7.562 harur í 2013

Lívfrøðingurin og harumaðurin Eyðfinn Magnussen hevur gjørt haruveiðuna upp fyri árið 2013.



Lívfrøðingurin og harumaðurin Eyðfinn Magnussen er helst hann, ið veit mest um harur og haruveiðu í Føroyum og nú hevur hann gjørt veiðuna upp fyri árið 2013.

 

Á facebook boðar hann soleiðis frá:

-Eg havi  arbeitt víðari at skráseta harutøluni frá farna ári. Eg havi ringt  runt til fólk, og eri nú við at fáa fatur á teimum seinastu tølunum.  -Tilsamans havi eg nú skrásett 7.562 harur, sum eru skotnar á 891 túrum kring  landið.  -Eg bíði eftir teimum seinstu tølunum, sum eg vænti at fáa Ãí hesi vikuni. So  fari eg undir at skriva frágreiðingina. ”Haruveiðan í­ Føroyum 2013”.  -So er tað framvegis onkur, sum ikki hevur givið mær tølini, ella um tit eru  vitandi um onkran, so væsignaði, gevi mær boð um hettar.  -Á myndini havi eg samanborið haruveiðuna dag fyri dag í­ ár (reyðu  linjurnar) við tað, sum var skotið í­ 2012 (bláu linjurnar) . Her sæst, at  tað serliga var tann fyrist dagurin i­ árinum, sum ger munin. Síðani hevur  gongdin verið á leið tann sama bæði árini, hóast verðrið í­ ár hevur verið  stak vánaligt, skrivar Eyðfinn Magnussen.