69 ára gamal til USA at renna

Hóast hann fyllir sjeyti í desember, ætlar Regin ikki at gevast at renna. Hann hevur teknað seg til fult marathon í London í 2019.

Grótlaðarin, Regin Jóanesarson, sum hin 13. desember í ár fyllir sjeyti ár, er eisini óførur rennari. Hann byrjaði at renna flaggdagin í 1989 og hevur runnið nógv øll árini síðan henda dag.

 

Vanliga rennur hann einar tríggjar ferðir um vikuna, millum fimm og átta kilometrar hvørja ferð. Men, Regin hevur ikki bara runnið her heima í Føroyum. Seinnu árini hevur hann runnið ikki færri enn seks full marathon.

 

- Eg havi runnið bæði í Berlin, Keypmannahavn, Stockhólmi og í Athen.

 

Regin Jóanesarson sigur, at hin 27. oktober í ár fer hann til New York at renna fult marathon og sjálvur dagurin, tá runnið verður, er allahalgannadagur, 1. november.

 

- Eg veit í løtuni ikki um aðrar føroyingar, sum fara higar at renna til heystar, sigur hann.

 

Hóast hann fyllir sjeyti í desember, ætlar Regin ikki at gevast at renna fyribils. Hann hevur teknað seg til fult marathon í London í 2019.

 

- Men, her standi eg í løtuni á bíðilista, men havi goldið depositum á 1000 krónur, sigur hann.

 

Spurdur, um hann ongantíð er komin lort í býin á hesum longu teinum, sigur Regin Jóanesarson, at tað er hann ikki. Hinvegin hevur tað mangan verið strævið.

 

- Tó havi eg verið heppin og skaðaleysur á túrunum - og sum heild eri eg sloppin væl frá skaðum í samband við renning, sigur óføri rennarin, sum in.fo hitti á máli í Vestmanna seinnapartin í dag.