Næraberg hevur verið í vinnu í níggju mánaðir í ár og hevur fiskað fyri stívliga 100 miljónir krónur. - Raksturin hevur givið undirskot í fleiri ár, men hevði Næraberg verið byrjaður á 0 í ár, hevði slett ikki [...] verri at fáa fatur á í stórum nøgdum. Tá ið Sosialurin frætti úr Klaksvík í morgun, visti Hans Arni at siga, at Atlantic Navigator hevur havt tvey hál og hevði trolið úti á triðja sinni í føroyskum sjógvi [...] sjógvi. Tey bæði fyrru hálini fingu teir eini 50 tons í hvørjum háli. Tá ið havt verður í huga, at eitt so stórt skip kann arbeiða eini 700 tons í ráfiski um samdøgnið, er hetta ikki nøkur stór nøgd. - Men hesi
NSÍ-KÍ NSÍ heldur tørn í stríðnum við tey trý á fremstu plássunum, og KÍ hongur fast á niðurflytingar plássinum. Tað eru tølini eftir tætta stríðið í dýrdarveðrinum við Løkin í Runavík sunnudagin. Uppløgdu [...] kappingarárið. Møguleikin stóðst av einum av stóru veikleikunum hjá KÍ í hesum kappingarárinum. Klaksvíkingar vóru á veg í álop, tá ið teir mistu í vinstru og á miðjuni. Bólturin vart lagdur fram ímillum til Páll [...] vøllinum var ikki broddur í. Heðin á Lakjuni og Arnhold Joensen í borðunum saman við teimum trimum sentralu á miðvøllinum løgdu fleiri ferðir innfyri, men tað var ikki nóg stór tyngd í, og tá ið mest um galt
handilslívið í høvuðsstaðnum, og sum eisini bjóða seg fram í Danmark, eru skúlaðir í handilsvinnuni og tænastuvinnuni. Hans er ættaður úr Klaksvík. Hann stóð í læru í amboðsdeildin hjá Thomas Dam í Jónas B [...] Dam rættuliga eru farnir í privatu handilsvinnuna, og teir hava spílað seg út á tveimum støðum í høvuðsstaðnum og eisini í Danmark. Í november í fjør keyptu teir handlarnar í Handilskjarnanum. Teir yvirtóku [...] høvdu teir í juni í 2003 keypt gamla og kjølfesta skógvahandilin hjá Demmusi, og í 2001 keyptu teir ein skógva og klædnahandil í Hedensted. Hilbert Dam býr í Danmark, og hann er stjóri í handlinum har
peningaveldi í Seattle í USA. Og Petter Aune kemur eisini úr Molde og kom í samband við Røkke í 1983. ? Eg flutti yvir til Seattle fyri at kanna umstøðurnar har, og úrslitið bleiv eitt áralangd uppihald í USA, [...] alaska pollock, men í 1988 varð skipið siglt til Japan, har ein nýggj tátíðar háteknologisk surimifabrikk bleiv installerað í skipið. Eg var sjálvur við í Japan, meðan verksmiðjan varð sett í, greiðir Petter [...] bæði í Alaska, í Russlandi og í Afrika. ? Kjell Inge Røkke, ið eisini kemur úr Molde, er góður við sínar starvsfelagar, og gert tú eitt gott arbeiði, hevur tú møguleikan fyri at vera verðandi í reiðaríinum
hevði staðið á jøvnum, 14-14, í hálvleikinum, var við spenningi bíðað eftir seinna hálvleiki. Í byrjanini av hálvleikinum gekk eisini javnt á, men einar fimm minuttir inn í seinna hálvleik fór Stjørnan [...] Teir okkurt um 200 áskoðararnir, ið vóru til kvinnudystin millum VÍF og Stjørnuna í høllini í Vestmanna mikukvøldið, fingu nakað fyri pengarnar. Liðini bæði spældi ein undirhaldandi dyst, ið var rættuliga [...] Leikferðin var sera høg, og fyrstu løtuna skolaðu málini inn í báðum endum. Longu tá ið bara fýra minuttir vóru leiktir, vóru átta mál, fýra í part, og tað er ikki gerandiskostur. Ein stórur partur av málunum
verður, at tær settu nýtt føroyskt met í feilavleveringum týskvøldið. Ótrúliga nógvir bóltar vóru blakaðir út av síðulinjuni, í beinuni á viðleikarum ella beint í hendurnar á mótstøðuleikarum. Tá ið tað [...] heimaliðið Kyndil bert fýra ferðir hevði megnað at fingið bóltin í netið aftan fyri Lidiju í málinum hjá Stjørnuni! Eykaleikarar fingu roynt seg Í seinna hálvleiki valdi venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Nielsen [...] hjá klaksvíkskvinnum at spæla fyri bert einum hálvthundrað áskoðarum í høllini á Hálsi týskvøldið, bert trý samdøgur eftir at tær í somu høll og framman fyri okkurt um túsund áskoðarum vunnu steypafinaluna
kommuna hevur mist eina millión krónur í týska íløgufelagnum Phoenix, sum fór á húsagang nú um dagarnar. Í hesum sambandi var fundur í Fíggjarnevndini í Klaksvík mikukvøldið. Eftir fundin var tíðindaskriv [...] nógvar fyritøkur í Føroyum høvdu innlán har. Grannskoðari kommununnar hevði heldur ikki nakað at viðmerkja ? hvørki í samband við minna innlánið í 2002 ella tá upphæddin varð hækkað í 2003. Í hesum førinum [...] skal átekningin verða skrivað í bók hjá viðkomandi stovni". Her verður sagt, at kommunan metti, at innistandandi í Phoenix var í tryggum hondum og at meta við innlán í peningastovni, tí stovnurin er undir
verið um sjúkuna longu tá, hugleiðir hon. Fyri hálvumøðrum ári síðani fór Uni í barnagarð í Mylnuhúsinum. Honum dámar sera væl í Innistovu, sum stovan eitur, og hann trívist væl. Ikki minst dámar honum væl [...] eisini var tað áðrenn hon fekk Una. Eftirnølarin var sjúkur Hóast Ingi og Herdis Sigurðsson úr Klaksvík í dag eiga ein deiligan, glaðan og raskan Una, kundu tey ikki at ímynda sær stríðið, tey skuldu ígjøgnum [...] gleðist um at hava góðan stuðul frá familjuni. Í dag ferðast tey niður á Ríkissjúkrahúsið triðja hvønn mánað og eina ferð um mánaðin skulu tey møta á barnadeildini í Havn, har hann fær blóðið skift. - So vit
Seinast í juli mánaða luttóku teir í Politiken Cup, og heilt stutt framanundan ognaði Flóvin sær jú ein IM-norm í Týsklandi. Kanska hevur troyttleiki tí spælt ein leiklut hjá Flóvini í kappingini í Hollandi [...] Fyrstu ferð varð í Politiken Cup, tá hann við hvíta fólkinum lættliga helt javnt, og nú í Hollandi, har hann við svarta fólkinum ikki megnaði sama kynsturin. Bæði talvini eru við í blaðnum í dag. John Arni [...] Tiviakov ( fekk javnt ímóti honum í Politiken Cup), sum hann tapti ímóti, og IM Werle sum hann í seinasta umfari býtti stigið við. Hinir mótstøðumennirnir lógu allir um 1850-2150 í rating. Flóvin fekk nærum eins
hvat eg vil í framtíðini. Men eg hugsi ofta, at um eg var 16 í dag, og eg fekk møguleikan at fara uttanlands í fótbólti, so hevði eg ikki ivast. Eg hevði lopið avstað, men tað er øðrvísi í dag, sigur hann [...] fótbóltsprát Hjalgrím hevur fingið eina lítla fríløtu frá sínum dagliga starvi á Statoilstøðini í Klaksvík til hetta prátið. Og tað sást á honum, at honum dámar fótbóltsprát. Hjalgrím hevur altíð raðfest [...] Hann greiðir frá, at hann hevur vant undir trimum venjarum higartil í fyrstu deild. - Eg var eitt sindur við, tá Tony Paris var her í 1999. Og so havi eg vant undir Tomislav Sivic og nú Kurt Mørkøre. Hann