Hon er kend sum organistur, og kring landið er hon ikki minni kend fyri at syngja sjaldur.
- Tað besta eg veit er at spæla í kirkjuni, og eg ætli mær at hanga í, so leingi eg havi førleikan, og tað havi eg sum er.
Tað sigur Vilhelmina Larsen í Dali, sum fylti 79 ár fríggjadagin.
Vilhelmina er ein bygdarmynd í Dali.
- Í heiminum hjá okkum í Skálavík og seinni í Dali var altíð nógvur sangur og tónleikur og pápi mín, sum doyði í 1994 - 94 ára gamalur - var organistur í Skálavíkar kirkju langt upp í ellisárini.
Vilhelmina sigur, at pápi hennara var eitt gott og livandi menniskja. Hann var stuttligur og virkin í bygdarlívinum, og hann var góður kvøðari og skipari í kvæðum.
- Enn klári eg væl at spæla í kirkjuni, og fingrarnir eru, sum teir skulu, sigur hon.
Vilhelmina hevur eisini fingið tænastumedalju frá donsku drotningini fyri tey stívliga 40 árini, hon hevur verið organistur, og tað var Jákup Reinert Hansen, prestur, sum handaði henni medaljuna.
Tey, sum kenna Vilhelminu, siga, at hon fylgir ógvuliga væl við øllum tí, sum hendir - ikki minst í nærumhvørvinum.
Tað kemur ikki eitt ferðafólk til bygdar, føroyingur sum útlendingur, sum hon ikki prátar við. Hon sigur seg ikki duga so væl enskt, men tá hon sæst í práti við útlendingar, er ikki líkt til, at samskifti millum hana og tey vitjandi er nakar trupulleiki.
- Hon fær jólakort úr stórum parti av heiminum, sigur versonur hennara, Bødvar Hjartvarsson.
Men, er Vilhelmina kend sum organisturin í Dals kirkju øll hesi mongu ár, er hon ikki minni kend í Sandoynni og kring um í Føroyum sum kvinnan, ið syngur sjaldur.
Ikki minst í Eiriksgarði í Dali hevur hon á kvøldsetum og tiltøkum annars sungið sjaldur og sagt frá. Herfyri var hon eisini á torginum í SMS og sang sjaldur.
- Familjan hjá pápa mínum sang sjaldur, og eg eigi eisini eina 9 ára gamla ommudóttir í Havn, sum plagar at vera við mær og syngja sjaldur, sigur Vilhelminu Larsen, sum størri samrøða er við í Vikublaðnum, sum kemur í morgin.










