Tjóðveldisflokkurin er hálsaður um enn einaferð

? Tær útmeldingar, sum nú koma frá Tjóðveldisflokkinum er ikki tær somu, sum komu beint eftir svarið frá heilsu- og almannaráðharranum, men hetta liggur nógv tættari upp at hugsan Javnaðarfloksins, sigur Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður

Fyri stuttum hevði Hans Pauli Strøm sínar viðmerkingar í blaðnum, til pensjónsmálið, eftir tí sum hann fataði gongdina í málinum og tá var hann rættiliga boysin við Tjóðveldisflokkin.

Hann segði m.a. at Tjóðveldisflokkurin eftir hansara tykki, og í samsvari við svarið frá heilsu- og almannaráðharranum, var lopin frá vallyftum sínum, og hevði givið seg í kast við fólkaflokshugsjónina, tí hann eftir øllum at døma hevði slept teirri samhaldsføstu hugsjónini og farin undir at fyrireika eina individuella skipan, sum skuldi koma ístaðin.

Nógv vatn er runnið í ánna, síðani tann viðmerkingin stóð í blaðnum og m.a. er eitt uppskot komið frá Tjóðveldisflokkinum, sum eftir øllum at døma gevur honum eina broytta fatan av støðu Tjóðveldisfloksins.

? Fyri mær sær tað út sum um flokkurin er hálsaður um enn einaferð. Tær fráboðanir, sum komu, eitt nú frá Helenu Dam á Neystabø, boðaðu greitt frá, at nú skuldi skiftast frá eini kollektivari skipan til eina individuella. Tað segði hon eisini í Útvarpinum beint eftir, sigur Hans Pauli Strøm

Hann vísir eisini á, at Høgni Hoydal segði við Sosialin herfyri, at »pensjónsmálið er fleiri ferðir viðgjørt í samgonguni, og har eru vit samd um eina ætlan, sum landsstýrismaðurin nevnir í svarinum (til Óla Breckman, blðm.)«.

? Men við tí sum nú er komið fram eftir floksting Tjóðveldisfloksins síggja vit, at landsstýrismaðurin leggur eina hugsan fram, meðan Fólkaflokkurin stendur fast upp á sína fólkatrygging og nú boðar Tjóðveldisflokkurin frá eini triðju loysn..


Taka undir

við einum parti

? Og har kann eg siga beinanvegin, at vit gott kunnu taka undir við einum parti av uppskotinum. Fyrri parturin - tann við tí »samhaldsfasta« er júst tann parturin, sum Javnaðarflokkurin hevur arbeitt við alla tíðina, so har hava vit ongan trupulleika, sigur hann.

? Hinvegin hava vit eitt sindur trupult við at skilja hvussu ein slík dupultskipan, við einum samhaldsføstum parti og einari privatari uppsparing kann hanga saman. Bæði landsbúskaparliga og ikki minst privatbúskaparliga. Tað fer í øllum førum at verða trupult hjá eini miðalinntøku, sum liggur um 150 túsundkrónur skal klára at fíggja bæði sína egnu pensjón uppá 10-15 prosent, umframt at skula gjalda eini átta til tíggju prosent í ein fólkapensjónsgrunn, sigur Hans Pauli.

Tað sum hann vísir til er, at tað verður trupult hjá myndugleikunum, at skava allan henda pening frá fólki, uttan at geva teimum annað ístaðin, og tað gongur í síðsta enda út yvir landskassan.

? Eg hugsi um, at um so er, at landskassin skal »kompensera« fyri at fólk skulu gjalda, so missir landskassin pengar, og fyri at fáa henda miss innaftur má landsstýrið antin hækka skattin ella spara á fíggjarlógini. Henda spurning kundi eg gott hugsað mær, at landsstýrið útgreinaði meir, sigur Hans Pauli Strøm og leggur afturat, at hetta er ein týdningarmikil partur av øllum málinum.


Fleiri veik punkt

Hóast Hans Pauli nú heldur, at tankarnir um broytingar í pensjónsskipanini eru meira borðbærar, so heldur hann tó, at tað eru ymisk kritikpunkt, bæði í málinum og í framferðini hjá landsstýrinum.

? Eitt er, at vit kunnu enda við at hava ymsar bólkar á arbeiðsmarknaðinum sum koma at fáa ymsar pensjónsskipanir, og á tann hátt eitt uppbýti av pensjónsskipanum, har onkur fær nógv og onkur annar nógv minni, sigur Hans Pauli..

? Eitt annað veikt punkt, sum er nógv týdningarmiklari er, at hesir tankar Tjóðveldisfloksins s samsvara ov illa við tað uppskotið um nýggja fólkapensjónsskipan, sum liggur á tingborði í løtuni. Har stendur einki yvirhøvur um eina nýggja skipan sum hesa. Og so sigur Helena Dam á Neystabø, at tey ætla at leggja uppskot fram á Ólavssøku um nýggja skipan, sigur Hans Pauli.

Tí heldur hann, at ruðulin av pensjónsmálinum í landsstýrinum er fullkomin.

? Men eg haldi fast við tað, sum eg segði um, at eg haldi, at framferðarhátturin er skeivur, tí eingi fakfeløg hava verið við í arbeiðinum at fyrireika hesa skipanina, sigur Hans Pauli Strøm.

? Tað er mín meting, at tað er ov seint at hoyra partarnar á arbeiðsmarknaðinum tá uppskotið er liðugt, tí tað er sjáldan at stórvegis verður broytt í teirri støðuni. Tá er leisturin skorin og partar sleppa at siga hvussu teimum dámar hann. Eg haldi ikki tað er rætti framferðarhátturin.

Til seinast sigur Hans Pauli, at Tjóðveldisflokkurin bert kann takka sær sjálvum fyri, at málið er vorðið ein politisk kastibløka.

? Tað er teirra egni kleyvarskapur, at viðgerin av málinum er endað sum hon er. Viðgerin av einum so stórum og týdningarmiklum málið eigur sjálvsagt at byggja á eitt breitt samfelagsligt og politiskt orðaskifti, og ikki bara verða avgreitt í eini handavend innanhýsis av samgonguni.

? At eitt lívligt orðaskifti er komið burturúr kunnu teir bara takka Javnaðarflokkinum fyri og júst hetta orðaskifti hevur eftir øllum at døma verið orsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin er vendur aftur á leiðina, heldur enn at halda á eftir fólkafloksbreytini, sigur Hans Pauli Strøm, løgtingslimur at enda