ikki. Hinvegin hevur tað mangan verið strævið. - Tó havi eg verið heppin og skaðaleysur á túrunum - og sum heild eri eg sloppin væl frá skaðum í samband við renning, sigur óføri rennarin, sum in.fo hitti á [...] kilometrar hvørja ferð. Men, Regin hevur ikki bara runnið her heima í Føroyum. Seinnu árini hevur hann runnið ikki færri enn seks full marathon. - Eg havi runnið bæði í Berlin, Keypmannahavn, Stockhólmi og í Athen [...] her standi eg í løtuni á bíðilista, men havi goldið depositum á 1000 krónur, sigur hann. Spurdur, um hann ongantíð er komin lort í býin á hesum longu teinum, sigur Regin Jóanesarson, at tað er hann ikki
frá farna ári. Eg havi ringt runt til fólk, og eri nú við at fáa fatur á teimum seinastu tølunum. -Tilsamans havi eg nú skrásett 7.562 harur, sum eru skotnar á 891 túrum kring landið. -Eg bíði eftir teimum [...] teimum seinstu tølunum, sum eg vænti at fáa Ãí hesi vikuni. So fari eg undir at skriva frágreiðingina. ”Haruveiðan í Føroyum 2013”. -So er tað framvegis onkur, sum ikki hevur givið mær tølini, ella um tit [...] harumaðurin Eyðfinn Magnussen er helst hann, ið veit mest um harur og haruveiðu í Føroyum og nú hevur hann gjørt veiðuna upp fyri árið 2013. Á facebook boðar hann soleiðis frá: -Eg havi arbeitt víðari at skráseta
Familjunetið og sosiala netið er so mikið sterkt enn, tíbetur, at tey sum eiga gomul í familjuni, vitja tey. Sjálv arbeiði eg sum heimasjúkrasystir, og mín varugi haðani er eisini, at tað eru ikki so nógv [...] og Reyða Krossi Føroya veitir gomlum hesa tænastuna. Hon hevur virkað seinastu tíggju árini. Stígur hevur verið í virkseminum, men síðani á heysti í fjør, tá ið ein fyrisitari varð settur at taka sær [...] eru viðurskiftini vorðin meiri skipað. Lítið og einki hevur verið at hoyrt til hesa tænastuna í longri tíð, men sambært Unnu Næs Petersen, ið er fyrisitari á Vitjunnartænastuni, virkar hon væl. Um allar
ikki, at uppgávan er ræðandi. - Hesi næstu sjey árini snýr tað seg um 100 milliónir um árið í miðal og eg haldi ikki, at hetta er ein ørandi upphædd. Sjálvur heldur, at skuldi tað hent, at politiskur vilji [...] skuffu í Tinganesi. - Hetta er eitt dygdarverk, tí hetta er eitt sera hent amboð hjá politisku skipanini, fult av møguleikum, hugflogi og góðum hugskotum. Hann vísir á, at hesi næstu sjey árið fer hetta [...] hvussu gongdin kann vendast. Eitt vælaverk Johan Dahl er sannførdur um, at álitið, hann fekk í hondina í morgun, er eitt vælaverk og eitt avbera hent amboð hjá politisku skipanini at byggja víðari á. Tað
og eg skilji, at tað er stór mótstøða í bløðunum ímóti hesi ætlan. Ja, Gággan má víkja fyri fínari tingum, og helst fara teir at halda uppat, tá teir ikki sleppa at spæla har longur. Tað havi eg skilt [...] Johnsigurd orðið: »Tað elsta dansiorkestrið í Føroyum, Gággan, verður fimmti ár í heyst. Øll hesi árini hevur verið spælt at kalla uttan íhald, men við skiftandi manning. Nú verður tað helst ikki leingi afturat [...] umbygging, og tað ljóðar, at Gággan fer at halda uppat, tá umbyggingin er byrjað. Ein teirra, sum spældi í Gágguni frá fyrsta degi og í 29 ár, er Andreas Restorff. ? Tað mundi vera av tilvild, at vit fóru at spæla
Hon er kend sum organistur, og kring landið er hon ikki minni kend fyri at syngja sjaldur. - Tað besta eg veit er at spæla í kirkjuni, og eg ætli mær at hanga í, so leingi eg havi førleikan, og tað havi [...] havi eg sum er. Tað sigur Vilhelmina Larsen í Dali, sum fylti 79 ár fríggjadagin. Vilhelmina er ein bygdarmynd í Dali. - Í heiminum hjá okkum í Skálavík og seinni í Dali var altíð nógvur sangur og tónleikur [...] Enn klári eg væl at spæla í kirkjuni, og fingrarnir eru, sum teir skulu, sigur hon. Vilhelmina hevur eisini fingið tænastumedalju frá donsku drotningini fyri tey stívliga 40 árini, hon hevur verið organistur
sum eg seldi bátin, keypti eg mær eitt 10-mannafar, sum eg havi havt síðan. Eg eri á floti, tá tað viðrar, og eg velji mær løturnar sjálvur. Nú verður útróðurin ikki drivin so hart sum áður, og eg royni [...] dámdi honum eisini væl. - Eg plagi at siga, at eg havi verið útróðrarmaður ein stóran part av mínum lívi, bæði her heima og í Grønlandi, og áðrenn eg fór at rógva út, var eg við fleiri av teimum gomlu [...] hart. Einaferð var ein harður brestur, og eg ivaðist í, um eg hevði siglt á eitt hvørt, sum fleyt í sjónum. Eg slakkaði av, men koyrdi síðan nakað á aftur, tá eg ikki dugdi at síggja, at nakað var galið
kamari. Eg havi altíð verið nervøsur fyri eldi, og var tað eisini tá. Tær báðar høvdu eina 8 linjurs lampu av teimum grønu. Eg hevði verið og skrúvað niður, áðrenn eg fór í song. Vit bæði, eg og Malfryd [...] við. Torvskurður og høsnarungar Eg skar torv í Jarðadali. Eg var fýra dagar um arbeiðið, og eg var so móður hvønn dagin. Eg skar ársbrenni av torvi, og eg meini, at eg var einsamallur sum skar torv í Jarðadali [...] komi niðan, tað er um midnáttina, er myrkt inni. Eg hugsi ikki meira um tað. Men morgunin eftir frætti eg frá Ásmund Petersen, nábúgvi her, at hann hevði verið inni og sløkt lyktina, tí hann hevði sæð, at
húkin og agnið á línuna. Nú er klárt at kasta. - Ja, nú verður spennandi at vita, um nakar man bíta á. Eg veit av royndum, at tað er altíð líka stuttligt, hóast eg einki fái. Tað er líkasum sjarman við tí at [...] hennara. Boyan, sum vanliga fer upp og niður eftir smáu aldunum, er nú undir í heilum. Her er fongur í væntu! Tað er týðiligt at merkja, at hetta er tað stóra kickið, sum einhvør laksafiskari, óansæð aldur og [...] kemur tað stutt frá henni. - Hann var á eina løtu, men eg lorkaði hann burtur. Hmmm, eg burdi verið eitt sindur meiri tolin í dag, tí so hevði eg fingið hann! Betur gekst henni kortini í farnu viku. Týsdagin
mikið at gera og er ikki arbeiðsleysur ein tann einasta dag. Tað er í sjálvum sær ikki so óvanligt. Men tá ið talan er um ein 85 ára gamlan mann, er tað ein heilt onnur søga. Men soleiðis er lívið hjá Martini [...] sum pensjonistur. At fáa tíðina at ganga er nevni-liga ikki tað, sum Martin Eides-gaard hevur mestar kvalir av. ? Eg havi eitt sindur av seyði, sum eg passi. Eg seti epl niður um várið og taki tey uppaftur [...] uppaftur um heystið. Um summarið hoyggi eg, og annars plagi eg eisini at stima eftir nátum, og tað kemur eisini fyri, at eg eri ein túr í fjørðinum og fái mær eitt kók. Ì so máta eru ellisárini hjá Martini