70 gomul fólk hava vitjunnarvin

- Enn er familjunetið í Føroyum so mikið sterkt, at tað eru ikki so nógv einsamøll gomul, sum tað annars ofta ljóðar, sigur Unna Næs Petersen, fyrisitari á Vitjunnartænastuni

Turið Kjølbro


Árið í ár er eldraár, altjóða og føroyskt. Vit vita, at tað eru gomul fólk, ið sita einsamøll kring landið og leingjast eftir onkrum góðum fólki, sum kundi stokkið inn á gólvið við jøvnum millumbili at stytta teimum stundir við hugnaligari samveru og práti.

Vitjunnartænastan hjá Landsfelag Pensjónistanna og Reyða Krossi Føroya veitir gomlum hesa tænastuna. Hon hevur virkað seinastu tíggju árini. Stígur hevur verið í virkseminum, men síðani á heysti í fjør, tá ið ein fyrisitari varð settur at taka sær meiri miðvíst av tænastuni, eru viðurskiftini vorðin meiri skipað.

Lítið og einki hevur verið at hoyrt til hesa tænastuna í longri tíð, men sambært Unnu Næs Petersen, ið er fyrisitari á Vitjunnartænastuni, virkar hon væl. Um allar Føroyar eru 39 vitjunnarvinir spjaddir út í átta øki, ið hvørt hevur sítt álitisfolk. Hesi vitja 70 vitjunnarmóttakarar og í ár hava hesir fingið 7072 vitjunnartímar.

- Tænastan kundi altíð verið betri, men tølini benda jú á, at hon meiri enn anir. Vit hava gjørt vart við okkum í fjølmiðlunum og allir økisleiðararnir hjá Heimarøktini kring landið vita av okkum, men fá seta seg í samband við okkum fyri at fáa vitjan. Tí kunnu vit siga, at í Føroyum eru tað ikki so nógv gomul sum sita einsamøll. Familjunetið og sosiala netið er so mikið sterkt enn, tíbetur, at tey sum eiga gomul í familjuni, vitja tey. Sjálv arbeiði eg sum heimasjúkrasystir, og mín varugi haðani er eisini, at tað eru ikki so nógv gomul, ið eru einsamøll, sum vit ofta hoyra. Føroyingar hava enn eitt netverk, sum ikki er smildrað, sigur Unna Næs Petersen.


Finna stevið saman

Fyrst í hesum árinum vóru tey átta álitisfólkini hjá Vitjunnartænastuni kring landið á skeiði eftir somu forskriftum, sum danski Reyði Krossur arbeiðir eftir. Skeiðið snýr seg um at formidla tænastu ímillum móttakara og vitjunnarvin.

- Vit hava ikki bíðilistar við fólki, sum ynskja vitjan. Kemur tað fyri, at onkur bíðar, er tað tí, at vit leita eftir tí rætta vitjunnarvininum. Uppgávan hjá álitisfólkinum er tá at tosa við viðkomandi, ið ynskir vitjan, fyri at finna út av, hvørji áhugamál ella tørv viðkomandi hevur, og so har út frá finna tann rætta vitunnarvinin. Í smærri bygdum kenna øll hvønn annan, álitisfólkini har vita, hvørji fólk hóska saman, meðan tað á størri plássum skal kannast betri. Tað hevur stóran týdning, at móttakarin og vitjunnarvinur finna stevið saman, sigur Unna Næs Petersen.

Vitjunnarmóttakararnir fáa vitjan eina ferð um vikuna í ein ella tveir tímar. Talan er bæði um fólk, sum búgva einasmøll heima, og um fólk, ið búgva á ellis- og røktarheimi, og á sambýlum.

- Eru fólkini klár og ynskja ein vitjunnarvin, spyrja vit ikki børn teirra eftir, um tað er í lagi, at mamman ella pápin fáa ein vitjunnavin. Tað er at undirmeta fólkini. Sambært álitisfólkunum eru tey gomlu ógvuliga glað fyri at fáa vitjan, sigur Unna Næs Petersen at enda.