- Eru 700 milliónir tað, sum krevst av almennum pengum fyri at venda gongdini í fólkatalinum í Føroyum, er tað væl sloppið.
Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum
Tað var hann sum setti arbeiðsbólkin, ið skuldi geva politikarunum tilmæli og hugskot um, hvussu vit aftur kunnu fáa fólkavøkstur í landinum.
Støðan er annars tann, at fólkatalið minkar, og serstakliga er stórt undirskot á kvinnum í Føroyum.
Tí eru bæði politikarar og fakfólk samd um, at størsta samfelagsliga avbjóðingin hjá Føroyum yvirhøvur, er at venda gongdini og at fáa fólkatalið aftur at veksa.
Úrslitið var, at í heyst varð ein skjóttarbeiðandi nevnd sett at útgreina spurningin og at geva politisku skipanini tilmæli og hugskot um, hvussu gongdin kann vendast.
Eitt vælaverk
Johan Dahl er sannførdur um, at álitið, hann fekk í hondina í morgun, er eitt vælaverk og eitt avbera hent amboð hjá politisku skipanini at byggja víðari á.
Tað sigst, at skuffurnar í Tinganesi eru fullar av vælmeintum álitum um viðurskifti av øllum handa slagi, sum aldrin síggja dagsins ljós aftur.
Men Johan Dahl leggur stóran dent á, at hetta álitið um fólkaflyting skal ikki sleppa at liggja og fúna í eina skuffu í Tinganesi.
- Hetta er eitt dygdarverk, tí hetta er eitt sera hent amboð hjá politisku skipanini, fult av møguleikum, hugflogi og góðum hugskotum.
Hann vísir á, at hesi næstu sjey árið fer hetta at kosta einar 700 milliónir krónur, men hann heldur, at tað er væl sloppið.
- Er tað hetta, sum skal til fyri at venda gongdini og fáa okkara ungdóm at støðast í Føroyum, eru tað øgiliga væl brúktir pengar, sigur Johan Dahl.
- Tað er gott og væl ein Skúladepil í Marknagili, ella ein nýggjur Smyril, skuldi hann verðið smíðaður í dag.
- Spurningurin er eisini, hvat tað kostar okkum at lata vera at brúka hesar pengarnar, tí fáa vit fólkavøkstur, skapar tað eisini vøkstur og trivnað í samfelagnum.
Tískil skulu útreiðslurnar til hetta endamálið, meiri metast sum ein íløga í okkara framtíð og tilverugrundarlag.
- Ístaðin fyri at hugsa um, hvussu nógv hesi tiltøkini kosta, eiga vit at spyrja, hvussu nógv vit missa hvørt einasta ár í virðisøking í samfelagnum og skattainntøkum við tað, at so nógv fólk flyta av landinum og ikki flyta heimaftur.
Taka lógvatak
Men hvussu ætlar Johan Dahl at tryggja sær, at tað eisini ber til at fíggja øll tey nógvu átøkini, nevndin skjýtur upp fyri at venda gongdini?
Hann ásannar, at nógv av tiltøkunum síggjast ikki aftur í játtanarkarmunum, sum nú liggja í Løgtinginum.
Hinvegin ásannar hann eisini, at summi av tilmælinum eru longu á kanningarstøði.
Eitt nú eru tey í Vinnumálaráðnum longu farin at kanna, hvussu tað ber til at bøta um barsilsskipanina og, hvussu tað ber til at geva teimum, sum akkurát eru liðug at lesa, betri umstøður í ALS.
Samstundis eru støðugar kanningar í verk fyri at bøta um okkara atgongd til alheims marknaðin.
Johan Dahl leggur stóran dent á, at uppgávan at seta øll tilmælini í verk, er ikki bara ein uppgáva fyri Samgonguna.
- Vit eru øll samd um, at hetta er okkara størsta avbjóðing og tískil er hetta ein uppgáva fyri alt Løgtingið.
Tí heldur hann, at tað avgerðandi, at bæði samgonga og andstøða nú taka lógvatak saman og fremja hesi tilmælini í verki.
Landsstýrismaðurin sær fyri sær, at politiska skipanin nú fer undir eitt miðvíst arbeiði at útgreina, hvussu tað ber til at fíggja tilmælini.
Sjálvur heldur hann ikki, at uppgávan er ræðandi.
- Hesi næstu sjey árini snýr tað seg um 100 milliónir um árið í miðal og eg haldi ikki, at hetta er ein ørandi upphædd.
Sjálvur heldur, at skuldi tað hent, at politiskur vilji ikki er til at seta fleiri av hesum tiltøkunum í verk, vildi tað verið stórt spell.
Hann sigur, at skal hetta fíggjast, er tað sjálvandi ein spurningur um raðfestingar á fíggjarlógini.
- Vilja vit Føroyum væl, eiga vit at finna fígging til endamálið.
Men skuldi tað verið, er Johan Dahl eisini sinnaður at viðgera spurningin um at selja onkur almenn partafeløg fyri at fíggja hesa ætlanina, eitt nú BankNordik, Føroya Tele, Posta, ella Atlantsflog. Vinnan manglar
Hóast bæði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, báðir eru samdir um, at álitið um Fólkavøkstur, er eitt vælaverk, halda teir kortini eisini báðir, at okkurt er, sum manglar.
Og tað eru tilmæli um vinnuligar útbúgvingar og vinnuliga menning á ávísum økjum.
Báðir vísa teir til Vinnuháskúlan í hesum sambandi.
Sjóvinnuútbúgvingarnar í Føroyum eru sera høgt í metum og vit eiga at kanna, hvussu tann parturin eisini kann brúkast í royndunum at menna føroyska samfelagið, siga teir báðir.
Teir hugsa um at marknaðarføra Vinnuháskúlan uttanlands og fáa útlendingar higar at læra til maskinmeistara og navigatør.
- Tað er ein kjarnuførleiki hjá føroyingum og tað skuldi verið sjálvsagt at vit seldu hana til útlendingar, sigur løgmaður.
Annars saknar Johan Dahl eisini átøk í sambandi við at menna gransking, útbúgving , vørumenning í fiskivinnuni fyri at virðisøkja okkara fiskatilfeingi. Hann heldur, at hetta er eisini eitt øki, tað er sjálvsagt at leggja dent á.
Hann sigur, at hetta eru viðurskifti, sum politiski myndugleikin eigur at taka við, tá ið álitið kemur til politiska viðgerð seinni í ár.
- Hetta má rætt og slætt ikki enda í eini skuffu, leggur Johan Dahl dent á.