75 ár síðani Gággan spældi fyrstu ferð

Í november 1976 spældi Gággan fyri seinastu ferð til dans í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tá hevði orkestrið eisini hálva øld á baki

 

Í gjár vórðu liðin 75 ár síðani, at hjúnini Denna og Kjartan Mohr giftust ? og hildu brúdleyp í Klubbanum í Havn. Hetta brúdleypið var slóðbrótandi, tá hugsað verður um dansiviðurskiftini í Havnini mestan partin av øldini, tí tá spældi kenda orkestrið, Gággan, fyri fyrstu ferð til dans ? og helt á fram til 1976.

Í sambandi við at orkestrið hevði ætlanir um at leggja árarnar inn, tosaði Johnsigurd Johannesen, blaðmaður á Sosialinum, við Andreas Restorff í september 1976. Andreas spældi við Gágguni í 29 ár. Vit geva Johnsigurd orðið:

»Tað elsta dansiorkestrið í Føroyum, Gággan, verður fimmti ár í heyst. Øll hesi árini hevur verið spælt at kalla uttan íhald, men við skiftandi manning. Nú verður tað helst ikki leingi afturat. Sjónleikarhúsið í Havn hevur avgjørt at útihýsa øllum dansi vegna umbygging, og tað ljóðar, at Gággan fer at halda uppat, tá umbyggingin er byrjað.

Ein teirra, sum spældi í Gágguni frá fyrsta degi og í 29 ár, er Andreas Restorff.

? Tað mundi vera av tilvild, at vit fóru at spæla saman, sigur hann. ? Vit vóru fimm, sum allir høvdu áhuga fyri tónleiki, og fyrstu ferð, vit spældu fyri fólki, var til brúdleypið hjá Dennu og Kjartan Mohr. Brúdleypið stóð í Klubbanum. Allir vóru vit bodnir í brúdleyp, og tá tað var liðið út móti dansitíð um kvøldið, fóru vit upp á pallin at spæla.

Jazzband Triumph

Gággan er ikki tað upprunaliga orkesturnavnið. Andreas Restorff sigur, at fyrstu tíðina kallaðu teir orkestrið Jazzband Triumph.

Teir, sum spældu fyrstu árini, vóru Andreas R. Jacobsen (Andreas í Vágsbotn), sum spældi klarinett og saxofon, Stig Heinesen, sum eisini spældi klarinett og saxofon, Andreas Restorff klaver, Niels Restorff trummur og Verland Johansen saxofon og contrabass.

? Men Verland dugdi annars at spæla upp á eitthvørt ljóðfar, hann fekk stungið í hondina, heldur Andreas fyri.

? Vit royndu at vera nærlagdir, meðan vit vandu. Hoyrdu vit eina góða plátu, so royndu vit at fáa okkara spæl at líkjast tí á plátuni sum mest. Eisini lurtaðu vit nógv eftir tónleiki í radio og lærdu okkum løg haðani.

Tey fyrstu ljóðførini, Jazzband Triumph fekk, vórðu bíløgd úr París.

? Gjøgnum ein príslista keyptu vit eitt trummusett og eina C-saxofon. Klaver var í Klubbanum frammanundan.

Andreas sigur, at aðru ferð teir spældu fyri fólki, var til eitt sokallað »damuball« í Føroya Banka.

? Tað vóru konufólkini, sum stílaðu fyri. Eg minnist, at Dagny Mohr var ein av fyrireikarunum. Síðani fóru vit av álvara at spæla til dans hvørt sunnukvøld í Klubbanum aftan á biosýningina.

Okkara uppgáva var eisini at flyta stólar, og tað gjørdu vit so skjótt, at sveittin lak úr hvørjum hári. Harumframt varð spælt til brúdleyp og veitslur.

Ungir spælimenn

Tað vóru ungir spælimenn í Jazzband Triumph. Sjálvur var Andreas ikki eldri enn 16 ár, tá teir byrjaðu.

? Tá gekk eg í realskúla. Tað var tíðum, at vit spældu til klokkan fimm, seks um morgnarnar, og skúlin byrjaði klokkan átta. Men tað løgdu vit einki í.

Eitt atgongumerki til Gággudans nú og tey árini, Andreas spældi, kostar eins nógv og teir fingu fyri at spæla eitt heilt kvøld.

? Tá fingu vit einar 10-15 krónur í part, og atgongugjaldið var 1 króna fyri konufólk og 1,25 krónur fyri mannfólk.

Tá Tórshøll stóð liðug, fór Gággan úr Klubbanum og niðan hagar at spæla.

? Har varð spælt til almennan dans í nøkur ár, men undir krígnum fóru vit at spæla í Sjónleikarhúsinum, har Gággan spælir enn.

? Tá varð spælt einar fýra, fimm ferðir um vikuna fyri ymsum herdeildum hjá eingilskmonnum, og altíð vóru tað tær somu genturnar, sum vóru við. Men sunnukvøld varð altíð spælt til almennan dans.

Sum sild í tunnu

Andreas minnist, hvussu tað var at spæla undir krígnum.

? Tá varð blendað fyri vindeyguni við tjúkkum plátum. Eingilskmenn og marinarar royktu stórar Virginia-sigarir, og roykurin var øgiligur. Eingin ventilatión var heldur, so mangan var tað ikki inniverandi. Fólk stóð sum sild í tunnu, men tey stuttleikaðu sær óført. Tað skuldi eitt sterkt bróst til at spæla so ofta um vikuna. Eg minnist, at tá vit spældu eitt ávíst lag, komu eingilskmenn og marinarar við einar wiskeyfløsku upp á pallin til okkara.

Andreas sigur, at tað var eitt sjáldsama gott vinarlag millum teirra, sum spældu í Gágguni. Har kundi av sonnum orðafellið »en for alle og alle for en« brúkast.

Gággan plagdi eisini at fara út um landið at spæla til ymsar samkomur. T. d. varð spælt í Klaksvík og í Suðuroy. Men treytin var, at eitt klaver var har á plássinum, sum spælt varð. Tað varð ferðast við Sleipner og Tjaldrinum. Tá útvarpið byrjaði í 1957 varð onkuntíð spælt har eisini.

Trúlovilsi

og giftarmál

? Nú ljóðar, at Sjónleikarhúsið skal umbyggjast og samstundis útihýsa Gágguni, og eg skilji, at tað er stór mótstøða í bløðunum ímóti hesi ætlan. Ja, Gággan má víkja fyri fínari tingum, og helst fara teir at halda uppat, tá teir ikki sleppa at spæla har longur. Tað havi eg skilt á lagnum. Men Gággan man hava verið orsøkin til mong trúlovilsini og giftarmálini gjøgnum tíðina. Í Gággudansi fanst ið hvussu er altíð eitt høvi til at trúlova seg?, endar Andreas Restorf.