Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til grein 52a fyrispurning frá Hans Jacob Thomsen, tingmanni.
Hann setti henni ein soljóðandi grein 52a fyrispurning um bústaðarmarknaðin í Føroyum:
1. Hvussu nógvar bústaðareindir í Føroyum eru ogn hjá privatum fyritøkum?
2. Hvussu nógvar bústaðareindir í Føroyum eru ogn hjá eigarum, ið eiga meira enn eina bústaðareind?
3. Hvussu er býtið kring landið?
4. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um átøk, ið kunnu minka um lutfallið av vinnuligum bústaðareindum?
Landsstýriskvinnan sigur, at hon fær ikki svara upp á spurningarnar 1-3, tí at tað er eingin skipað skráseting av teimum upplýsingum, sum biðið verður um.
– Bygningsskráin hjá Hagstovuni gevur góða ábending um talið á bústøðum í landinum og um býti kring landið, men bygningsskráin sigur einki um ognarviðurskiftini, sigur landsstýriskvinnan.
Upplýsingar um ognarviðurskifti eru skrásettar hjá Tinglýsingini, men við verandi skrásetingarhátti ber ikki til at taka hesar upplýsingar út í yvirliti (at gera úttrekk).
– Arbeitt verður við at talgilda tingbókina, og tá tingbókin er fult talgildað viðvíkjandi fastogn, fer tað væntandi at bera til at taka nevndu upplýsingar út í yvirliti, sigur Margit Stórá.
– Av somu orsøkunum, sum greitt er frá omanfyri, hevur landsstýriskvinnan ikki grundarlag fyri at svara upp á spurning 4 ella at staðfesta um verandi lutfall millum vinnuligar og ikki vinnuligar leigubústaðir er ein trupulleiki, sigur hon.
– Hinvegin er at siga, at spekulatión í bústaðaeindum kann hava stórar og álvarsligar samfelagsligar avleiðingar. Vit eiga øll at taka ábyrgd fyri, at bústaðir fyrst og fremst tæna sum heim hjá fólki, heldur enn sum gistingarhús ella sum spekulatiónsíløgur. Tað er tí óheppið at neyvar upplýsingar um hesi viðurskifti ikki eru tøkar, og ynskiligt var, um hagtalsgrundarlagið á økinum var styrkt, sigur landsstýriskvinnan.
– Sum landsstýriskvinna eri eg sinnað at taka stig til at kanna, hvussu til ber at fáa til vega eitt eftirfarandi yvirlit yvir bústaðarmarknaðin. Eitt slíkt yvirlit er neyðugt, tá støða skal takast til, hvørji átøk eiga at fremjast m.a. fyri at tryggja, at bústaðir fyrst og fremst verða nýttirsum heim, og fyri at kunna fyribyrgja, at spekulasjónskeyp og stutttíðarútleigan forða vanliga føroyinginum í at seta búgv, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svarinum til Hans Jacob Thomsen, løgtignsmann.