið, men um tað verður tað eina ella hitt, tað ber ikki til at siga í verandi løtu. Eg kann tó siga so mikið sum, at tað verður ikki tað, sum fer at leggja forðingar í vegin, sigur Bjarni Djurholm.
Hugaligari
at spara upp
Hann vísir at enda á, at á talan er um skatt ella um pensjónir, so er talan um eitt sera eymt mál.
? Men tað er sjálvsagt, at tað er hugaligari hjá teimum, sum hava arbeiðið, at spara saman til sína egnu pensjón, heldur enn at gjalda til sína egnu pensjón við »ov høgum« skatti. Tað er altíð hugaligari at spara upp.
? Hinvegin eigur og skal samfelagið tryggja øllum teimum, sum ikki hava møguleika at spara saman til pensjón, eina virðiliga pensjón. Hvussu stór henda pensjón skal vera, ber sjálvandi ikki til at siga í løtuni, men tað kemur, sigur Bjarni Djurholm