Blóðið eigur lívið í Una

Fyri blóðgevan er talan bert um eitt lítið prik á leiðini, men fyri Una er blóðið munurin millum lív og deyð. Einaferð um mánaðin fer hann á sjúkrahúsið, har hann verður løddur upp við blóði frá gávumildum blóðgevum

Fitti Uni verður fimm ár í næstu viku, og eins og onnur børn gleðir hann seg til føðingardagin, gávurnar og gestirnar. Men foreldur hansara gleða seg ikki bara til føðingardagin. Tey gleða seg eisini um, at Uni er á lívi.

Tí Uni er millum tey mongu, hvørs lív eru treytað av, at onnur menniskju geva sær stundir til at lata blóð í blóðbankan av og á.

Av tí, at Uni hevur eina sera sjáldsama sjúku, Pyruvatkinasemangul nevnd, har honum væntar eitt ávíst enzym, skal hann eina ferð um mánaðin møta upp á Landssjúkrahúsinum at fáa nýtt blóð.

- Nú hann hevur fingið so nógv blóð, hevur tað stóran týdning, at donorblóðið svarar nágreiniliga til allar undirtypurnar hjá Una, sum annars er ein blóðtypa O rhesus pos. Tí fær hann blóð frá teimum somu gevarunum hvørja ferð. Vit vita sjálvsagt ikki hvørjir teir eru, men bert, at teir javnan lata blóð til Landssjúkrahúsið, sigur Herdis Sigurðsson, mamma Una, sum sjálvandi er óendaliga takksom fyri, at hesir ókendu føroyingar halda lívinum uppi á Una.

- Fyri okkum er tað tann størsta gávan, men tað fer so lítið av teimum, sum lata hana, sigur Herdis, sum sjálv er blóðgevi, og eisini var tað áðrenn hon fekk Una.


Eftirnølarin var sjúkur

Hóast Ingi og Herdis Sigurðsson úr Klaksvík í dag eiga ein deiligan, glaðan og raskan Una, kundu tey ikki at ímynda sær stríðið, tey skuldu ígjøgnum, tá tey fingu gleðiligi boðini um, at ein eftirnølari var á veg.

Herdis greiðir frá, at tá hon hevði átt, ætlaði hon sær heim av føðideildini, tá sonurin var tveir dagar gamal.

- Tá ljósmóðurin spurdi, hvussu hann treivst, segði eg sum var, at hann var rættiliga dovin at súgva og sera friðarligur. Hon sá til at blóðroyndir vórðu tiknar, og staðfest varð, at blóðprosentið var alt ov lágt, sigur Herdis.

Nú byrjaði eitt drúgt og ørkymlandi tíðarskeið, har familjan næstu 14 mánaðirnar ferðaðist millum Danmark og Føroyar - Ríkissjúkrahúsið, Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús. Hetta samstundis sum, at heimafronturin eisini kravdi sítt við trimum eldri synum, sum í dag eru ávikavist 11, 17 og 19 ára gamlir.


Nógvar flogferðir

Alla hesa tíðina, har læknarnir ikki vistu, hvat bagdi lítla Una treivst hann illa.

– Hóast eg mjólkaði út, tók hann ikki uppá og skrantaði ofta. Matarlysturin var lítil, og tað er hann enn í dag, sigur Herdis, sum veit, at tvey onnur børn her á landi hava somu sjúkuna sum Uni.

Hon greiðir frá, at tað var ómetaliga hart at fáa boðini um, at sonurin var álvarsliga sjúkur.

- Tað var forferdiliga ringt, tí man heldur ikki, at tað rakar ein sjálvan. Óvissan, allar ferðirnar og so samstundis at fáa alt at hanga saman heima, sigur Herdis, sum gleðist um at hava góðan stuðul frá familjuni.

Í dag ferðast tey niður á Ríkissjúkrahúsið triðja hvønn mánað og eina ferð um mánaðin skulu tey møta á barnadeildini í Havn, har hann fær blóðið skift.

- So vit hava verið nógvar flúgvitúrar, tað er heilt sikkurt, sigur Herdis.


Svevur við maskinuni

Spurd, hvussu Uni reagerar upp á sjúkuna og viðgerðina, greiðir hon frá, at fimm dagar um vikuna liggur hann knýttur at einari maskinu í 10 tímar hvørja ferð.

- Tá noyðast vit at prika hann, og viðhvørt tímir hann tað ikki so væl. Men tað er neyðugt, tí hann hevur so nógv jarn sum kroppurin ikki nær at bróta niður, sigur hon. Og í sama viðfangi fegnast hon um barnadeildina á Landssjúkrahúsinum.

- Tá Uni kemur inn á deildina, heldur hann seg eiga alt. Heilsar uppá starvsfólkini og fær sær eina ávísa súkklu. Tey eru so ótrúliga fitt, tá vit koma inn hendan eina dagin um mánaðin, sigur hon. Læknarnir hava opererað eitt portacat inn í eina æðr høgru megin á bringuni á Una. Har verður blóðið latið í, so tey sleppa undan at prika hann hvørja ferð, hann fær blóð.

- Vit hava tað gott við at fara til havnar. Tey eru so væl fyri við barnalæknum, góðari deild og fittum starvsfólkum. So har kenna vit okkum í tryggum hondum, sigur Herdis.


Omman misti tvey børn

Roknað verður við at Uni kemur at liva við sjúkuni restina av lívinum.

- Av tí at so fá í heiminum hava hesa sjúkuna, er hetta helst ikki so spennandi at granska í, sigur Herdis, sum sjálv er berari av sjúkuni. Men ongin annar í familjuni hevur sjúkuna.

- Men mamma hevur fortalt, at omman misti tvey smá børn. So kanska okkurt hevur verið um sjúkuna longu tá, hugleiðir hon.

Fyri hálvumøðrum ári síðani fór Uni í barnagarð í Mylnuhúsinum. Honum dámar sera væl í Innistovu, sum stovan eitur, og hann trívist væl. Ikki minst dámar honum væl at sparka bólt og at spæla við bilar. Men eina ferð um mánaðin skal kann inn á Landssjúkrahúsið at løðast upp, kundi ein sagt.

- Uni hevur tað gott, men fyri at vera í topp, skal hann hava blóð. Tí heiti eg inniliga á fólk um at bjóða seg fram at vera blóðgevar. Tað er gull vert fyri okkum, sum brúka tað, sigur Herdis at enda.