85 ár ? og nokk at gera hvønn dag

? Hann hevur væl og virðiliga rokkið kempualdur, men tað heldur honum ikki aftur, og hann gongur ongan dag fyri onki

Hann hevur nóg mikið at gera og er ikki arbeiðsleysur ein tann einasta dag.
Tað er í sjálvum sær ikki so óvanligt.
Men tá ið talan er um ein 85 ára gamlan mann, er tað ein heilt onnur søga.
Men soleiðis er lívið hjá Martini Eidesgaard á Tvøroyri.
Herfyri fylti hann 85 ár og hevur sostatt rokkið ein aldur, sum er teimum fægstu untur.
Men hann er ikki ein av teimum pensjonistunum, sum fellur í fátt, tá ið tey siga arbeiðslívinum farvæl og skulu brynja seg til eitt lív sum pensjonistur.
At fáa tíðina at ganga er nevni-liga ikki tað, sum Martin Eides-gaard hevur mestar kvalir av.
? Eg havi eitt sindur av seyði, sum eg passi. Eg seti epl niður um várið og taki tey uppaftur um heystið. Um summarið hoyggi eg, og annars plagi eg eisini at stima eftir nátum, og tað kemur eisini fyri, at eg eri ein túr í fjørðinum og fái mær eitt kók.
Ì so máta eru ellisárini hjá Martini bara ein spegilsmynd av øllum hansara lívi, tí allir hansara dagar hava verið merktir av strævnum, likamligum arbeiði.
Og tað hevur mest verið á sjónum, at Martin hevur tænt fyri dagligt breyð.
Martin Eidesgaard er føddur í Aberdeen, har foreldur hansara hittust.
Mamman, Lovisa Eidesgaard, av Eiði, ætlaði at flyta til Amerika, men var fyrst farin til Aberdeen at læra málið. Men her má av sonnum sannast, at tilvildin ræður, tí í Aberdeen hitti hon Marius Eidesgaard av Tvøroyri, sum sigldi við enskum trolara og har endaði amerikanska ævintýrið hjá henni.
Tá á døgum var standurin vánaligur á Eiði. Tað var so lítið at fáa hjá útróðrarmonnum, at nógvir fóru aðrastaðni at royna eydnuna.
Ein søga er um ein útróðrardag á Eiði tá á døgum, har teir fingu so lítið, at teir máttu skera fisk-arnar sundur fyri at allir skuldu fáa eitt kók.
Mamma og pápi hansara funnu saman, og tey vórðu gift í Aberdeen. Har fingu tey fyrst eina dóttir og síðani Martin. Ímeðan var fyrri heimsbardagi brostin á, og tí vórðu tey verandi í Aberdeen. Eitt skifti arbeiddi pápin á einum virki í Aberdeen, sum gjørdi patrónir til bretska herin.
Eftir kríggið, tá ið Martin var ársgamal, fluttu tey heim til Tvøroyrar, har tey búsettust í Kirkwall.
Tað var konan, sum setti trumf á fyri at flyta heimaftur, tí Marius hevði als ongan hug at fara- heldur ikki í feriu, so tað var ikki, fyrrenn hon pakkaði og setti alt í gangin og gav manninum greið boð um, at nú fór hon heim, so gjørdi hann, sum hann vildi.
Hann játtaði so at koma heim til Føroya í nakrar vikur.
? Men tá ið tey høvdu fingið fótin fastan, gjørdi mamman pápanum greitt, at nú var hon komin heim, og nú fór hon ikki avstað aftur. Tað endaði so við, at pápin fór heldur ikki avstað aftur, greiðir Martin frá.
Og sostatt hevur hann búleikast á Tvøroyri síðani.
Ella tað er kanska nakað nógv avgjørt at siga, at hann hevur búleikast á Tvøroyri, tí Martin hevur verið burtur tað mesta av sínum vaksna lívi.
Hann hevur siglt bæði við eingilskmonnum, norðmonnum, dønum og íslendingum, umframt at hann hevur verið við føroysk-um bátum.
Men mest kendur er hann kortini sum útróðrarmaður í Grønlandi, tí hann róði í fleiri ár út har yviri, og hann hevur greitt frá sínum virki í Grønlandi bæði í útvarpi, sjónvarpi og í bókarøðini hjá Jógvani Arge.
Martin minnist barnaárini við takksemi, tí tey vóru góð, sigur hann. Barnaárini gingu sum hjá teimum flestu við leiki og spæli, onkuntíð við at taka hond í hjá teimum vaksnu, og so gjørdu tey eisini eitt sindur fortreð viðhvørt.
Men hansara vaksnamannalív byrjaði, sum hjá so nógvum øðrum, rættiliga tíðliga.
Tá var ikki so lætt at sleppa við slupp, tí menninir, sum vóru við, høvdu fastan kans, og tað var ikki lætt hjá øðrum at sleppa framat.
Ímeðan róði Martin út við pápanum. Men tá vóru ongi tekin til, at Martin skuldi gerast sjómaður, tí hann var næstan deyður av sjóverki, so hann lá fyri tað mesta í bátinum og tað var akkurát so, at hann raggaði brekkuna aftur til hús, tá ið teir komu at landi.
Hetta helt á so leingi, at hann var fleiri ferðir um at gevast, men mamman eggjaði honum hvørja ferð til at royna einaferð afturat. Og so ein dagin, var sjóverkurin horvin, heilt brádliga.
Hann arbeiddi eisini í kolinum í Rangabotni, tá var tímalønin 60 oyru um tíman. Teir arbeiddu hvønn dag í viku. Fyrst súkklaðu teir inn eftir vegnum, og so gingu teir niðan til námini. Hetta var skilið hvønn einasta dag, sama hvussu veðrið var.
Men har vóru skúrar við koyggjum í, og har svóvu teir kortini viðhvørt. Summir búðu har alla vikuna.
Martin arbeiddi eisini hjá eingilskmonnum undir krígnum, tá hann var við til at gera verklagið á Nakki.
Hetta var ein tíð við øgiligum rembingum, ikki minst á arbeiðsmarknaðinum.
Serliga var tað stríðið um kontantin, sum var hart.
Tá á døgum fingu arbeiðsfólk og fiskimenn ikki lønina út-goldna. Reiðararnir og arbeiðsgevararnir vóru yvirhøvur eisini keypmenn og ístaðin fyri at betala fólkinum lønina út, vórðu tey noydd til at keypa fyri hana í handlinum.
Sostatt vóru arbeiðsfólk og fiskimenn bundin til tann eina arbeiðsgevaran alt lívið.
? Arbeiðsgevararnir og keypmenninir høvdu sostatt buktina og báðar endarnar: Teir ásettu bæði fiskaprísin, prísin á varuni og lønina.
Og tey, sum mutaðu ímóti, vórðu rætt og slætt ikki biðin aftur til arbeiðis.
Hetta setti arbeiðararørslan sær fyri at broyta. Tvørafólk høvdu stovnað arbeiðarafelag og ein stór uppgáva hjá felagnum varð at tryggja, at verkafólk kundu fáa lønina útgoldna.
? Hetta varð eitt hart stríð við drúgvum arbeiðssteðgum, har tað eisini kom til beinleiðis samanbrestir ímillum arbeiðsfólk í verkfalli og fólk, ið høvdu hug at bróta verkfallið.
Men tað endaði við, at arbeiðsgevararnir máttu boyggja seg. Fyri at tryggja arbeiðsfólkið, varð løngjaldsstova sett á stovn. Hagar skuldi arbeiðsgevararnir betala lønina hjá øllum fólkinum, og so kundi hvør einstakur fara eftir lønini.
Men Martin Eidesgaad minnist, at tað var ikki óvanligt, at fólk vóru so bangin fyri at missa arbeiðið, at tá ið tey høvdu verið á løngjaldsstovuni eftir lønini, fóru tey beint í handilin og settu hana inn har, so at tey kundu keypa fyri hana.
Glaður fyri vánaligan fiskiskap
Hóast Martin hevur roynt mangt og hvat, má lívsstarv hansara sigast at vera sum útróðrarmaður í Grønlandi.
Grønlandsævintýrið hjá honum byrjaði í 1939, áðrenn hann var fyltur 20 ár.
Teir løgdu nógv fyri, fyri at sleppa til Grønlands.
? Eg var tá ið kolinum í Rangabotni, Men so helt tað uppat, og tá vóru vit sjey mans, sum gjørdu av at royna at útvega okkum ein bát, sum vit kundu fara til Grønlands at rógva út við.
? Vit betaltu sostatt 400 krónur í part og fyri tað fingu vit seksæringin, ið vit nevndu Eirik Reyða, og við honum fóru vit so til Grønlands við damparanum, Niels R. Finsen. Tað vóru einir 80 mans, sum fóru yvir ta ferðina.
Martin sigur, at hetta árið vóru 19 bátar við manning í Ravns Stóroy. Men fiskiskapurin var onki at reypa av.
? Aftaná havi eg mangan hugsað, at tað var fult so væl, at tað var so lítil fiskur at fáa, tí á heimferðini aftur við Niels R. Finsen, fingu vit ódnarveður á Kappanum.Vit vóru hálvtriðjahundrað føroyingar umborð, og høvdu bátarnir í Grønlandi hetta árið havt góðan fiskiskap, haldi eg, at vit høvdu gingið burtur, so ringt var veðrið.
Hann sigur, at í grønlandsloyvinum stóð, at teir høvdu ikki loyvi at seta seg í samband við grønlendingar, og grønlendingar høvdu ikki loyvi at seta seg í samband við okkum. Ein bygd var beint innnfyri Ravns Stóroy, og tá ið danski eftirlitsmaðurin ikki var í eygsjón, sníktu vit okkum mangan inn hagar. Og tað vóru ongir trupulleikar, tí grønlendingarnir vóru fyrsta floks.
Tá ið vit seinnu komu yvir aftur, var alt hetta broytt, men tað var munur á, at teir ikki vóru so undirbrotligir longur.
Martin Eidesgaard sigur, at hetta sama árið brast annar heimsbardagi á, og sostatt sluppu teir ikki yviraftur. Eirikur Reyði stóð drigin upp í einum neysti á Ravns Stóroy við motori í, teir høvdu bara sjálva tendringina heim við.
Undir øllum krígnum arbeiddi Martin hjá eingilskmonnum, men í 1945, fór hann við Nellu at fiska undir Føroyum, og teir høvdu góðan fiskiskap. Har var hann í trý ár, tá ið hann fekk kansin at fara við donskum skipi til royndarfiskiskap undir Grønlandi fyri 1000 krónur fast um mánaðin, og tað var rættiliga góð løn tá.
Meiningin var, at føroyingar skuldu læra danir at flekja og salta og at fiska við línu.
? Teir fiskaðu inni á fjarðunum, út á bankarnar vildu teir ikki. Fiskiskapurin var heldur ikki serliga góður.
Vit vóru undir Grønlandi í einar fimm mánaðir, sigur Martin.
Ímeðan keyptu fámjiningar so Vesturvík, og har fór Martin við.
? Ætlanin var at fara til Grønlands og at rógva út við Eiriki Reyða. Men eg stúrdi fyri, hvussu vorðið var við bátinum, tí nú hevði hann staðið í 10 ár, og eg stúrdi fyri, at motorurin var ein rustaður klumpur.
? Men motorurin sá heilt gott út, og hann startaði við fyrsta brest. Tað sást eisini skilligt, at har hevði alt staðið fullkomiliga órørt øll hesi 10 árini.
Tað tók teimum fýra mánaðir at fáa upp í Vesturvík.
Martin Eidesgaard róði út við Eiriki Reyða í nøkur ár, men í 1953 gavst hann, og tá gjørdu teir av at selja hann. Men báturin sakk, og tað var so endin á hesum ediliga fari.
Tey árini var ein øgiligur fiskur. Martin minnist, at tað eina árið fiskaðu teir 110.000 fiskar. Men prísurin var í botni, so tað kom lítið burturúr, hóast nøgdin var stór.
Eftir at hava verið við norskum línubáti og íslendskum garnabátum og íslendskum trolara. Men hesin kapittulin í Íslandi fekk ein bráðan enda. Veðrið var sera ringt hetta árið, og einaferð, teir lógu uttanfyri Grindavík, skuldi skiparin partú til lands.
? Eg veit ikki, hvussu hann bar seg at, men vit sigldu á land, og báturin fór í knús. Manningin bjargaðist tó øll í gummibátinum.
Hetta var ikki einastu ferð, at Martin noyddist í gummibátin. Eitt summarið førdi hann Ranafoss í royndarfiskiskapi undir Føroyum. Men nakrar fjórðingar eystur úr Sumbiarenda, kom eldur í Ranafoss, so teir máttu fara av skipinum. Ta ferðina tók ferðamannaskipið, Churchill, manningina upp.
Aftur til Grønlands á egnum kjøli
Í fimtiárunum keypti Martin sjálvur annar 15-tonsaran, Glæmuna.
Við henni róðu teir fyrst út her heima. Men Grønland dró, og í 1959 fóru teir til Grønlands við Glæmuni. Teir vóru tríggir mans, og tað tók teimum 12 samdøgur at sigla Glæmuna yvir. Har róðu teir so út í fleiri ár úr Føroyinga-havnini, og síðani varð Glæman seld.
Hóast Martin nú var tilkomin maður, gjørdi hann av at fara á skiparaskúla í Havn. Hetta var bæði fyri at fáa størri part, og tí honum dámdi at vera á brúnni.
Liðugur á skiparaskúlanum keypti hann 30-tonsaran, Torra, saman við øðrum, sum teir róðu út við her. Men sum ikki einferð, gekk leiðin yvir aftur til Grønlands.
Eftir nøkur ár í Grønlandi, komu teir heimaftur, her Torri varð seldur.
Síðani gekk tað meiri róligt fyri seg hjá Martini. Hann var nú farin væl um tey seksti, og tá ið hann fekk kans at føra sandbátin, Karlu, tók hann av. Tað var fittligt, og hann slapp at sova heima hvørja nátt, og tað var hann ikki vanur við. Eftir tað førdi hann Skarvastein, til hann legði frá sær gott og væl sjeytiára gamal.
? Tað var eitt langt lív á sjónum. Tað hava verið nógvir beiskir og ringir dagar, men eisini nógvir góðir dagar.
? Tað mest spennandi við sjólívinum er, at tað eru ikki tveir dagar sum líkjast. Veðrið skiftir, og fiskiskapurin skiftir, og vit vistu ongantíð, hvat vit komu upp til um morgunin.
Tað dylist ikki, at tað er nógv broytt, síðani Martin fór at rógva út við pápanum.
? Eitt tað størsta framstigið er minstalønin. Tað er eitt ómetaligt framstig, heldur hann.
Men eitt tað allarstørsta framstigið heldur hann, at tær elektronisku snellurnar eru.
Martin minnist fullvæl, hvussu tað var at draga við hond. Tað var strævið, og akslarnar eru illa farnar.
Men nú ein dagin lokkaði ein tvøramaður Martin í fjørðin, og hann hevði elektroniskar snellur í bátinum. Hann vildi vísa Martini, hvussu tær riggaðu.
Tað var sum ein ævintýrheimur hjá Martini.
? Eg sat bara býttur og hugdi. Tað var heilt fantatiskt. At hugsa sær, at eg skuldi púra einki gera. Tað einasta, eg skuldi gera, var at trýsta á ein pinn, tá ið snellan skuldi lora aftur- og so at krøkja av, tá ið hon var komin at borði við fiski. Annars var bara at sita og hyggja at.
? Men eg má eisini ásanna, at nú er spenningurin vekk, hetta at sita og draga og vita, um ein ella tveir eru á, tann spenningurin er burtur nú, sigur Martin Eidesgaard.