84 og fiskar framvegis laks

Aldurin forðar ikki teirri 84 ára gomlu laksadrotningini Sofíu Jacobsen at fiska laks við Leynavatn, tá høvið býðst. Seinastu vikurnar hevur hon fingið tveir hampiliga stórar laksar. - Tað er ótrúliga stuttligt at standa og fiska, eisini um eg ongan fái. Eg verði so ikki í ringum lagi, um eg komi tómhent til húsa aftur, sigur hon. Seinnapartin týsdagin var hon aftur á sínum fasta plássi við Leynavatn

Leynavatn: - Nei, aldurin ger mær ikki mun. Eg dugi altíð at fáa ein laks inn at landi, tá tað ræður um, sigur havnarkvinnan Sofía Jacobsen, frísk og fiskihugað.

Hesa løtuna hevur hon ikki tíð til stórvegis prát, tí nakrar metrar úr landi hevur ein laksur bitið á rækju-agn hennara. Boyan, sum vanliga fer upp og niður eftir smáu aldunum, er nú undir í heilum. Her er fongur í væntu!

Tað er týðiligt at merkja, at hetta er tað stóra kickið, sum einhvør laksafiskari, óansæð aldur og kyn, sær fram til, tá farið verður frá húsum.

- Taðvejden, her er ein á!, kemur teskandi frá henni.

Hon fer róliga á føtur, og dregur spakuliga línuna inn, og gevur síðani út aftur. Tað ræður um ikki at vera ótolin, tí laksurin skal møðast og línan má halda. Ikki fyrrenn tann hvíta síðan á búkinum kemur fram, er tíð at draga fongin inn.

Av royndum veit Sofía, at hetta kann taka sína tíð. Onkutíð skjótari, og onkutíð má tað stóra Jobs-tolið til, um tann stóri laksurin skal fáast til lands. Um tað tekur 15 minuttir ella longur, tað ger einki. Tá tað bítur á, er eingin tíð at hugsa um tíð ella stað.

Andlitið á Sofíu er fult konsentrerað um boyuna, sum nú bert er fáar metrar úr landi. Nærri og nærri kemur hon, men so við eitt setur Sofía seg niður aftur í stólin …?

- Hann slapp!, kemur tað stutt frá henni. - Hann var á eina løtu, men eg lorkaði hann burtur. Hmmm, eg burdi verið eitt sindur meiri tolin í dag, tí so hevði eg fingið hann!

Betur gekst henni kortini í farnu viku. Týsdagin fekk hon ein laks, ið vigaði 9 pund og var 73 cm. langur, og fríggjadagin fyri ein annan uppá 5 pund og var 60 cm. langur.

Í gjár kom kortini eingin laksur við heim til hús. Kanska eydnan verður betri næstu ferð.

- Eg ætli mær norður aftur leygardagin at fiska við einum ommubarni. Tú skilir, - hetta er vorðin ein familjusjúka!, sigur hon við einum brosi.


Stuttligari - stuttligast

Tað er grátt í veðrinum og tað liggur eitt fitt lot oman gjøgnum dalin, hesa løtuna Sofía hevur tikið útgerð sína í hond og er farin á fiskiferð. Men veðurlíkindini gevur hon sær valla far um, tí henda seinnapartin týsdagin skal fiskieydnan roynast einaferð enn.

Her hjá henni er eingin slingur í valsinum, ella nakað sum er latið upp í hendurnar á tilvildini, nú hon hevur gjørt seg út til at fara á Leynavatn:

Í einu hondini ber hon ta innpakkaðu tráðuna, sum so mangan hevur verið henni kær. Á økslini hevur hon ta lítlu og neyðugu taskuna við húkum, agni og øðrum. Og í hini hondini ein samanklappaðan stól. Soleiðis, here I come! Við tað niðasta vatnið hevur hon drigið mangan laksin upp á land millum ár og dag. Her hevur hon havt síni føstu pláss. Í dag er staðið tað tættasta, ið ein kann koma til við bili: Beint oman á sandin, og hesumegin lítlu ánna, ið rennir til tey ovaru vøtnini.

So hegnisliga, sum um hon ikki hevði gjørt annað í sínum langa lívi, setur hon stólin upp, pakkar tráðuna út og festir boyuna, húkin og agnið á línuna. Nú er klárt at kasta.

- Ja, nú verður spennandi at vita, um nakar man bíta á. Eg veit av royndum, at tað er altíð líka stuttligt, hóast eg einki fái. Tað er líkasum sjarman við tí at fiska laks.

- Men sjálvandi er altíð stuttligast um ein ella fleiri laksar bíta á, sigur hon bjartskygd.

Nú er bert upp til laksin at avgera, um hetta verður dagur í viku hjá Sofíu. Framvið vatninum standa aðrir menn í somu ørindum. Teir hava heldur einki fingið enn!


So herligt at sita her

Hóast ein skuldi trúð, at júst hetta við laksafiskarí, annaðhvørt tað so er í sjógvi ella landi, var fyri mannfólk, so er Sofía eitt dømi um tað øvugta. Hon hevur altíð fiskað!

Heilt frá barnaárum hevur fiskarí havt hennara stóra áhuga. Og Leynavatn og hini bæði norðaru vøtnini veit hon alt um.

- Eg eri uppvaksin í Kollafirði, og har høvdu vit fjøruna sum eitt av okkara spæliplássum. Og tað var mangan at vit, ungdómarnir plagdu at fara her oman til vøtnini at fiska laks.

- Jú, her átti eg mangar góðar løtur. Og her havi eg framvegis mangar góðar løtur, sigur Sofía sum kann fiska frítt, tí hon er kosin heiðurslimur í Sílaveiðifelagnum.

Tað tók kortini sína tíð, áðrenn menninir við Leynavatn rættiliga vildu viðurkenna, at ein kona var komin upp í part við laksafiskarínum.

Um hetta var ein ógrundaður ótti fyri at hon skuldi troka teir burtur, er ikki gott at vita. Men teir fingu kortini annað at síggja, tí her høvdu teir fingið eina fitta og fryntliga kvinnu ímillum sín, og sum eisini hevði laksin sum sítt frítíðarítriv.

- Nei, teir góðtóku tað ikki beinanvegin, men tað vardi tíbetur ikki leingi, fyrrenn teir gjørdust so øgiliga sjeikaligir!, sigur hon við einum stórum brosi.


Njóti vakurleikan

Sofía gjørdist einkja í 2002, men saman við manni sínum, høvdu tey bæði mong felags áhugamál. Enn í dag bankar eitt gamalt, men kortini íðið Frelsunarhers-hjartað í barmi á 84 ára gomlu kvinnuni.

Eitt av felags áhugamálum teirra var at royna fiskieydnuna við Leynavatn, ta tíðina ið loyvt er at fiska her - frá 1. mai til 1. oktober.

Síðani hann doyði hevur hon ikki verið eins ofta og fiskað, men tá hon fær møguleikan og onkur bjóðar henni við, er hon til fiskaríið fús beinanvegin.

Tað gjørdi hon eisini, tá umboð fyri Sosialin var á gátt hjá henni mánadagin í somu ørindum. Uttan at spyrja um veður og vind, var svarið játtandi til umbønina um at fara á Leynavatn eftir døgurða týsdagin.

- Hetta er eitt gott pláss at vera í. Tað er herligt bara at sita soleiðis og njóta náttúruna, vatnið og vakurleikan, meðan eg bíði eftir fongi.

- Man slappar simpelten so væl av. Ein leggur alt annað frá sær, og tí kann eg sita her í tímavís, bara eg fái loyvi til tað, sigur aldrandi laksafiskarin.


Lorkaði hann burtur

Tann stóri spurningurin og spenningurin hjá laksamonnunum og -kvinnunum er, um tað man eydnast at fáa fong í dag.

Ein kann hava roynt ein heilan dag á mongum ymiskum støðum, og einki fáa. Og so kann ein til aðrar tíðir bara kasta út, og hava ein laks á beinanvegin.

Hetta sama mundi hent hjá Sofíu, tá hon seinnapartin í gjár kastaði út á fyrsta sinni: Agnið var rækja, og tað gekk ikki minutturin, til tann fyrsti laksurin beit á!

- Tað var býtt, at eg soleiðis lorkaði hann burtur, sigur hon eitt sindur hørm á málinum.

Hon er kortini ikki harmari enn so, enn at hon veit at hetta er gerandiskostur hjá royndum laksafiskarum.

- Tað krevur eitt Jobs tol at fiska laks. Men tað er tað góða við tí, sigur Sofía sum ikki bert er tolin við Leynavatn, men eisini hevur verið tað heima við hús gjøgnum 84 ára langa lív sítt.