Dagfinn Olsen
Í gjár lýstu fleiri feløg, ið umboða starvsbólkar á teimum trimum sjúkrahúsunum í Havn, Klaksvík og í Suðuroynni, ein 24 tíma arbeiðssteðg frá á midnátt. Arbeiðssteðgurin umfatar nærum allar starvsbólkarnar á sjúkrahúsunum frá á midnátt hóskvøld 18.03 - 1999 til á midnátt fríggjakvøld 19.03 - 1999.
Talan er um heilt nógv fólk og umfatar hettar t.d. bæði gongsgentur, apotekarar, sjúkrasystrar, sjúkrahjálparar og handverkarar.
Sostatt liggja sjúkrahúsini lamin og bert lívsneyðugt arbeiði verður gjørt.
Hetta er bert fyrsta stig. Sum skilst, so standa fakfeløgini væl saman og fundir eru alla tíðina.
Kl. 15 í gjár skuldu øll feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hittast, og onnur við, og seinni skuldi fundur eisini vera við Starvsmannafelagið. Av hesum skilst, at ikki er óhugsandi, at arbeiðssteðgurin gerst alt meira umfatandi.
Feløgini
standa saman
Feløgini eru øll samd um, at reallønarfallið má steðgast og kravið er, at lønin má hækka munandi. Kanksa eini 5% í ár og 7% komandi ár. So fer ein ikki niðurum reallønarmarkið.
Tey eru eisini samd um, at ein kann ikki liva við tí, ið Starvsmannafelagið fær bjóðað frá fíggjarmálastýrinum, tí hetta kemur eisini at raka limirnar í øllum hinum feløgunum, ið eru næst í samráðingarrøðini.
Sagt verður, at hetta er ikki bert eitt stríð hjá Starvsmannafelagnum, men eitt stríð fyri allar lønmóttakarar.
Limirnir í feløgunum innan sjúkrahúsverkið eru sera positivir og sum ongantíð fyrr kenna nevndirnar fullan stuðul frá limunum um tiltøkini. Feløgini leggja dent á, at tey vísa stríðnum hjá Starvsmannafelagnum fullan stuðul.
Eisini skilst, at tað argar ikki sørt, at løgtingslimir játta sær stóra lønarhækkan, meðan onnur bert fáa molar.
Tá blaðið fór til prentingar í gjár, var ikki greitt, júst hvussu umfatandi arbeiðssteðgurin fór at gerast, men feløgini innan sjúkrahúsverkið lýstu so til 24 tíma arbeiðssteðg, sum leggur øll 3 sjúkrahúsini lamin.
Sleppa ikki á
tal við landstýrið
Ein avleiðing av støðuni er, at tey feløg, ið standa í røð at samráðast við landstýrið, sleppa ikki á tal við myndugleikarnar.
Hvør avleiðingin verður av hesum, ber ikki til at siga í løtuni. Í gjár skuldu t.d. Sjíkrahjálparafelagið á fund við landsins myndugleikar, men fíggjarmálastýrið er ikki til arbeiðis vegna blokaduna kring fíggjarmálastýrið á Albert Hall.
Um Arbeiðarafeløgini eisini fara at lýsa arbeiðssteðg, er enn ógreitt, men Ingeborg Vinther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag tekur fult undir við Starvsmannafelagnum.
Hon vil tó ikki siga enn, um FA fer at seta tiltøk í verk. Tó eru limirnir kring landið vaknir, og halda eyguni við, at verkfallsrakt arbeiði ikki fer fram. Randi í Jógvansstovu frá Arbeiðararafelagnum í Leirvík váttar tíðindi um, at tey har hava roynt at forða fyri, at farmur fer um fjørðin til Klaksvíkar, men tað eydnaðist tó klaksvíkingum at fáa farm um fjørðin í gjár.
Ingborg Vinther vísir á, at myndugleikarnir hava sjálvir biðið um hesar trupulleikar og at tað kann ikki vera rætt, at bert ein samfelagsbólkur fer upp í løn, meðan onnur lítið og einki fáa.
Í løtuni er nógv fundarvirksemi og feløgini tingast og standa saman ímóti tí, sum tey hava hug at kalla eina háan móti fakfeløgunum.